08.06.2010

Ársfrágreiðing 2009 – Eitt ár við brúkaraumboði

Fyrsta ársfrágreiðing hjá Brúkaraumboðnum er komin.

Í ársfrágreiðingini verður millum annað sett ljós sett á, hvussu hetta fyrsta árið við føroyskum Brúkaraumboði hevur roynst, hvørjar avgerðir og niðurstøður upp á klagur eru gjørdar, hvussu Marknaðarføringslógin virkar, og hvussu tilgongdin fram móti einum Brúkaraumboði hevur verið. Harafturat eru samrøður við nøkur av teimum, sum hvør á sín hátt eiga lut í, at tað eydnaðist at fáa eitt brúkaraumboð upp at standa. Eisini verður gjørt nakað burtur úr, hvussu føroyska skipanin við brúkaraumboði virkar í mun til tær í grannalondunum.

Mánadagin og týsdagin – 31. mai og 1. juni – varð skipað fyri skeiði á Hotel Føroyum um marknaðarføringsrætt og um peningastovnsøkið. Skeiðið, sum var fullteknað, er í stóran mun ætlað advokatum, løgfrøðingum, marknaðarføringsleiðarum, stjórum og bankafólki, sum hava við privatkundaøkið og marknaðarføring at gera.

Ársfrágreiðingin er send øllum fjølmiðlum í vanligum posti og sum t-postur í pdf-útgávu. Ársfrágreiðing 2009

Um nakar hevur spurningar til ársfrágreiðingina, ber til at venda sær til Andrass Holm Arge, Brúkaraumboð, á tlf. 558000.

Vinarliga

Brúkaraumboðið
Andrass Holm Arge
t-postur: bruk@bruk.fo
www.bruk.fo