17.06.2011

Avgerð um heimasíðuprísupplýsing hjá Atlantic Airways.

Samandráttur

Tann 11. august 2010 fær Brúkaraumboðið eina kæru um, at upplýsningar um kostnaðin fyri at broyta ein ferðaseðil á heimasíðuni hjá Atlantic Airways ikki samsvara við tað sum Atlantic Airways veruliga krevur fyri at broyta ferðaseðlar.
Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar fyri at kannað, um prísupplýsingin á heimasíðuni hjá Atlantic Airways er í stríð við § 3 í marknaðarføringslógini um villleiðandi umrøðu, og § 13 í marknaðarføringslógini um prísupplýsing.

§ 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini er soljóðandi:

Villleiðandi umrøða v.m.

§ 3, stk. 1: Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.

Í sambandi við prísmarknaðarføring tryggjar § 3, stk. 1. at brúkarin fær nøktandi og rætta upplýsing um prísir. Lógarkravd avgjøld og onnur gjøld skula tí verða írokna í prísum sum eru upplýstir fyri brúkarum.

Fyri at upplýsningar eru í stríð við 3, stk. 1 skula hesir kunna ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum og tænastum. Kunnu upplýsningar ikki metast fyri at hava tílíka ávirkan, er § 3, stk. 1. yvirhildin. Kravið um ávirkan á útboð og eftirspurning forðar tí fyri, at smærri frávik og feilir í upplýsningum ikki eru fevnd av § 3, stk. 1.

Marknaðarføringarlógin § 13, stk. 1 og 2 er soljóðandi:

Prísupplýsingar
§ 13, stk. 1: Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.

§ 13, stk. 2: Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.

Endamálið við ásetingini er, at brúkarar, áðrenn teir keypa vøru á einum fysiskum handilsstaði ella í einum alnetshandli, skjótt og ómaksleyst kunna síggja, hvør samlaði prísurin á vøruni er. Brúkarin skal sostatt kunna vita frammanundan, hvør endaliga upphæddin verður, tá hann stendur við kassan og skal gjalda, ella tá hann fær eina rokning fyri keyp frá einum vinnurekandi.
Ásetingin er teknologineutral, tí brúkarar hava sama tørv á upplýsingum, antin teir keypa á alnetinum ella í fysiskum handlum. Krøvini til prísupplýsingar skulu gera tað møguligt hjá brúkarum at samanbera prísir á vørum innan sama vørubólk og hjá ymsum vinnurekandi. Hetta stuðlar undir eini vælvirkandi prískapping. Lógin forðar ikki fyri, at nýggj tøkni verður nýtt í sambandi við prísmerking. Nýgg tøkni, sum verður nýtt í staðin fyri siðbundna prísmerking ella prísskelting, má tó ikki hava við sær, at støðan viðvíkjandi prísupplýsing versnar. Prísupplýsingin skal alsamt lúka treytirnar í § 13. Avgjøld ella útreiðslur, sum verða kravdar frá brúkaranum í sambandi við, at hesin keypir eina vøru, men sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu at krevja beinleiðis frá brúkaranum, skulu ikki roknast upp í tann samlaða prísin, men upplýsast fyri seg. Við hesum verður tryggjað, at brúkarin fær eitt samlað yvirlit yvir tær fíggjarligu avleiðingarnar av keypinum, samstundis sum brúkarin fær at vita, hvussu nógv hann skal gjalda tí vinnurekandi. Sum dømi um avgjøld ella
útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu at krevja beinleiðis frá brúkaranum, kann nevnast gjald fyri tinlýsing av veð í fastari ogn ella rættargjøld.

Kæran viðvíkjandi Atlantic Airways
Kærari vísur m.a. á:

at Atlantic Airways kravdi 550 kr. í broytingargjaldi frá kærara fyri hvønn ferðaseðil í sambandi við broyting av tveimum ferðaseðlum, hóast broytingargjaldið sambært heimasíðuni hjá Atlantic Airways er 350 kr. fyri hvønn ferðaseðil.

at kærari hevur fingið at vita frá skrivstovuni hjá Atlantic Airways í Danmark umvegis telefon, at prísurin fyri at broyta eina ferðaseðil hjá hesi søludeild er 500 kr.

at tað er munur á treytunum fyri at broyta ein ferðaseðil á donsku og føroysku heimasíðuni hjá Atlantic Airways. Hetta tí at á donsku heimasíðuni stendur, at broytingargjald verður álagt um tað ikki er møguligt at broyta ferðaseðilin til eitt tíðarskeið, har príslegan fyri ferðaseðilin er tann sami.

Hoyringssvar frá Atlantic Airways
Atlantic Airways sigur m.a. í hoyringssvari:

at tað stendur á tí donsku og føroysku heimasíðuni hjá Atlanic Airways, at tá ferðaseðlar verða keyptir á øðrum sjálvstøðugum søludeildum og ferðaskrivstovum kunnu eykagjøld koma aftrat broytingargjaldinum á 350 kr.
at søludeildin hjá Atlantic Airways krevur 200 kr. aftrat teimum 350 kr. í um ein ferðaseðil verður broyttur.
at at danskar ferðaskrivstovur og danska søludeildin hjá Atlantic Airways vanliga krevja 500 kr. (350 kr. + 150 kr.), ímeðan føroyska søludeildin hjá Atlantic Airways og føroyskar ferðaskrivstovur vanliga krevja 550 kr. (350 kr. + 200 kr.).
at Atlantic Airways ikki hevur ávirkan á gjøld sum aðrar ferðaskrivstovur leggja aftrat teimum 350 kr. sum heimasiðan upplýsir um.
at tað bert er møguligt at broyta ein ferðaseðil fyri 350 kr. um ferðaseðilin er keyptur frá einari søludeild/ferðaskrivstovu í sambandi við eina kampanju, har broytingar í ferðaseðlum verða framdar uttan eyka gjøld.
at ósamsvarið ímillum donsku og føroysku heimasíðuna um prísleguna er grunda á, at danska heimasíðan er ætla danska marknaðin, og at aðrar reglur um upplýsing er eru galdandi her. Ósamsvarið kemst tí av, at danska heimasíðan er ætlað brúkarum á danska marknaðinum.

