Trupulleikar við umvælingini

Er støðan tann, at umvælingin er illa gjørd, tekur sera langa tíð ella hevur ført við sær nýggjar skaðar og vøran ikki riggar, sum hon skal aftaná umvælingina, kanst tú klaga til umvælaran. Umvælarin skal hava møguleika til at fáa arbeiðið í rættlag.
Tú kanst ikki beinanvegin krevja at fáa pengarnar aftur, um tú ikki er nøgd/ur við umvælingina. Er brekið afturvendandi og umvælarin ikki kann umvæla brekið, er útgangsstøðið, at tú kanst krevja at fáa pengarnar aftur. Er talan tó um eitt brek, ið bert er av og á, kann tað vera trupult at staðfesta brekið, og tí kann gerast neyðugt við fleiri royndum at umvæla.

Ónøgd við umvælingina
Ert tú ónøgd/ur við umvælingina, kanst tú klaga til umvælaran, ið skal hava eina freist at rætta brekið. Letur hetta seg ikki gera innan eitt rímiligt tíðarskeið, er útgangsstøðið, at tú kanst slíta avtaluna og ikki gjalda fyri umvælingina.

Umvælingin kostar meira enn avtalað
Útgangsstøðið er, at ein avtala er bindandi. Hetta merkir, at umvælarin ikki kann krevja eitt hægri gjald, um hann er farin skeivur av prísinum, ella um arbeiðið lekur longri tíð enn væntað. Er talan um trupulleikar, ið umvælarin ikki hevði møguleika at síggja frammanundan, kanst tú tó ikki krevja, at umvælingin verður gjørd fyri tann avtalaða prísin. Verður umvælarin varugur við, at umvælingin ikki kann gerast fyri tann avtalaða prísin, skal hann steðga umvælingini og seta seg í samband við teg, og tú kanst avgera, um umvælingin skal gerast ella ikki.

Umvælingar, ið taka langa tíð
Hóast tú og umvælarin hava avtalað, at umvælingin skal verða liðug ein ávísan dag, er meginreglan, at tú mást góðtaka, at arbeiðið verður seinkað. Hetta er serliga galdandi, um tað er torført at fáa eykalutir, um vøran ella brekið er sera fløkt ella um talan er um eitt brek, ið bert er av og á.

Um tú velur at steðga umvælingini
Um tað eftir fleiri royndir ikki ber til at umvæla ella umvælingin tekur órímiliga langa tíð, kunnu trupulleikar standast av, um ella hvussu nógv tú skalt gjalda. Er seinkanin drúgv og tú fleiri ferðir hevur fingið at vita, at umvælingin verður liðug, kanst tú geva umvælaranum eina freist at gera arbeiðið liðugt. Tá freistin er runnin, kanst tú krevja at fáa vøruna. Um tað er rímiligt og tú hevur rætt til at krevja, at umvælingin verður steðgað, kann umvælarin bert krevja, at goldið verður fyri ein part av gjørda arbeiðinum, t.d. fyri nýggjar eykalutir.
Um tú av órøttum steðgar arbeiðinum er útgangsstøði, at tú skal gjalda tann avtalaða prísin fyri umvælingina.

Nýggj brek
Støðan kann vera tann, at eitt brek vísir seg eftir eina umvæling, og tí hevur tann fyrsta umvælingin onki virði. Í einari tílíkari støðu kanst tú bert nokta at gjalda fyri umvælingina, um tann fyrsta umvælingin er orsøkin til tey nýggju brekini.