30.05.2017

Ársfrágreiðing 2016

Verndin hjá brúkarunum verður ikki fult røkt bara við einum brúkaraumboði. Brúkaraumboðið mælir tí aftur í ár til at stovna eina brúkarakærunevnd. Eisini mælir Brúkaraumboðið til, at reglur um nethandil verða settar í verk.

Hetta skrivar Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, í ársfrágreiðingini frá Brúkaraumboðnum fyri 2016.

Ein brúkarakærunevnd skal viðgera kærur frá brúkarum, sum hava keypt vørur, sum ikki eru í lagi.

Eftir verandi skipan kann ein brúkari, ið er komin illa fyri av einum keypi, bert fara umvegis dómstólarnar at loysa ósemjuna, og kann tað gerast drúgt og dýrt fyri brúkaran, skrivar Brúkaraumboðið í ársfrágreiðingini. Mælt verður til, at ein brúkarakærunevnd hevur umboð fyri bæði brúkarar og vinnurekandi.

Brúkaraumboðið gjørdi í fjør nýggjar vegleiðingar um, hvussu internetferð á fartelefonum skal marknaðarførast og hvussu breiðbandstænastur skulu marknaðarførast.

Í apríl í fjør var Brúkaraumboðið á fundi í Karlstad við hinum norðurlendsku brúkaraumboðunum. Brúkaraumboðið samstarvar við brúkaraumboðini í norðurlondum um felags avbjóðingar og leiðreglur. Á fundinum í Svøríki viðgjørdu brúkaraumboðini m.a. eina nýggja vegleiðing um duldar lýsingar.

Brúkaraumboðið viðgjørdi í fjør 95 ymisk mál, ið er á leið tað sama sum árið fyri. Av hesum vóru 29 kærur, 42 fyrispurningar, 5 mál, har Brúkaraumboðið var biðið um at leiðbeina vinnurekandi í marknaðarføring og 19 onnur mál.

Ársfrágreiðingin og vegleiðingar kunnu lesast á heimasíðuni hjá brúkaraumboðnum http://www.bruk.fo

Leinki til ársfrágreiðingina er her: http://www.bruk.fo/fo/um-okkum/arsfragreiding/  

Leinki til vegleiðingar er her: http://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/