25.05.2016

Ársfrágreiðing frá Leigunevndini 2015

Yvirlit yvir góðkendar leigubústaðir

Leigubústaðir eiga at vera alment góðkendir, eitt nú fyri at tryggja rýmingarleiðir í sambandi við eldsbruna ella um tørvur er á hjálp. Tað mælir Leigunevndin til í ársfrágreiðingini fyri 2015.

Leigunevndin mælir til, at reglur verða gjørdar um góðkenning av leigubústøðum. Nevndin viðger javnan, hvørji krøv kunnu setast einum bústaði til at verða góðkendur sum leigubústaður.

Í ársfrágreiðingini verður møguleikin nevndur at gera eitt yvirlit yvir góðkendar leigubústaðir. Leigari kann fáa vissu fyri, at leigubústaðurin er góðkendur, og útleigarin kann hinvegin vísa á, at hansara leigumál eru góðkend, verður sagt í ársfrágreiðingini frá Leigunevndini.

Í 2015 viðgjørdi Leigunevndin 37 ymiskt mál. Í 2014 var talið 45, í 2013 40 og í 2012 33.  Av teimum 37 málunum í 2015 vóru 15 klagur, 18 fyrispurningar og 4 onnur mál. Í fleiri av málunum var staðfest, at innflytingarfrágreiðingar ikki vóru gjørdar og tað lætti ikki um arbeiðið hjá nevndini.

Tað er eitt krav í leigulógini, at innflytingarfrágreiðing skal skrivast, so talan er um eina lógaráseting, sum javnan verður brotin. Leigunevndin hevur oyðibløð til standard leigusáttmálar og innflytingarfrágreiðingar á heimasíðuni hjá nevndini http://www.leigunevndin.fo/.

Ársfrágreiðingin er at finna her:http://leigunevndin.fo/tidindi/arsfragreiding-2015/