25.02.2010

Avgerð: Mál viðv. INN, um Føroya bíligastu mjólk.

Avgerð: Mál viðv. INN,  um Føroya bíligastu mjólk.

Brúkaraumboðið hevur tann 30. desember 2009, valt at tikið mál upp mótvegis INN matvøruhandlinum í Tórshavn, av tí at INN lýsti á hurðini: Føroya bíligastu mjólk, tann 21. desember 2009. Brúkaraumboðið heitti á INN, um at skjalprógva hesa søluútsøgn.

Sambært galdandi marknaðarføringarlóg verður sagt fylgandi:

Almennar reglur um atferð á marknaðinum, tá ið talan er um villeiðandi umrøðu v.m.:

§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Ásetingin er í stk.1 er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi. Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.

Málið mótvegis INN:

Brúkaraumboðið hevur tann 4. januar 2010 móttikið hoyringssvar frá INN:

Í hoyringssvarinum verður m.a. víst á:

  • INN ásannar at teksturin hekk á hurðini, við umrødda teksti tann 21. desember 2009. Teksturin var tikin niður av hurðini um kvøldið
  • So vítt okkum er kunnugt, bíligastir í mjólk í Føroyum allan dagin, eftir at Bónus hevur havt sína fyrstu lýsing í útvarpinum mánadagin. Vit meta tí ikki okkara lýsing sum villleiðandi.
  • INN sendir  yvirlit yvir kassaseðlarnar, sum skjalprógv.

Brúkaraumboðið hevur heitt á Bónus, um at koma við útskrift av kassaseðlum sama dag og tíma, sum INN. Niðanfyri sæst, hvussu prísgongdin var tann 21. desember 2010:

INN: 7,95

Bónus 6,95

INN 6,90

Bónus 6,50

INN 6,45

Bónus 5,95

INN 5,90

Bónus 5,75

Omanfyri er staðfest, at INN ikki hevði bíligastu mjólkina tann 21. desember 2009, sum annars varð lýst við á hurðini.

Niðurstøða:

Brúkaraumboðið er komið til ta niðurstøðu, at INN ikki helt marknaðarføringarlógina á nøktandi hátt, við at lýsa at hava “Føroya bíligastu mjólk”, við tað at skjalprógv ikki er fyri, at INN hevði bíligastu mjólkina tann 21. desember 2009. Tá ið INN hevði staðfest, at talan var um prískríggj, so var ikki grundarlag fyri at lýsa við føroya bíligastu mjólk á hurðini, sum gjørt var nevnda dag.

Slíkar søluútsagnir, um at verða bíligari ella bíligastur, skulu verða veruligar, og skulu kunna prógvast av tí vinnurekandi, sambært grein 3, stk. 3-4. Tí er talan um villeiðing, tá ið prógv ikki eru fyri slíkum søluútsagnum.

INN tekur niðurstøðuna hjá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og vil ansa eftir ikki at nýta slíkan framferðarhátt framyvir. Brúkaraumboðið ger ikki meir við málið.

Vinarliga

Andrass Holm Arge,  Brúkaraumboð, Vágur tann 25. februar 2010.

Til ber eisini at frámelda tíðindaskriv, við at klikkja á hesa leinkjuna: -> {{unsubscribe}}