Pengar frá fartelefon til fartelefon

Tøkniliga ber til at flyta pening frá einari fartelefon til aðra. Einasta, ið krevst, er, at báðir partar eru meldaðir til tænastuna ígjøgnum eina app í bankanum. Tænastan er bara fyri einstaklingar, og mark er fyri, hvussu nógv kann verða flutt.


Trygd

Fyrst og fremst heftir bankin fyri misnýtslu. Í serligum førum kanst tú vera fyri tí at rinda sjálv/ur, til dømis, um tú kanst ábyrgdast fyri, at misnýtslan er farin fram. Tú heftir ikki fyri misnýtslu, ið hendir, eftir at kontan er sperrað.
Varnast tú flytingar, tú einki veitst um, skalt tú alt fyri eitt sperra Swipp í bankanum.