31.03.2010

Avgerð: Mál viðvíkjandi villeiðandi príslýsing í faldara frá P/F Smyril-Line.

Brúkaraumboðið hevur tann 25. februar 2010, valt at tikið mál upp grundað á klagu, av tí at P/F Smyril-Line  hevur sent faldara til hvørt húskið í Føroyum í januar mánað, har ið lýst verður við prísum, sum kunnu verða villeiðandi fyri brúkaran, við tað at bert tann bílagasti prísurin verður lýstur fyri vetur og vár. Í faldaranum sæst ikki prísurin fyri vár, hóast faldarin sigur Vetur og Vár. Eisini verður lýst við “úr prísi” í faldaranum, og slíkir “úr prísir” skulu verða veruligir, so at flest brúkarar hava møguleika,  at fáa tann upplýsta prísin, sum ikki víkir nógv frá prísinum á faldaranum.

Sambært galdandi marknaðarføringarlóg verður sagt fylgandi:

Almennar reglur um atferð á marknaðinum, tá ið talan er um villeiðandi umrøðu v.m.:

§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Ásetingin er í stk.1 er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi. Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnir um verulig viðurskifti, eru rættir.

Málið mótvegis P/F Smyril-Line:

Klaga verður um tann 19. februar 2010:

Smyril-Line gav út faldara herfyri. Niðast á forsíðuni stendur “Les um nøkur av okkara frálíku vár- og summartilboðum í 2010”.
Á síðu 2 í sama faldara verður lýst við tilboðið ið eg meti hóskar væl til mín. Ovast stendur “vetur & vár”, síðan ein siglingarætlan, og niðanfyri aftur, tað ið eg eri áhugaður í “Fyri hvønn, tá ið 2 vaksin + 2 børn ferðast saman + bilur, báðar vegir” “úr kr. 1.019,-”
Roknaði uppá tað og kom framm til at 4*1.019= 4.076,00 kr
Ringdi síðan til Smyril-Line fyri at bíleggja ferðina, men fekk har upplýst, at samlaði prísurin var 7.110 kr (hetta er standardprísurin)prísurin eg vísti til, var bert galdandi lágárstíð (“úr”= lágárstíð)

Skilji ikki hetta rættuliga, tí longri niðri á somu síðu í sama faldara stendur ” Summar” síðan ein siglingarætlan, og niðanfyri aftur, “Fyri hvønn, tá ið 2 vaksin + 2 børn ferðast saman + bilur, báðar vegir” “úr kr. 1.778,-“4*1.778=7.112,- kr. Haldi tað verða løgi at tilboðið í sammarsiglingini (hágárstíð) skal verða eins gott og”vártilboðið”.

Samanumtikið vil eg klaga um at Smyril-Line roynir at villeiða okkum kundar.
Krevji eisini at fáa væntaðu vørðuna fyri væntaða prísin við væntaðu treytum.

Brúkaraumboðið hevur móttikið hoyringssvar  frá P/F Smyril Line, tann 15. mars 2010:

Í hoyringssvarinum verður m.a. víst á:

  • Til omanfyri standandi er fyrst og fremst at siga, at Smyril Line avgjørt ikki hevur í hyggju at villeiða kundan. Tað er ógvuliga harmiligt at tað er møguligt at misskilja bæði okkara ferðaætlan og prísir, men Smyril Line ger nógv til tess at bæði prísir og siglingarætlan skulu verða so einføld sum møguligt, sjálvt um talan er um ógvuliga nógvar ymiskar prísir.
  • Smyril line hevur tvær siglingar ætlananir , og í hvørjari siglingarætlan eru tvey prístíðarskeið. Í faldarinum sum tosað verður um, eru báðar siglingarætlanir uppsetar og prísirnir eru lagdir undir báðar siglingarætlanir. Til tess at sleppa undan at lýsa við øllum prísinum og gera tað ov torført, verður lýst við prísum úr. Tvs., at prísirnir sum Smyril Line lýsir við, eru teir lægru og teir sum eru galdandi ta fyrra tíðarskeiðið í siglingarætlanin.
  • Sum dømið uppá omanfyri standandi kann nevnast at undir ”Vetur & Vár”, sum er á síðu 2 í faldarinum, er prenta: ”Danmark úr kr. 383,-”. Hesin prísurin er galdandi fram til 22. Apríl 2010 og aftur um heystið, men frá 22. Apríl fram til 12. Juni kostar tað úr kr. 665,-. Tann hægri prísurin er ikki prentaður til tess at gera tað einfaldari og tískil verður eisini lýst við prísurm ÚR.
  • Í Apríl kemur næsti faldarin hjá Smyril Line út, har lýst verður við summarinum og heystinum. Avgjørt er at broyta prís síðuna í hesum faldara, soleiðis at Smyril Line vissar sær, at at kundin fær eina so góða tænastu sum gjørligt og at kundin ikki misskilir okkara prísuppsetingar í framtíðuni.

Niðurstøða:

Brúkaraumboðið hevur tikið ta niðurstøðu, at P/F Smyril-Line ikki á nøktandi hátt hevur hildið marknaðarføringarlógina § 3 um villeiðandi upplýsingar.

Tað er ikki avtalurættarliga bindandi fyri P/F Smyril-Line, at seta fram lýsingarprísir, hóast hesir í hesum faldara virka villeiðandi, við tað at søluútsagnir um prísir eru ein áheitan um at fáa ella taka av tilboði frá P/F Smyril-Line. Í hesum málið er eingin avtalurættarlig ella keypirættarlig avtalað gjørd, og tí fær kærarin ikki viðhald í kravið sínum um, at P/F Smyril-Line skal veita honum ”úr prísin”, sum er ásettur á faldaranum.

Faktum í hesum máli er, at P/F Smyril-Line í síni príslýsing í faldara ikki upplýsir prísirnar, sum eru galdandi fyri lágárstíð, miðárstíð og háárstíð, men bert fyri lágárstíð og háárstíð.

Marknaðarføringarlógin loyvir lýsingum við “prísum úr”, tað er tó treytað av at skjalprógv eru fyri at hesir “prísir úr”boðskapir eru veruligir, og eru møguligir fyri flest brúkarar.

P/F Smyril-Line hevur tikið fult undir við niðurstøðuni, og vil rætta komandi faldara í sambandi við prísupplýsing, so at galdandi lóg um góðan marknaðarføringarsið verður hildin.

Brúkaraumboðið ger ikki meir við málið.

Vinarliga

Andrass Holm Arge,  Brúkaraumboð, Vágur tann 31. mars 2010.