25.01.2011

Avgerð um fýrverkslýsing hjá Sp/f Fýrverksølan.

Samandráttur

Tann 31/12 – 2010 tekur Brúkaraumboðið eitt mál upp mótvegis Sp/f Fýrverksølan. Málið snýr seg um, at Sp/f Fýrverksølan í sambandi við sølu av fýrverki á sølustaðnum lýsti við, at alt fýrverk var til sølu við 40 % í avsláttri.

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar fyri at kannað, um Sp/f Fýrverksølan hevur yvirhildið krøvini til prísmarknaðarføring sambært galdandi marknaðarføringslóg og brúkararættarsiðvenju.

Tær viðkomandi greininar til hettar málið eru § 9 um sølufremjandi tiltøk og § 3 um villleiðandi umrøðu.

Ásetingar sambært galdandi marknaðarføringslóg

§ 3 í Marknaðarføringslógini. Villleiðand umrøða v.m.

§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Viðmerkingarnar til § 3 í marknaðarføringslógini

Ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi. Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi. Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning. Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.

§ 9. Eitt sølufremjandi tiltak skal marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru greiðar og lætt atkomuligar hjá brúkarum. Eisini skal týðiliga upplýsast um virðið á møguligum eykaveitingum á tann hátt, at prísirnir á einstøku veitingunum verða upplýstir saman við samlaða tilboðsprísinum.
Stk 2. Tað skal vera møguligt at keypa einstøku vørurnar í tilboðnum hvør sær.
Stk. 3. Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, má bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.
Stk. 4. Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.
Stk. 5. Um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðaføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.

Viðmerkingar til § 9

Hendan ásetingin fevnir um sølufremjandi tiltøk so sum tilboð og útsølu, og skal hon millumannað skapa størri prísgjøgnumskygni í hesum sambandi.

Við at seta serlig krøv til upplýsing í sambandi við sølufremjandi tiltøk supplerar ásetingin tað generella kravið í lógini um góðan marknaðarføringssið og forboðið ímóti villleiðing og forboðið ímóti at lata órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar. Høvuðsendamálið við greinini er at geva tí einstaka brúkaranum góðar møguleikar skjótt at kunna meta um, hvussu gott eitt ávíst tilboð er fyri viðkomandi. Tí verða krøv sett um, at tilboðstreytirnar skulu vera greiðar og lætt atkomuligar, og at virðið av møguligum eykaveitingum skal upplýsast. Hetta seinasta er eitt nú galdandi fyri tilboð, har vanligar handilsvørur verða settar saman og seldar sum ein eind fyri ein samlaðan prís. Í slíkum førum verður harafturat kravt, at vørurnar kunnu keypast hvør sær. Hetta kravið hevur samband við kravið í stk. 1 um, at upplýsast skal um virðið á møguligum eykaveitingum á tann hátt, at tá vørurnar kunnu keypast hvør sær, verður handilsvirðið á einstøku vørunum greitt staðfest. Hartil forðar hetta kravið fyri, at brúkarar verða noyddir at keypa eina vøru, sum teir lítið leggja í, fyri at fáa eina vøru, sum teir vilja hava.

Í stk. 3 er sett inn, at ein príslækking, sum verður fráboðað, skal, um neyðugt, skjálprógvast. Hetta krav er ein natúrlig avleiðing av kravinum um, at príslækkingin skal vera verulig, og verður mett at hækka trúvirðið á eini fráboðaðari príslækking. Harafturat fer kravið at lætta um eftirlitið við, at lógin verður hildin. Sum stk. 4 er sett inn, at tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum. Ætlanin við hesum er at fáa ein standard fyri fráboðan av príslækkingum, sum millum annað ger tað lættari hjá brúkarum at meta um tilboð og at samanbera tilboð. Hetta forðar ikki fyri, at vinnurekandi eisini kunnu upplýsa um príslækkingina í prosentum ella krónum.

Ásetingin sigur ikki nágreiniliga, hvørjar upplýsingar skulu latast í sambandi við, at tilboðstreytirnar skulu vera greiðar og lætt atkomuligar. Hetta er knýtt at tí einstaka sølufremjandi tiltakinum og marknaðarføringini av hesum.

Málið um Sp/f fýrverkasøluna

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar.

  • Brúkaraumboðið var á sølustaðnum hjá Sp/f fýrverkasøluni 31/12 – 2010 og har kundi staðfestast, at við síðuna av sølustaðnum hjá Sp/f Fýrverkasølan var ein bannari sum fráboðaði, at fýrverk varð selt við 40% í avsláttri.

Hoyringsumfar av Sp/f Fýrverksølan

  • Sp/f Fýrverksølan hevur ikki viðmerkingar til fráboðaða avslátturin, og hevur ikki latið Brúkaraumboðnum skjøl sum prógv fyri, at príslækkingin ikki hevur verið villleiðandi og óverulig.

Niðurstøða

Tá vinnurekandi prísmarknaðarføra sínar vørur og tænastur við avsláttri og príslækkingum, skula treytirnar í § 3 um villleiðandi umrøðu og § 9 um sølufremjandi tiltøk verða loknar. § 3, stk. 4 krevur skjalprógv fyri upplýsningar um verulig viðurskifti, og § 9, stk. 3. 2. pkt krevur skjalprógv fyri príslækkingar. Krøvini til hesar prógvbyrður finnast í danskari og norðurlendskari brúkararættarsiðvenju. Brúkaraumboðið hevur síðan brúkaraumboðstovnurin varð settur á stovn í apríl 2009 fylgt danskari og norðurlendskari brúkararættarsiðvenju, og fer tí eisin at gera tað í hesum málið.

