Átalu fyri skeiva marknaðarføring
Brúkaraumboðið hevur givið handli átalu fyri brot á marknaðarføringslógina, tí upprunaprísirnir ikki vóru upplýstir í tilboðslýsingum á heimasíðuni í samband við Black Friday.
- Tá lýst verður við útsølu ella tilboðum er av týdningi fyri bæði brúkarar og onnur handilsvinnurekandi, at upprunaprísurin verður upplýstur. Eisini á heimasíðuni, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkaraumboðnum.
Í lýsingunum var nevnt, hvussu stórur avslátturin var frá upprunaprísinum, men tað er ikki nóg mikið. Á somu heimasíðu bar til at lesa tilboðsblaðið, sum var borið í hvørt hús, og har var upprunaprísurin tilskilaður, men Brúkaraumboðið ger vart við, at upprunaprísirnir skulu nevnast í øllum tilboðslýsingum á heimasíðuni.
Handilin hevur upplýst, at tað var ein misskiljing, at upprunaprísirnir ikki vóru nevndir á heimasíðuni hjá handlinum, og at tikið er stig til, at brotið ikki endurtekur seg.