11.05.2011

Avgerð um gávukort – Bowlingahøllin á Hálsi.

Samandráttur

Brúkaraumboðið móttók tann 7. februar 2011 eina áheitan viðvíkjandi gávukort fyri 1 tíma bowling. Gávukortið er útgivið av Bowlingahøllini á Hálsi, og er galdandi í tíðarskeiðanum 20. desember 2010 til 15. februar 2011. Gávukortið er brúkt, sum ein partur av jólagávum frá vinnurekandi til starvsfólk. Kærarin spyr, hvørt tað er lógligt við so stuttari nýtslufreist á gávukortinum.

Brúkaraumboðið hevur avgjørt at viðgera málið, og í tí sambandi, koma við eini meting av, hvørt tað við útgávu av hesum gávukorti fyriliggur brot á reglur í marknaðarføringarlógini.

Marknaðarføringarlógin § 1 er soljóðandi:
Góður marknaðarføringssiður
§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

Ætlanin er, at hendan heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði umframt heimafrið.

Kæran viðvíkjandi Bowlinghøllin á Hálsi

Kærarin hevur m.a. gjørt vart við,

at nógvar fyritøkur hava latið sínum starvsfólkið gávukort uppá ein bowling tíma í jólagávu
at gávukortið einans er galdandi frá 20. december 2010 til 15. februar 2011
at nógv fólk ikki sleppa at bowla, tí øll vilja brúka gávukortið, áðrenn tað gongur út.

Hoyringssvar frá Bowlingahøllini á Hálsi

Bowlingahøllini á Hálsi hevur í sínum hoyringssvari sagt,

at freistin á gávukortinum er áset eftir ynski frá tí, sum hevur givið gávukortið sum jólagáva frá tí vinnurekandi,
at tíðarskeiðið er frammanundan lágárstíð fyri bowling,
at áminning var send út til fyritøkurnar, sum høvdu keypt jólagávukort til starvsfólk síni, við tí endamálið at gávukortini verða brúkt, áðrenn freistin er runnin,
at freistin var útsett, tí staðfest varð, at meginparturin av gávukortunum ikki vóru brúkt,
at gávukort eru góðtikin, hóast freistin er runnin.

Niðurstøða
Høvuðsreglan í MFL § 1 er eitt rættarligt aðalkrav, sum gevur rættareftirlitsmyndugleikanum – Føroya Rættur og Brúkaraumboðið – ein møguleika støðugt at virka fyri og tillaga rættarstøðuna, so hon svarar til galdandi samfelagsuppfatan av, hvat vinnurekandi kunnu gera, tá ið atlit eru tikin til tey try brúkaraverjuáhugaðu: Brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

Tað týdningarmesta við hesi høvuðsreglu er at tryggja eina virkna rættarsiðvenju, sum hevur eftirlit við teimum avtalutreytum, sum kunnu verða framdar av vinnurekandi.

Høvuðsreglan kann verða útgangstøði, fyri at fáa fatur í slíkum virksemi, hóast talan ikki er um brot á serreglurnar í MFL, sum tó beinleiðis innihalda eina atferð, sum kann verða roknað at verða í stríð við góðan marknaðarføringarsið, og sum av somu orsøk má verða forbjóðað. Tað er tí talan um eina meting av, um tann ítøkiliga atferðin útfrá eini breiðari meting, kann verða ólógligar støður – við atliti til brúkaraverndina í marknaðaføringarlógina, og tískil brot á marknaðarføringarlógina § 1.

Útgáva av einum gávukorti er ein verulig útsøgn, um at gera eina avtalu millum útgevaran av gávukortinum og móttakaran. Í hesum sambandi kann høvuðsreglan í MFL § 1 verða grundarlag fyri at hava eftirlit við órímuligum avtalutreytum, við tí endamáli at skapa eina hóskandi javnvág í teimum avtalukrøvum, sum tann sterki vinnurekandi ger mótvegis hinum avtalupartinum, sum vanliga hevur eina verri samráðingarstøðu. Einsíðis krøv eru órímulig, um so er at tey ikki taka hædd fyri verulig atlit, og tá ið tey eru óvanlig og óvantað fyri meðalmóttakaran, og tey raka tyngjandi tann veika partin

Í metingini um tað er ein nøktandi rímulig javnvág í avtaluni, skal verða mett úfrá eini heildarmeting.

Sambært fyrningarlógini er fyrningarfreistin fyri gávukort sum útgangsstøðið 5 ár, uttan so at annað er greitt avtalað. Um so er at ein onnur freist er avtalað, so skal freistin ikki verða órimiliga stutt. Tað finnast eingin fast regla fyri, hvussu stutt freistin kann vera. Sum heild skal longdin av freistini verða rímulig í tí aktuellu støðuni.

Sambært tí sum er nevnt omanfyri er Brúkaraumboðð av tí fatan, at ein avtalað freist minni enn eitt ár, fyri at brúka eitt gávukort sum heild er í stríð við MFL § 1 um góðan marknaðarføringarsið. At freistin er fastløgd til eitt ár er áset við atliti til avvarandi partar. Tað er í hesum sambandi av týdninigi, at tann vinnurekandi skal hava møguleika, fyri at avtala eina styttri freist enn 5 ár at gera brúk av einum gávukorti, við tí sjónarmiðið, at 5 ár er long tíð fyri tann vinnurekandi at verða bundin av einum gávukorti. Við atlitið til brúkaraáhugan, er tað av týdningi, at freistin skal verða av eini slíkari longd, at tann vanligi miðal brúkarin hevur ein veruligan og rímuligan møguleika, uttan stórvegis stríð, at nýta gávukortið, áðrenn freistin er runnin. Ein eitt ára freist í minsta lagi, verður roknað fyri at vera ein rímulig javnvág millum brúkaran og tann vinnurekandi.

Tað er soleiðis staðfest, at gávukort útgivið við einum bowlingatíma, við eini nýtslufreist minni enn 2 mánaðir er brot á marknaðarføringarlógina § 1 um góðan marknaðarføringarsið. Tað er í hesum sambandi uttan týdning, at nýtslufreistin er áset sambært avtalu við avtakaran, við tað at útgevarin av gávukortinum í síðsta enda hevur ábyrgdina av, at hetta er í samsvar við marknaðarføringarlógina.

Bowlingahøllin á Hálsi hevur tikið hesa avgerð til eftirtektar, og hevur í hesum sambandi gjørt avtalu við Brúkaraumboðið um, at gávukorti kann verða brúkt framtil 20. desember 2011. Bowlingahøllin á Hálsi tekur stig til at kunna viðkomandi virkir um, at freistin at brúka gávukort við einum bowlingatíma er tann 20. desember 2011.

Til ber eisini at frámelda tíðindaskriv, við at klikkja á hesa leinkjuna: -> {{unsubscribe}}