Rykkjaragjøld
Avtalulógin og marknaðarføringslógin fevna generelt um rykkjaragjøld.
Fortreytin fyri at krevja rykkjaragjald er, at heimild er til staðar. Hetta kann vera í avtalu ella sum krav um endurgjald fyri útreiðslur av tí kostnaði, ið er av at senda rykkjara.
Um rykkjaragjaldið er ásett í avtalu og gjaldið er ov høgt, kann hetta verða lækkað eftir § 31 og § 36 í avtalulógini. Um rykkjaragjald verður kravt sum endurgjald fyri útreiðslur, ið tann vinnurekandi hevur havt av at rykkja, skal rykkjaragjaldið ikki vera hægri enn útreiðslurnar.
Tað er fatanin hjá Brúkaraumboðnum, at talan altíð er um eina ítøkiliga avgerð, tá spurningur eru um rykkjaragjøld, t.d. upplýsingar um hvørjar útreiðslur eru osv. Eitt rykkjaragjald á kr. 50 verður sum meginregla góðtikið av Brúkaraumboðnum, um tann vinnurekandi hevur útreiðslur, ið eru í minsta lagi hesa upphædd.
Um tann vinnurekandi ikki áður hevur brúkt ta mannagongd at krevja rykkjaragjald, eigur tann vinnurekandi at gera vart við, at mannagongdin fyri at senda rykkjarar verður broytt og eigur eisini at ávara um, at um goldið ikki verður til tíðina, verður rykkjaragjald kravt.
Rykkjaragjald eigur ikki at verða kravt, um staðfestast kann, at brúkarin ikki vil ella kann gjalda. Tá eiga stig at verða tikin til, at málið verður lagt fyri rættin ella støða tikin til, um kravið verður slept.
Rykkjaragjaldið eigur ongantíð at vera størri enn sjálvt kravið. Tað er eisini fatanin hjá Brúkaraumboðnum, at rímilig tíð eigur at ganga í millum, at rykkjarar verða sendir. Rímilig tíð er vanligt í minsta lagi 14 dagar og í mesta lagi eiga at verða sendir tríggir rykkjarar, har rykkjaragjald verður kravt.