30.07.2010

Avgerð um Føroya Tele í sambandi við niðurlegging av flaterate breiðbandsvirksemið.

Samandráttur

29. apríl 2010 fær Brúkaraumboðið eina kæru um Føroya Tele. Kæran er í samband við at Føroya Tele fer at niðurleggja flaterate breiðbandsvirksemið 1. September 2010, sum Føroya varð yvirtikið frá Iconcept í fjør.

Brúkaraumboðið hevur tikið málið upp til viðgerðar fyri at kanna, um Føroya Tele hevur yvirhildið treytirnar fyri at uppsiga yvirtikna breiðbandshaldið. Og um Føroya Tele hevur sýnt góðan marknaðarføringssið sambært grein 1 í marknaðarføringslógini í sambandi við at Føroya Tele bjóðar kærara at halda fram sum kundi hjá teimum.

 Reglur á økinum

Viðskiftatreytirnar hjá Iconcept siga soljóðandi um uppsagnir:

Uppsøgn 

Internetsambandið frá iConcept kann ikki sigast upp teir fyrstu 6 mánaðirnar, eftir at tænastan er stovnað , yvirtikin ella haldið er umskift frá nýtsluhaldi til flatrate. Verður haldið uppsagt, fella írestandi mánaðargjøld til gjaldingar beinanveg. Tá tú hevur havt breiðband frá iConcept í 6 mánaðir, kann haldið uppsigast uttan kostnað, og tú kanst gera tað tá tú vilt. Tó skulu vit hava eina undirskrivaða skrivliga uppsøgn, ið skal sendast okkum sum bræv ella telefaks. Minst til at skriva navn, bústað, kundanummar og telefonnummar. Haldið kann uppsigast við einum mánaða varningi til tann 1. í einum mánaði. iConcept kann uppsiga haldið við 30 daga ávaring.

 

Grein 1 í marknaðarføringslógini er soljóðandi

Góður marknaðarføringssiður

§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

Viðmerkingar til § 1

Ætlanin er, at hendan heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti

øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av

avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði

umframt heimafrið.

 Málið um Føroya Tele

Sagt verður m.a. í kæruni:

  • At kærari var kundi hjá Iconcept, tá ið Føroya Tele í fjør yvirtók kundaskaran hjá teimum.
  • At eitt umboð hjá internetdeildini hjá Føroya Tele tann 29. Apríl 2010 ringir til kærara og boðar frá, at Føroya Tele fer at niðurleggja heimasíðuna hjá Iconcept. Viðkomandi spyr um kærari hevur áhuga í at halda fram sum kundi hjá Føroya Tele, og um kærari ikki tekur av tilboðnum verður linjan slitin tann 1. September 2010.
  • At um kærari vildi halda fram sum kundi á Føroya Tele, fór gjaldi frá 269 kr. um mánaðin til 380 kr. um mánaðin.
  • At kærari skuldi svara innan mánin varð liðugur, og at kærari ger vart við, at síðsti arbeiðsdagur var henda dag.

Føroya Tele sigur m.a. í hoyringsskrivið:

  • At Føroya Tele yvirtók í fjør alt virksemið hjá Iconcept. Partar av virkseminum hjá Iconcept var breiðbandshald.
  • At avgerð er tikin um, at tann 1. Septbember 2010 verða breiðbandshald frá Iconcept niðurløgd, og at Føroya Tele hevur lagt stóra orku í at kunna viðskiftafólkini um hetta. Partvíst við at ringja til einstøku kundarnar, umframt at Føroya Tele tann 28 maj sendur skriv út til kundarnar, har Føroya Tele við tríggjar mánaða freist boðar frá hesum.

 Niðurstøða

Við yvirtøkuni av øllum virkseminum hjá Iconcept, yvirtekur Føroya Tele eisini tær viðskiftatreytir sum vóru galdandi ímillum Iconcept og viðskiftafólkini hjá Iconcept.

Sambært viðskiftatreytunum hjá Iconcept, kann iConcept uppsiga haldi fyri internetsambandi við 30 daga ávaring.

Føroya Tele sigur í hoyringsskrivið seg hava kunnað viðskiftafólkini um niðurleggingina av flaterate haldinum tann 1. September, við at ringja til einstøku kundarnar, umframt við skrivið tann 28. Maj, við trígga mánaða freist.

Við hesum fráboðanum hevur Føroya Tele sostatt yvirhildi treytirnar fyri at uppsiga internetsambandi við viðskiftafólkini sum Føroya Tele yvirtók frá Iconcept í fjør.

Kærari vísur á, at í sambandi við fráboðanina um at flaterate haldi fór at verða niðurlagt 1. September 2010, fær kærari eitt tilboð um at halda fram sum kundi hjá Føroya Tele. Gjaldi fyri internetsambandi fór tó at vaksa frá 269 kr. um mánaðin til 380 kr. um mánaðin. Kærari skuldi svara hesum innan mánaðin var liðugur, og síðsti arbeiðsdagur var henda dag. Hetta gevur eina freist uppá ein dag.

Grein 1 í marknaðarføringslógini krevur m.a. at vinnurekandi í síni sølu og marknaðarføring skula sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran. Avgerðandi fyri hvat góður marknaðaføringssiður er, kann m.a. vera ein meting av, hvat vanliga er galdandi í einstøku vinnugreinunum.

Brúkaraumboðið metir, at ein freist uppá ein dag at svara um kærari vil halda fram sum kundi við einum dýrari haldi als ikki er nøktandi, og í stríð við góðan marknaðarføringssið. Brúkaraumboði metir, at kærari í hesum føri í minsta lagi skuldi fingið eina freist uppá 14 dagar at svara í.

Brúkaraumboðið hevur verið í samskifti við Føroya Tele.

Føroya Tele tekur undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum, og ásannar, at tað ikki er nøktandi, at viðskiftafólk bert fáa ein dag freist at tekna nýtt breiðbandshald, og harmast um at henda støða er íkomin.

Føroya Tele hevur tó víst Brúkaraumboðnum á, at stig eru tiki um at betra hetta, áðrenn Brúkaraumboðið tók málið upp. Í skrivið frá 28 mai fáa breiðbandskundar hjá Iconcept einsljóðandi tilboð at skifta hald, sum tað, ið tey umvegis telefon fingu í apríl mánaði. Í skrivinum var freistin hjá kundunum at taka støðu til hettar tríggjar vikur.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við hettar mál.