23.10.2009

Avgerð: Mál um sølu av gomlum mati hjá Bónus á Tvøroyri.

Brúkaraumboðið hevur móttikið klagu frá brúkara tann 15. okt. 2009, um ymiskar kjøtvørur, til sølu úr kølidiskinum fyri 1/2 prís ella minni hjá Bónus á Tvøroyri, sum eru farnar út um síðasta søludag.

Brúkaraumboðið tekur sær av marknaðarføring av vørum og tænastum sambært marknaðarføringarlógini, og ikki tá ið okkurt er galið við vøruni ella tænastuni sjálvari. Keypilógin fevnir um økið, har ið vørur ella tænastur ikki eru í lagi.

Tó kann brúkaraumboðið, við heimild í marknaðarføringarlógini § 1 um góðan marknaðarføringssið, í einstøkum førum taka mál upp, sum eru av samfelagsligum týdningi, tá ið talan er um brúkaravernd í aðrari lóggávu. Brúkaraumboðið hevur valt, at taka hetta mál upp, og var klagan send Bónusi á Tvøroyri til hoyringar.

Bónus hevur tann 21. okt. 2009, sent Brúkaraumboðnum umbering fyri hesa hending, og eru sera hørm um at hetta er komið fyri, og vilja gera alt fyri, at slíkt ikki nakrantíð endurtekur seg. Brúkaraumboðið er fegið um skjóta og greiða avgreiðslu frá Bónus, og ger ikki meir við hetta mál.

Bónus o.a. handlar eru góðkendir eftir § 32 í Matvørulógini, og eru undir regluligum eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Útgingin vøra skal ikki seljast -hvørki fyri heilan, hálvan ella ongan prís.

Brúkaraumboðið vil takka Bónus, fyri gott samsstarv í málinum, og er Bónus eisini á henda hátt, við til at fremja góðan marknaðarføringssið í Føroyum.

Vinarliga

Andrass Holm Arge

Brúkaraumboð, Vágur tann 23. okt. 2009.