Rokningar og gjaldsfreistir

Tú hevur skyldu til at gjalda rokningar innan ásettu freistina. Meginreglan er, at tú skalt gjalda fyri eina vøru ella tænastu samstundis sum tú móttekur hana. Tú kanst ikki krevja at fáa eina vøru og biðja um, at rokningin verður send. Um annað ikki er avtalað, skalt tú gjalda hárfríðkaranum, bilverkstaðnum o.s.fr. beinanvegin.
Hevur tú fingið eina rokning, skalt tú gjalda upphæddina í seinasta lagi tann dagin, ið er skrivaður á rokningina. Tú hevur goldið rættstundis, um tú hevur goldið á posthúsinum, í bankanum ella flutt peningin tann dagin, ið er seinasti gjaldsdagur. Tað er ikki eitt krav, at peningurin er móttakaranum í hendi hendan dagin. Ongar reglur áseta, hvussu long gjaldsfreistin skal vera. Tú skalt tó hava eina freist á nakrar dagar, soleiðis at tú hevur møguleika at fara á posthúsið ella í bankan. Rindar tú rokningar umvegis gjaldsskipan í bankanum, hevur tú skyldu til at kanna, at tú rindar hvønn mánað og áðrenn freistina.

Tú hevur ikki fingið eina rokning ella eitt girokort
Hóast tú ikki hevur fingið eina rokning ella eitt girokort, skalt tú rinda upphæddina. Tú skalt seta teg í samband við tann vinnurekandi og biðja um at fáa rokningina. Er rokningin og møguligir rykkjarar horvin í postinum, er møguligt, at tú eisini skalt rinda rykkjaragjøldini.

Um tú ikki ert samd/ur í at rinda upphæddina
Er talan um eina umvælda vøru kann umvælari nokta at geva tær vøruna, um tú ikki kanst gjalda. Hetta er eisini galdandi, um tú ikki vilt gjalda, tí at tú ert ósamd/ur um umvælingarprísin ella umvælingararbeiðið. Í einari slíkari støðu ert tú noydd/ur at gjalda við mótmæli. Hetta merkir, at tú rindar upphæddina, ið umvælarin krevur, og samstundis sendir eitt innskrivað bræv um, at tú seinni leggur málið fyri rættin fyri at fáa peningin afturgoldnan.