15.07.2010

Avgerð um ferðaseðlasølu hjá Smyril Line við Norrønu, tá øskan tarnaði flogferðsluna.

Samandráttur

Tann 18. mai fær Brúkaraumboðið eina kæru um Smyril Line í sambandi við, at øskuskíggini úr Íslandi tarnaðu flogferðsluna. Víst verður á, at Smyril Line um miðan apríl, tá eftirspurningurin eftir ferðaseðlum við Norrøni veksur munandi vegna øskuna, steðgar netsøluni av ferðaseðlum, og bert fer at selja ferðarseðlar umvegis telefon. Kærarin sigur í hesum sambandi, at hann ikki fær bjóða sama prís í telefonini, sum hann sá á netinum. Men at prísurin var vaksin munandi tí matur, seingjaklæði og ómaksgjald nú vóru løgd afturat.

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar, og fer at kanna um Smyril Line ikki hevur sýnt góðan marknaðarføringssið í sambandi við, at øskuskíggini elvdu til ein óvanligan stóran eftirspurning eftir ferðaseðlum við Norrønu.

Grein 1 í marknaðarføringslógini er soljóðandi:

Góður marknaðarføringssiður

§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

Ætlanin er, at hendan heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði umframt heimafrið.

Málið um Smyril Line

Kærarin vísur m.a. á:

  • At kærari um vikuskifti royndi at bíleggja sær ferðaseðil við Norrøni á netinum, men hettar riggaði ikki. Seinni fekk kærari at vita, at Smyril Line hevði steðgað søluni av ferðaseðlun á netinum.
  • At kærari mánamorgum fær samband við Smyil Line við telefon. Kærari fær nú ein annan prís at vita, enn tann hann sá á heimasíðuni hjá Smyril Line. Prísurin var nú 1064 kr. í mun til at Smyril Line á heimasíðuni hevði lýst við at tað bar til at koma til Danmarkar fyri einar 300 kr.

Smyril Line hevur í hoyringssvarið m.a. hesar viðmerkingar:

  • At Smyril Line steðgaði søluni av ferðaseðlum á netinum fyri at tryggja, at so nógv ferðafólk sum møguligt sluppu við Norrøni. t.d. var møguligt hjá einum persóni at bíleggja eitt 4- mans kamar á netinum. Hesum vildi Smyril Line sostatt steðgað fyri at fylla skipið.
  • At Smyril Line ikki hevði broytt treytir ella prísir í sambandi við at sølan av ferðaseðlum á netinum varð steðgað.
  • At orsøkin til at kærarin í telefonini ikki fekk bjóða ferðaseðilin fyri 300 kr. sambært lýsingini á heimasíðuni hjá Smyril Line varð tí hesir ferðaseðlar vóru útseldir.
  • At Smyril Line vanliga ikki selur couchettu ferðaseðlar. Men av tí at stóri eftirspurningurin førdi til, at fleiri fráferðir vóru útseldar, valdi Smyril Line at gera ein ferðaseðil við couchettu soviplássi, írokna tveimum morgunmatarborðum, tveimum buffeum, ómaksgjaldi og dýnu- og seingjaklæði fyri 1064 kr.
  • At hesin ferðaseðilin varð nýggjur, og hevur tískil ikki verið útboðin á netinum.

Niðurstøða

Netsølusteðgur av ferðaseðlum

Smyril Line steðgaði søluna av ferðaseðlum á netinum fyri at tryggja, at so nógv fólk sum møguligt sluppu við Norrøni.

Í hesum sambandi eru eingi viðurskifti í málinum sum benda á, at Smyril Line á órímiligan hátt hevur gagnnýtt stóra eftirspurningin eftir ferðaseðlum. t.d. hevur Smyril Line ikki broytt treytir – ella hækka prísir á ferðaseðlum sum Smyril Line lýsti við á netinum. Ferðaseðilin fyri 300 kr. var útseldur, og ferðaseðilin fyri 1064 kr. var nýggur.

Brúkaraumboðið metir sostatt grundgevingina fyri at steðga søluni av ferðaseðlum á netinum verða nøktandi og í tráð við góðan marknaðarføringssið.

Ferðaseðilin fyri couchettirnar

Um søluna av couchettum sigur Smyril Line, at vanligt er ikki grundarlag fyri sølu av hesum, men av tí at eftirspurningurin var so mikið stórur, gjørdi Smyril Line ein nýggjan ferðaseðil fyri couchettir.

Brúkaraumboðið ger vanliga ikki metingar av prísum hjá veitarum. Men orsakað av at serligar umstøður skapa ein stóran eftirspurning eftir ferðaseðlum við Norrøni, kann Brúkaraumboðið umvegis grein 1 meta um Smyril Line misnýtir hesa støðu við órímiligum prísum og treytum.

Avgerðandi fyri, um ferðaseðilin ikki er í tráð við góðan marknaðarføringssið, er ein ítøkilig meting av um samlaði prísurin eftir umstøðunum er órímiligur í mun til tað brúkarin fær.

Brúkaraumboðið metir ikki, at ein ferðaseðil fyri 1.064 kr. til danmarkar við Norrøni íroknað fýra máltíðir og seingjaklæði er at misnýta stóra eftirspurningin.

Brúkaraumboðið metir sostatt ikki, at sølan av hesum ferðaseðlum er í stríð við grein 1 í marknaðarføringslógini um góðan marknaðarføringssið.