07.07.2011

Avgerð um kæru mótvegis Vodafone

Samandráttur

Brúkaraumboðið fær tann 19/1 – 2011 eina kæru um eina lýsing hjá Vodafone sum var á www.portal.fo tann 17/1 – 2011.

Í kæruni verður víst á:

  1. Lýsingin byrjar við eini mynd av pinkubørnum við yvirskriftini: ”Hevur tú røttu og bestu samskiftisloysnina”. Hvønn málbólk er lýsingin ætlað til, og er tað óetisk at nýta myndir av pinkubørnum í marknaðarføringshøpi?
  2. Ongin minstaupphædd er upplýst í bindingstíðini á breiðbandshaldinum.
  3. Ongin minstaupphædd er upplýst i bindingstíðini á fastnethaldinum Heima.
  4. ”3 mðr. ókeypis í samband við nýstovnan av haldum”. ”Vodafone 500” er ikki frítt í 3 mðr. men bert í 1 ½ mðr.
  5. ”35% príslækking av Vodafone Heima”. Her verður ikke upplýst, at treytin er, at tú hevur fastnetstelefon 115,- kr. mðr. gjald.
  6. ”Ring inn og verð við í lutakastinum um 2.000 kr. um mð. í samskifti í 6 mðr.” Her er ikke upplýst, um tú skalt taka eitt heildarprát fyri at vera við í lutakastinum.

Brúkaraumboðið hevur tikið málið upp til viðgerðar fyri at kanna, um hvørt lýsingin er í stríð við ásetingar í marknaðarføringslógini.

Niðurstøða

Ad. 1 – 1.     Lýsingin byrjar við eini mynd av pinkubørnum við yvirskriftini: ”Hevur tú røttu og bestu samskiftisloysnina”. Hvønn málbólk er lýsingin ætlað til, og er tað óetisk at nýta myndir av pinkubørnum í marknaðarføringshøpi?

§ 1 um góðan marknaðarføringssið, § 8 um marknaðarføring ið vendir sær til børn og ung, og Vegleiðing um børn og ung og marknaðarføring eru viðkomandi ásetingar og leiðreglur fyri útsøgnina í kæruni omanfyri:

Góður marknaðarføringssiður

§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

Ætlanin er, at hendan heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti

øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av

avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði

umframt heimafrið.

Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung

§ 8. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.
Stk. 2. Marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.

Endamálið við ásetingini er at verja børn og ung í sambandi við marknaðarføring, ið er serliga

ætlað hesum bólki. Hon inniber eina herðing av hinum ásetingunum um marknaðarføring í

lógini, tá málbólkurin er børn og ung.

Børn og ung hava ikki neyðugu fortreytirnar og royndirnar at gera objektivar metingar av

lýsingum og kunnu í stóran mun verða ávirkað av marknaðarføring uttan at gerast tilvitað um

tað.

Børn og ung eru eisini løtt at tøla við tilboðum, sum verða givin við lyftum um gávur, luttøku í

kappingum við góðum vinningum og góðum møguleikum at vinna.

Bólkurin “børn og ung” fevnir um persónar, sum eru upp í 18 ára gomul. Tá marknaðarført

verður til hendan bólk, skal tó havast í huga meira neyvt, hvør aldursbólkurin er.

Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring

Grein 5.4 um sosial virði:

Marknaðarføring má ikki undanmáa sosial virði, til dømis við at geva eina fatan av, at barnið ella hin ungi kann fáa kropsligar, sosialar ella sálarligar fyrimunir fram um onnur børn ella ung á sama aldri, um barnið ella hin ungi eigur, nýtir ella fær sær eina ávísa vøru. Heldur ikki má gevast ein fatan av, at tann, ið ikki eigur, nýtir ella fær sær eina ávísa vøru, kann koma í mótsetta støðu.

Marknaðarføring skal vera formað á ein slíkan hátt, at børn og ung ikki fáa eina fatan av, at tey á nakran hátt verða verri stillað enn onnur børn og ung, ella verða útsett fyri vanvirðing og háðan, um tey ikki eiga, nýta ella fáa sær viðkomandi vøru.

Marknaðarføring má ikki undanmáa myndugleikan, ábyrgdina, skynið og ansnið hjá foreldrum og øðrum.

