02.12.2009

Avgerð: Sosialurin – redaktionellur tekstur og lýsingar.

Brúkaraumboðið hevur valt at tikið mál upp mótvegis tíðindablaðnum Sosialinum. Tann 21. oktober 2009, reisti Brúkaraumboðið spurningin mótvegis Sosialinum, um § 4 í marknaðarføring var hildin í sambandi við at Sosialurin hevði sent skriv út um, at tað var møguligt at fáa ókeypis greinar um fyrtøkuna, um lýst verður í serblaðnum FAROE EXPO.

 Sambært galdandi marknaðarføringarlóg verður sagt fylgandi:

 Almennar reglur á økinum:

§ 4. Ein lýsing skal vera soleiðis háttað, at lýsingin týðiliga verður uppfatað sum ein lýsing, uttan mun til hvønn form lýsingin hevur, og hvørjum miðli lýsingin verður borin fram í.

Ein lýsing skal týðulig og greitt verða fatað sum ein lýsing, uttan mun til hvussu hon verður framborin, og hvør fjølmiðli verður nýttur.

Ein fjald lýsing hevur tað eyðkenni, at avsendarin ynskir við vilja, at fjala at talan er um lýsing, og at tað veruliga endamálið er, at ávirka brúkaran at keypa ávísa vøru ella tænastu.

Slíkur lýsingarháttur gevur góð úrslit, tí at brúkarin ikki varnast at tað sum hann hevur lisið ella sæð ikki er ein grein, men í veruleikanaum ein lýsing.

Sum dømi kann nevnast, at eitt blað ger avtalu við eitt virkið um at skriva eina grein um virkið ella um vørur virkisins, og virkið afturfyri keypir lýsingar frá blaðnum. Um ikki er greitt tilskilað í blaðnum, at talan er um lýsingartilfar, er hetta í stríð við marknaðarføringslógina § 3 og § 4.

Eitt annað dømið er, at avtalað er við eitt virkið um at skrivað eina grein um virkið ella vørur virksins, og virkið afturfyri keypri lýsingar frá blaðnum. Um tað er greitt tilskilað í blaðnum, at talan er um lýsingartilfar, so er hetta ikki brot á marknaðarføringsreglurnar.

Tað er talan um fjalda lýsing, tá ið eitt blað ger avtalu við eitt virkið, um at blaðið skrivar eina grein um fyritøkuna ella vørur felagsins, og virkið afturfyri keypir lýsingar frá blaðnum og tað ikki greitt er tilskila, at talan er um lýsingartilfar.

Talan er tí um fjalda lýsing, og brot á § 4 í marknaðarføringarlógini, tá ið eitt blað ger avtalu við eitt virkið um, at blaðið ger eina vørulýsing á slíkan hátt, at lýsingin verður framborin sum ein blaðgrein. Í slíkum førum fer fram samantvinnan av redaktionellum tilfari og lýsing, og kann hetta verða villleiðandi fyri brúkaran, og tí eisini brot á § 3 í marknaðarføringarlógini um villleiðing.

Tá ið talan er um temabløð og eykabløð, sum verða send saman við teimum vanligu bløðunum, so er neyðugt, fyri at halda § 4 í marknaðarføringarlógini, at tað er greitt og týðuligt, at talan er um lýsingar ella lýsingartilfar.

Til ber at halda marknaðarføringarlógina § 4, tá ið talan er um greinar, sum verða bornar fram í temabløðum ella serbløðum um ymisk tiltøk ella ráðstevnir, um so er at hetta týðuliga og greitt verður skriva omanfyri at talan er um lýsing ella lýsingartilfar, so at brúkarin er tilvitaður og kunnaður um at greinar og ymiskt tilfar eru lýsingar.

Málið um sosialin:

Brúkaraumboðið hevur móttikið tann 17. nov. 2009 hoyringssvar frá Sosialinum umvegis advokat, har ið tikið verður undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum. Eisini hevur verið fundur partanna millum tann 12. nov. 2009. Á fundinum var nomið við eina neyva vegleiðing, har ið mørkini verða sett upp. Víst verður til leinkju hjá danska Brúkaraumboðsmanninum:http://www.forbrug.dk/forbrugerombudsmanden/sager-og-retningslinjer/retningslinjer/retningslinjer/reklameid/

Semja er eisini um at marknaðarføringarlógin er nýggj, og at fyritøkur og virkir, skulu fáa stundir at tillaga virksemi, so at lógin um góðan marknaðarføringarsið verður hildin.

Í hoyringssvarinum hevur Sosialurin lagt dent á, at í serblaðnum FAROE EXPO er lýst á ovasta bredda, at talan er um lýsingartilfar. Brúkaraumboðið metir at hetta var skriva við ov smáum, so hetta var ikki nøktandi, fyri at lesarin kann fata at alt sum er í blaðnum er lýsingartilfar.

Ì hoyringssvarinum verður eisini greitt frá, at Sosialurin beinanvegin tók stig til at broyta mannagongdinar. Longu í serblaðnum ”BILAR”, ið kom út vikuna eftir at serblaðið FAROE EXPO kom út, er frámerkingin gjørd týðulig soleiðis, at hon er nøtkanti í mun til marknaðarføringsreglurnar.

Niðurstøða:

Niðurstøðan í málinum um serblaðið FAROE EXPO er, at tíðindablaðið Sosialurin ikki á nøktandi hátt hevur hildið § 4 í marknaðarføringarlógini um lýsingaidentifikasjón, tí frámerkingin ovast á breddanum í blaðnum var skrivað við ov smáum bókstavum.

Sosialurin hevur tikið fult undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum. Brúkaraumboðið ger ikki meir við hetta mál.

Í  hesum sambandi vil Brúkaraumboðið senda til hoyringar donsku leiðregluna omanfyri til føroysku fjølmiðlarnar.

Vinarliga

Andrass Holm Arge,  Brúkaraumboð, Vágur tann 2. desember 2009