Skalt tú gjalda fyri, at vøran verður kannað?
Seljari kann krevja eitt gjald fyri at kanna vøruna, um kanningin vísir, at brekið við vøruni ikki er umfatað av keypilógini. Tað er ein treyt, at tú hevur góðtikið gjaldið, áðrenn vøran verður kannað, og upphæddin skal vera rímilig. Tað er ikki nóg mikið, at tað t.d. stendur á heimasíðuni hjá seljaranum, at hann hevur rætt til at krevja gjaldið.
Seljari kann bert krevja eitt gjald fyri at kanna vøruna, um:
- Tú greitt og týðiliga er kunnað/ur um gjaldið og upphæddina
- Tú hevur góðtikið at gjalda hesa upphædd
- Brekið, ið klagað verður um, ikki er umfatað av keypilógini
- Upphæddin ikki er órímilig
Tað er seljari, ið skal prógva, at tú er kunnað/ur um gjaldið og at tú hevur góðtikið eitt møguligt gjald fyri at kanna vøruna.
Um tú ert vís/ur í, at brekið er umfatað av keypilógini, kanst tú nokta at rinda upphæddina, ið seljari krevur.