25.06.2010

Avgerð um HM lýsing hjá Televarpinum.

Samandráttur

Tann 15. Juni fær Brúkaraumboðið eina kæru um, at ein lýsing hjá Televarpinum um at allir HM dystir síggjast á rásum teirra er villeiðandi. Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar, og fer at kanna um lýsingin er í stríð við grein 3 um villleiðandi umrøðu í marknaðarføringslógini.

 

Tað er ásett soleiðis í galdandi marknaðarføringslóg um villleiðandi umrøðu:

Villleiðandi umrøða v.m. 

   § 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
   Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
   Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
   Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Greinin er ætla at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um sínar egnu vørur og tænastur. Hetta er fyri at tryggja, at vinnurekandi ikki nýta skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar í síni marknaðarføring.

Greinin er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

Málið um Televarpið

22. juni 2010 fær Brúkaraumboðið hoyringsskriv frá Televarpinum.

Víst verður á, at Televarpið undan HM-kappingini í fótbólti var í samráðingum um avtalu, sum skuldi tryggja, at allir dystirnir í HM kappingini kundu síggast á teimum rásum, sum Televarpið sendir. Beint undan HM, herðir mótparturin tó síni sáttmálakrøv so mikið nógv, at samráðingarslit verður.

Meðan samráðingarnar fóru fram, hevði marknaðardeildin hjá Televarpinum bílagt lýsingar hjá Dimmalætting og Mess. Talan var um lýsing, har tað var fráboða, at allir HM- dystirnir kundu síggjast umvegis Televarpið.

Televarpið ger eftir hetta eina avtalu við Íslendska RUV, um at senda HM dystir umvegis RUV.

Samráðingarslitið førdi við sær, at Televarpið ikki megnaði at sýna tveir HM dystir, og at 6 eru ella verða sendir forskotnir á Rás 1.

Einstøk viðskiftafólk høvdu ynski um at keypa sær atgongd til tænastuna hjá Televarpinum sambært lýsingini, men hesi fingu boð um, at Televarpið ikki megnaði at liva upp til lýsingatekstin.

Niðurstøða

Teksturin í lýsingini er skeivur, tí at Televarpið ikki sýndi tveir HM dystir.

Fráboðanin í lýsingini hevur haft ávirkan á eftirspurningin á tænastuni hjá Televarpinum, við tað at viðskifta fólk hava vent sær til Televarpið við ynski um at keypa sær atgongd til tænastuna.

Niðurstøðan í málinum er tí, at lýsingin hjá Televarpinum er í stríð við grein 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini, tí hon inniheldur skeivar upplýsningar um eina tænastu, og hesir hava haft ávirkan á eftirspurningin eftir tænastuni.

Televarpið hevur tikið fult undir við niðurstøðuni  hjá Brúkaraumboðnum, og harmast um at Televarpið ikki megnaði at liva upp til innihaldi í lýsingini.

Televarpið hevur sýnt gott samstarv í málinum, og hesum takkar Brúkaraumboðið fyri.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við hettar mál.