11.06.2015

Ársfrágreiðing 2014

Brúkaraumboðið viðgjørdi í fjør 127 mál. Meiri enn helmingurin vóru kærur og fyrispurningar frá brúkarum. Men eisini vinnurekandi vendu sær fleiri ferðir til Brúkaraumboðið. Í 23 førum viðgjørdi Brúkaraumboðið mál, sum tað sjálvt hevði tikið upp ella talan var um onnur mál, verður upplýst í ársfrágreiðingini hjá Brúkaraumboðnum.

Til at røkja áhugamálini hjá tí einstaka brúkaranum krevst meiri enn eitt Brúkaraumboð. Tað er langt eftir á mál til vit hava eina skipan, sum gevur brúkarunum nøktandi brúkaravernd.
Tað sigur Rannvá Ragnarsdóttur, stjóri, í ársfrágreiðingini hjá Brúkaraumboðnum.

Rannvá Ragnarsdóttir vísir í ársfrágreiðingini eisini á, at einasti vegur hjá einum brúkara, sum kærir, tí hann er komin illa fyri av vørukeypi, er umvegis dómstólarnar, og tað er ein ov drúgvur vegur. Mælt verður til at stovna eina brúkarakæruevnd, sum kundi tikið støðu til kærur. Tað hevði verið ein skjót og smidlig skipan, ið hevði bøtt um verndina hjá brúkarunum.

Tað hevði eisini styrkt um støðuna hjá brúkarunum, um brúkararnir onkursvegna høvdu egið áhugafelag.

Virksemið hjá Brúkaraumboðnum er at hava eftirlit við, at vinnurekandi og stovnar halda marknaðarføringslógina, og at fremja góðan marknaðarføringssið til frama fyri brúkaran.

Øll kunnu kæra ella senda fyrispurningar til Brúkaraumboðið, um tey halda seg hava verið fyri onkrum órætti ella ynskja at fáa greiðu á ivamálum í samband við marknaðarføring.

Ársfrágreiðingin kann lesast her. BRUK-Ársfrágreiðing-2014.pdf