Í § 3 er ásett eitt generelt forboð fyri villleiðandi og órímiliga ófullfíggjaðum upplýsningum í marknaðarføringshøpi sum heild, meðan § 9 setur nøkur ítøkilig krøv til prísupplýsing í sambandi við tilboð og útsølu.

Meira ítøkiligt kann sigast, at § 3, stk. 1 ásetur at vinnurekandi í síni marknaðarføring ikki mugu nýtar skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsningar, sum kunnu ávirka eftirspurningin eftir vørum og tænastum. Sambært viðmerkingunum til greinina er greinin ætla til at verða nýtt í sambandi við tað sum vinnurekandi siga um sínar egnu vørur og tænastur, og skal m.a. tryggja, at villleiðandi og órímiliga ófullfíggjaðar upplýsningar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar og onnur vinnurekandi. Harumframt skula upplýsningar um verulig viðurskifti kunna skjalprógvast sambært §3, stk. 4.

Í § 9, stk. 3. er ásett, at príslækkingar bert mugu fráboðast, um so er at tær eru veruligar, og skula um neyðugt kunna skjalprógvast. Greinin fevnir um sølufremjandi tiltøk so sum tilboð og útsølu, og er sambært viðmerkingunum til greinina er endamálið við greinini at skapa størri prísgjøgnumskygni tá vinnurekandi selja fyri tilboðsprísir ella hava útsølu. Tað er við at seta serlig krøv til prísupplýsing, at greinin styðjar generella forboðið ímóti villleiðandi umrøðu.

Sambært leiðreglum til danska brúkararættarsiðvenju verður fráboðaður avsláttur mettur at verða ætlaður til at verða samanborin við vanliga søluprísin hjá tí vinnurekandi sum lýsir, um ikki annað er greitt tilskila.

Harumframt krevur donsk brúkararættarsiðvenja, at fyri at fráboðaður avsláttur ikki skal verða villleiðandi og óveruligur, skal vanligi prísurin hava verið galdandi í eitt longri tíðarskeið beint frammanundan fyri fráboðanina um avslátturin.

Slagi av marknaðarførdu vørunum er avgerandi fyri, hvussu leingi vanligi søluprísurin skal hava verið galdandi fyri at ein avsláttur ikki verður mettur at verða villleiðandi ella óveruligur. Tá talan er um vørður sum verða seldar í einum avmarkaðum tíðarskeiðið, er ásett í leiðreglum til danska brúkararættarsiðvenju, at vanligi prísurin sum tilboðsprísurin verður samanborin við skal hava verið galdandi í minsta lagi 4 samanhangandi vikur.

Grundað á, at tíðarskeiðið fyri fýrverksølu til vanliga føroyska brúkaran bert er nakrar fáar dagar um árið, er Brúkaraumboðið komi til ta niðurstøðu, at ikki er møguligt hjá fýrverkseljarum at lúka treytunum fyri at fráboða avsláttur og príslækkingar sambært marknaðarføringslógini og brúkararættarsiðvenju fyri prísmarknaðarføring. Útsagnir um avsláttur og príslækkingar eru tí villleiðandi og óverulig við tað, at prísir á fýrverki árliga eru galdandi í einum ov stuttum tíðarskeiðið fyri at kunnu metast fyri at vera støðugir prísir. Útsagnir um avsláttur og príslækkingar í sambandi við sølu av fýrverki kunnu tí ikki metast fyri at hava eitt veruligt innihald.

Brúkaraumboðið er tí komið til ta niðurstøðu, at fýrverkseljarar í síni marknaðarføring ikki mugu fráboða avsláttir og príslækkingar, tí stutta sølutíðarskeiðið av fýrverki førir við sær, at prógvbyrðan fyri avsláttur og príslækkingar ikki kan røkkast.

Sambært hoyringssumfarinum í málinum um Sp/f fýrverksøluna er greitt, at Sp/f fýrverksølan á sølustaði sínum við bannara fráboðaði, at alt fýrverk varð selt við 40% í avsláttri.  Sp/f fýrverksølan hevur ikki latið Brúkaraumboðnum skjøl sum prógv fyri, at fráboðaði avslátturin lúkar treytunum fyri prísmarknaðarføring í § 3, stk. 1 og § 9, stk. 3 og sambært omanfyri nevndu treytum í  brúkararættarsiðvenju.

Niðurstøðan í málinum er sostatt tann, at fráboðaði avslátturin á bannarinum hjá Sp/f fýrverksøluni hevur verið villleiðandi og óveruligur sambært § 3, stk. 1 og § 9, stk. 3, tí prísir á fýrverki eru galdandi í einum ov stuttum tíðarskeiðið fyri at avsláttir kunnu metast fyri at hava eitt veruligt innihald.

Brúkaraumboðið hevur verið í sambandi við Sp/f Fýrverksøluna, sum sigur seg taka undir við niðurstøðuni.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við hettar mál.