Marknaðarføring má ikki á nakran hátt innihalda áheitan til børn og ung um at freista foreldur ella onnur til at keypa teimum vøruna, ið lýst verður fyri.

Kærarin hevur í hoyringssvari í sambandi við útsøgnina víst á:

at      tað er ásett í  grein 5.4 í Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring:  Marknaðarføring má ikki á nakran hátt innihalda áheitan til børn og ung um at freista foreldur eller onnur til at keypa teimum vøruna, ið lýst verður fyri,

at      tað er ásett í Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring í grein 5.5: um vøran ikki vendir sær til børn og ung í øllum aldrum – skal fortelja hvønn aldursbólk vøran er ætlað til,

at      tað er óetiskt at nýta børn í lýsingum, um børn ikki eru málbólkurin fyri lýsingina.

Vodafone hevur í hoyringssvarið í sambandi við útsøgnina m.a. víst á:

at      málbólkurin fyri lýsingina er familjan, t.v.s. frá fólk frá uml. 25-50 ár,

at      myndin av tveimum pinkubørnum er vald sum ”blikfang”, tí myndin er viðkomandi fyri málbólkin familjur,

at      tað er órealistiskt, at pinkubørn brúka telefonir,

at      kampanjan ikki er málrætta børnum.

Sambært viðmerkingunum til § 8 um marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, er endamálið við ásetingini at verja børn og ung í sambandi við marknaðarføring, ið serliga er ætlað hesum bólki.

At vinnurekandi í síni marknaðarføring nýta myndir av børnum og ungum merkir ikki í sær sjálvum, at talan er um marknaðarføring mótvegis hesum. Harafturímóti er tað ein ítøkilig meting av hvørjum einstaka lýsingarátakið, sum avgerð, um ein lýsing kann metast fyri at verða ætlað børnum og ungum.

Av tí at pinkubørn ikki kunnu metast fyri at verða ein nátúrligur málbólkur innan telefontænastur, kann lýsingin ikki sigast at verða ætlað børnum, og tí er lýsingin við myndum av pinkubørnum við fartelefon ikki í stríð við § 8, stk. 1 í marknaðarføringslógini.

Av hesi somu orsøk er lýsingin heldur ikki í stríð við grein 5.4 í Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring. Lýsingin er ikki ætla børnum og kann tí ikki skiljast sum ein “áheitan til børn og ung um at freista foreldur ella onnur til at keypa teimum vøruna, ið lýst verður fyri”.

Kærari vísur á, at Vodafone sambært Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring skal upplýsa um, hvønn aldursbólk marknaðarførda vøran er ætla til. Vinnurekandi skula sambært vegleiðingini upplýsa um hettar, um marknaðarførda vøran “ikki vendir sær til børn og ung í øllum aldrum”. Hetta er tó eisini treyta av, at talan er um marknaðarføring mótvegis børn og ungum. Av tí at lýsingin sum nevnt ikki kann metast fyri at verða ætla børnum og ungum, hevur Vodafone ikki skyldu sambært leiðreglunum at upplýsa um hvønn aldursbólk vøran er ætla til.

§ 1, stk. 1. í marknaðarføringslógini kann sambært viðmerkingunum m.a nýtast ímóti øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum. Ásetingin kann tí verða viðkomandi í førum, har ið børn ella ung verða nýtt á óetiskan hátt í sambandi við marknaðarføring av eini vøru ella tænastu.

Myndirnar av pinkubørnum við fartelefon kunnu ikki metast fyri at verða óetiskar á nakran hátt, við tað at pinkubørnini ikki beinleiðis verða nýtt til at marknaðarføra eina vøru ella tænastu. Talan er heldur um eina tilvildarliga bakgrundsmynd fyri tilboðum frá Vodafone. Lýsingin er sostatt ikki óetiskt og tí ikki í stríð við góðan marknaðarføringssið.

Tað skal tó viðmerkjast, at ein ítøkilig meting í einum øðrum líknandi føri kundi verið fevnt av § 1, stk. 1. Vinnurekandi eiga sostatt at verða varin við, at nýta myndir av børnum og ungum í síni marknaðarføring, tí tílíkar myndir kunna ávirka børn og verða fevndar av § 1, stk. 1 og øðrum  ásetingum í marknaðarføringslógini.

