23.12.2010

Avgerð mótvegis POSTA um villeiðandi marknaðarføring

Samandráttur

Brúkaraumboðið móttekur tann 17. september 2010 eina kæru viðvíkjandi marknaðarføringartilfari ”Vinnutænastur 2010” frá POSTA, við tað at sagt verður á blaðsíðu 4:

”Vert er at leggja til merkis í hesum sambandi, at sendingar við DHL vanliga hava hægri prioritet á flutningsleiðum til Føroya enn prioritetssendingar við øðrum flutningsveitarum.”

Brúkaraumboðið hevur avgjørt at taka málið upp til viðgerar, við at kanna nærri, hvørt tann nýtti marknaðarføringarhátturin møguliga er brot á marknaðarføringarlógina § 3 um villleiðandi umrøða v.m.

Marknaðarføringarlógin § 3 er soljóðandi:

Villleiðandi umrøða v.m.

§ 3.      Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.

Stk. 2   Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.

Stk. 3.  Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum

Stk. 4.  Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Ásetingin í marknaðarføringarlógini § 3, stk. 1 forbjóðar at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar.

Ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

Ásetingin fevnir ikki bert um skriftligar (prentaðar) útsagnir, men eisini munnligar ella myndaligar útsagnir, sum verður útvarpað tøkniliga við radiotóli, sjónvarpi, filmi og hátalarum v.m.

Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi.

Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir,

sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.

Kæran viðvíkjandi Posta

Kærarin hevur m.a. gjørt vart við,

at         Posta í marknaðarføringartilfarinumm ”vinnutænastur 2010” við yvurskriftini ”Flogfrakt úr útheiminum – Hurð til hurð” verður sagt, at Posta hevur                                   hægri prioritet við flúgvaranum hjá Atlantic Airways enn hinir kappingarneytarnir,

at         kærarin via mail frá Atlantic Airways hevur fingið váttað, at sendingar við Posta ikki hava hægri prioritet enn aðrir tænastuveitarar við líknandi tænastum.

Hoyringssvar frá Posta

Posta hevur í sínum hoyringssvari sagt,

at         tað sæst m.a. í innganginum til “Vinnutænastur 2010” á síðu 3, at bóklingurin inniheldur vinnutænastuskránna hjá Posta, og verður bóklingurin lisin í                               samanhangi sæst, at bóklingurin einans viðgerð tær tænastur, ið Posta bjóðar. Tað eru sum heild ongar tilvísingar til tænastur, ið aðrir útbjóðarar, ið Posta                       kappast við, bjóða á føroyska marknaðinum,

at         ætlanin við tí, ið er skrivað í “Vinnutænastur 2010” frá Posta ikki er og ikki hevur verið at vísa til tænastur, ið aðrir flutningsveitarar bjóða út í Føroyum,

at         lýsingartilfarið einans er gjørt grundað á egnu tænastuskránna hjá Posta og vendir sær til kundar hjá Posta,

at         Posta samstarvar við tríggjar ymsar flutningsveitarar, har DHL er ein. Tað er soleiðis, at av teimum trimum veitarunum hevur DHL hægsta prioritetin,

at         tað er ein misskiljing, um teksturin, ið hetta málið snýr seg um, verður fataður sum ein tilvísing til aðrar veitarar á føroyska marknaðinum,

at         Posta viðurkennir, at orðingin, sum Brúkaraumboðið hevur víst á, kann misskiljast, serliga um hon ikki verður lisin í sínum rætta                                                                      samanhangi, og at Posta tí frameftir fer at broyta orðingina í tilfarinum.

Niðurstøða

Sambært marknaðarføringarlógina, § 3, stk. 4, verður ásett at ”Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.” Posta´s anførelse af udsagnet ”Vert er at leggja til merkis í hesum sambandi, at sendingar við DHL vanliga hava hægri prioritet á flutningsleiðum til Føroya enn prioritetssendingar við øðrum flutningsveitarum” eru verulig viðurskifti, sum skal kunna skjalprógvast.

