Umvæling uttan góðkenning

Tú skalt syrgja fyri, at tað verður skrivað á innlatingarváttanina, um tú hevur biðið um eitt tilboð og ikki um, at vøran verður umvæld.
Er vøran latin inn, tí tú hevur biðið um eitt tilboð, kann vøran ikki umvælast, um tú ikki hevur góðtikið hetta. Um so er, at vøran verður umvæld uttan tína góðkenning, hevur tú próvbyrðuna fyri, at tú einans hevur biðið um eitt tilboð. Er vøran umvæld uttan tína góðkenning, kanst tú velja, um tú góðtekur umvælingina ella ikki. Góðtekur tú ikki umvælingina, eru ymiskar loysnir, treytað av, hvat er umvælt og treytað av umvælingarprísinum.