Niðurstøða
Sum nevnt omanfyri tryggjar § 3, stk. 1. at brúkarin fær nøktandi og rætta upplýsing um prísir. Ásetingin er tó avmarkað til bert at umfata gerðir, sum kunna ávirka útboð og eftirspurning. Brúkaraumboðið metir, at upplýsningar um kostnaðin at broyta eina bílagdan ferðaseðil hevur minni týdning í sambandi við keypi af ferðaseðli, tí broytingarkonstnaðurin er lutfalsliga lítil í mun til prísin á ferðaseðlinum. Brúkaraumboðið metir tí, at væntandi upplýsningar um kostnaðin at broyta ein ferðaseðil á heimasíðuni hjá Atlantic Airways ikki ávirkar útboðið ella eftirspurningin eftir ferðaseðlum, og tí eru væntandi upplýsningarnir um broytingarkostnaðin ikki í stríð við § 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini.

Tað at brúkarin hevur møguleika fyri at broyta ein ferðaseðil við at gjalda eina ávísa upphædd er ein sjálvstøðug tænasta. Sambært § 13, stk. 2 eru prísupplýsningar um tænastur eisini fevndar av krøvunum um prísupplýsing í § 13, stk. 1. Prís- og kostnaðar upplýsningar fyri broyting av ferðaseðlum skula tí lúka krøvunum í § 13, stk. 1. í marknaðarføringslógini.

Atlantic Airways skal sostatt upplýsa samlaða prísin fyri at broyta ein ferðaseðil írokna t.d. ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald og líknandi. Tað skal tó skiljast ímillum prísupplýsningarnar fyri broyting av ferðaseðli hjá søludeildini hjá Atlantic Airways, og prísupplýsningarnar fyri som tænastu hjá øðrum sjálvstøðugum søludeildum og ferðaskrivstovum.
Sambært § 13,stk. 1. 2. pkt. hava vinnurekandi ikki skyldu til at írokna avgjøld ella útreiðslur, sum vinnurekandi ikki hava skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum í samlaða prísin. Men hesi skula upplýsast fyri seg. Atlantic Airways skal tí ikki írokna gjøld sum aðrar sjálvstøðugar søludeildir og ferðaskrivstovur í tann prísin sum Atlantic Airways krevur fyri at broyta ein ferðaseðil. Atlantic Airways skal tó upplýsa brúkaran um prísin sum aðrar sjálvstøðugar søludeildir og ferðaskrivstovur taka fyri at broyta ferðaseðlar sum eru keyptir frá teimum.

Sambært hoyringsumfarinum kann staðfestast, at tað er upplýst á heimasíðuni hjá Atlantic Airways, at kostnaðurin fyri at broyta ein ferðaseðil hjá søludeildini hjá Atlantic Airways er 350 kr., við tí fyrivarni, at aðrar sjálvstøðugar søludeildir og ferðaskrivstovur møguliga krevja eykagjøld aftrat teimum 350 kr.
Grundað á, at søludeildin hjá Atlantic Airways krevur 200 kr. aftrat upplýsta kostnaðinum á 350 kr., og at ein ferðaseðil bert kann broytast fyri 350 kr. um aðrar skrivstovur ikki velja at krevja eykagjøld, kann staðfestast, at tað er sjálvdan, at ein ferðaseðil kann broytast fyri 350 kr. Upplýsningarnir á heimasíðuni hjá Atlantic Airways um, at ein ferðaseðil kann broytast fyri 350 kr. eru tí í stríð við § 13, stk. 2. stk. 1., tí at mest sannlíkni kostnaðurin fyri broytingina hjá søludeildini hjá Atlantic Airways er 550 kr. Tað hevur í hesum sambandi ongan týdning, at Atlantic Airways á heimasíðu síni tekur fyrvarni fyri øðrum gjøldum frá øðrum ferðaskrivstovum, tí at um brúkarin setur seg í samband við Atlantic Airways umvegis telefonnummarið sum er upplýst á heimasíðuni, er tað mest sannlíkt, at kostnaðurin fyri at broyta ein ferðaseðil er 550 kr. Atlantic Airways eigur sostatt at upplýsa at broytingarkostnaðurin er 550 kr. og ikki 350 kr. Atlantic Airways eigur haraftrat at upplýsa á donsku heimasíðu síni, at broytingarkostnaðurin er 500 kr., tí hetta er kostnaðurin brúkarin verður kravdur um brúkarin setur seg í samband við Atlantic Airways umvegis telefonnummarið á donsku heimasíðuni.

Brúkaraumboðið viðurkennur, at vinnurekandi mugu tillaga sínar heimasíður til lógir og reglur sum eru galdandi í teimum marknaðum, sum teirra heimasíður eru ætlaðar til. Brúkaraumboðið ger tí ikki meira við, at tað er ósamsvar ímillum donsku og føroysku heimasíðuna hjá Atlantic Airways.

Atlantic Airways hevur tikið undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum, og hevur í hesum sambandi framt broytingar á heimasíðuni síni, soleiðis at hon er í tráð við § 13, stk. 2. sí stk. 1. í marknðarføringslógini.
Brúkaraumboðið ger ikki meira við hettar mál.