Brúkaraumboðið hevur heitt á Posta um at skjalprógva hesa útsøgn, men Posta hevur avvíst at lyfta próvbyrðini vísandi til at talan er um eina misskiljing av tí boðskapi, sum Posta ynskti at koma við, og at Posta ikki er ført fyri at framleggja nakað prógv fyri, at tann misskilta pástandin er sannur. Brúkaraumboðið hevur soleiðis tikið til eftirtektar, at Posta ikki er ført fyri ella hevur ynski um at uppfylla kravið um skjalprógv, sambært marknaðarføringarlógina § 3, stk. 4.

Í mun til ásetingina í marknaðaføringarlógini § 3, stk. 1. um villeiðandi marknaðarføring er at viðmerkja, at tað ikki bert fevnir um upplýsinginar, sum verða givnir, men eisini fevnir um órimuliga ófullfýggjaðir upplýsingar, tá ið orðingin kann elva ella er egnað til at elva til eitt ósanna mynd av vøruni ella tænastuveitingini, sum marknaðaføringin er rætta ímóti, og samstundis er egnað til at ávirka fíggjarligu atferðina hjá brúkaranum ella til skaða fyri ein kappingarneyta.

Í hesum sambandi er tað uttan týdning um marknaðarføringartiltakið vendir sær til verandi kundar hjá tí vinnurekandi, eins og tað er uttan týdning, hvørt endamálið við marknaðarføringini hevur verið ein onnur. Tað fyriliggur brot á marknaðaføringarlógina § 3, stk. 1, so framt sum marknaðarføringin kann verða roknað at verða villeiðandi, og samstundis er egnað til at ávirka eftirspurningin ella at skaða ein kappingarneyta.

Posta greiðir frá, at tann nýtta útsøgnin ikki kann misskiljast, um so er at lisið verður í rætta samanhanginum. Tað kann kortini ikki krevjast at móttakaranum av einum marknaðarføringartilfarið, sum í hesum føri fevnir um 18 síður, at móttakarin skal lesa alt tilfarið frá enda í annan, fyri at sleppa undan villeiðing. Tvørturímóti skal tað verða greitt fyri tí vinnurekandi, at talan er ofta um tað mótsætta, at móttakarin bert lesur tær síður, sum er týðandi fyri viðkomandi.

Tað kann tí verða staðfest, at tann nýtta orðingin hjá Posta við røttum kann skiljast, sum ein samanbering við aðrar veitarar av líknandi tænastuveitingum, uttan mun til um hetta hevur verið tilætlað ella ei. Við atliti til at orðingin er í einum markaðarføringartilfari er hetta eisini tann mest naturliga fatanin av hesi útsøgn. Tað er í hesum sambandi uttan týdning, um tað faktuelt beinleiðis í marknaðarføringartilfarinum verða gjørdar tilvísingar til tænasuútboðsveitingar av kapppingarveitarum, við møguleika til villeiðing við órimuliga mangulfullum upplýsinginum. Eyðkenni fyri órimuliga ófullfíggjaðum upplýsingum er, at at tann villeiðingin, sum stendst av hesum, kundi verið sloppin undan, um so var at lýsarin hevði gjørt nakrar viðmerkingar afturat í síni marknaðarføring. Posta skuldi sostatt havt nýtt eina orðing, harið tað var greitt, at tað júst ikki var talan um eina samanbering við aðrar veitarar av líknandi tænasturm, men einans ein samanbering við samstarvsfelagar hjá Posta í sambandi við sendingar.

Niðurstøðan verður tí tann, at tann nýtta orðingin er brot á marknaðarføringarlógina § 3, stk. 1 um forboð mótvegis villeiðandi marknaðarføring fyri órimiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av slíkari tænastu, eisini til skaða mótvegis øðrum vinnurekandi, sum bjóða líknandi tænastu. Villeiðingin stendst av, at tann orðingin gevur brúkaraum og øðrum vinnurekandi tað skeivu fatan, at sendingar hjá Posta við DHL hava ein hægri prioritet enn sendingar veittar av øðrum veitarum fyri líknandi tænastuveitingar. Útsøgnin er tí í stóran mun vælegnað til villeiðing.

Brúkaraumboðið hevur staðfest, at Posta hevur tikið hesa avgerð til eftirtektar, og vil framyvir broyta orðingina, so at orðingin av marknaðarføringartiltakinum er í samsvar við marknaðarføringarlóginia.

Brúkaraumboðið ger ikki meir við málið.