Samanumtikið eru myndirnar við pinkubørnunum við fartelefon sostatt ikki í stríð vi𠧧 1, stk. 1, 8, stk. 1. í marknaðarføringslógini, ella leiðreglunum í Vegleiðing um børn og ung og marknaðarføring.

Ad. 2 – Ongin minstaupphædd er upplýst í bindingstíðini á breiðbandshaldinum.

§ 13, stk. 1 og stk. 2 eru í markanaðarføringslógini eru viðkomandi fyri útsøgnina:

§ 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.
Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.

Kærari hevur í hoyringssvari m.a. víst á:

at      breiðbandshaldið verður marknaðarført við eini bindingartíð á 6 mánaðir uttan at upplýsa um, at eitt minstagjald er knýtt at haldinum.

Vodafone hevur í hoyringsumfarinum m.a. víst á:

at      brúkarin eftir bindingartíðina á 6 mánaðir kann skifta til eitt annað hald, um hann ynskir,

at      minstagjaldi fyri bindingartíðina er ymiskt alt eftir, hvat fyri hald talan er um,

at      Vodafone átti at upplýst um, at eitt minstagjald var knýtt at haldinum á 6 mánaðir,

at      Vodafone harmast um hettar, og at mistakið verður rætta alt fyri eitt.

Sambært § 13, stk. 1 sí stk. 2 hava vinnurekandi skyldu til at upplýsa um tann samlaða prísin fyri sínar vørur og tænastur. Um vinnurekandi bjóða eina tænastu, sum fevnir yvir tíð, hava tey sostatt skyldu til at upplýsa um samlaða prísin fyri tænastuna yvir alt tíðarskeiðið íroknað ómaksgjøld, útreiðslur o.a.

Lýsingin hjá Vodafone á www.portal.fo tann 17.01.2011 var tí ikki í tráð við § 13, stk. 1. sí stk. 2. Brúkaraumboðið hevur tikið til eftirtektar, at Vodafone rættaði lýsingina beint eftir Vodafone varð kunnað um kæruna, og at fylgjurnar av væntandi prísupplýsingini tí hava verið avmarkaðar.

Ad. 3 – Ongin minstaupphædd er upplýst i bindingstíðini á heima.

§ 13, stk.1 og 2 eru eisini viðkomandi fyri hesa útsøgnina. Sí omanfyri.

Kærari hevur í sambandi við útsøgnina omanfyri m.a. víst á:

at      Vodafone í síni marknaðarføring av fastnethaldinum ”Heima” ikki upplýsir um minstagjald fyri bindingartíðina.

Vodafone hevur í hoyringsumfarinum í hesum sambandi víst á:

at      fastnethaldið ”Heima” ikki verður marknaðarført við eini bindingartíð,

at      brúkarar sum stovna haldið ”Heima” tí ikki eru bundnir eitt ávíst tíðarskeið

Tað kann sambært hoyringsumfarinum staðfestast, at brúkarin ikki verður bundin eitt ávíst tíðarskeið við at stovna haldið ”Heima”, og at tað tí ikki vænta upplýsningar í lýsingini um minstagjald.

Lýsingin er tí í tráð við § 13, stk. 1. sí stk. 2 í sambandi við haldinum ”Heima”.

Ad. 4 – ”3 mðr. ókeypis í samband við nýstovnan av haldum”.

§ 3 stk.1 um villleiðandi umrøðu í marknaðarføringslógini er viðkomandi og soljóðandi:

§ 3. Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.

Sambært viðmerkingunum til ásetingina er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

Kærarin hevur í hesum sambandi m.a. gjørt vart við:

at      ”Vodafone 500” ikki er ókeypis í 3 mðr. men bert í 1 ½ mðr.

Vodafone hevur í hoyringsumfarinum m.a. víst á:

at      tað er avmarkað hvat man fær á ein flashbannara, og tað ber ikki til at nevna allar avmarkingar som eru,

at      sjónvarpslýsingin úttrykkiliga sigur ”av flestu haldum”, og tað stendur somuleiðis á heimasíðuni, tá ið man trýstir á flashin, umframt blaðlýsingunum,

at      í 8 av 9 haldum hjá Vodafone er 3 mánaðir ókeypis.

Lýsingin á www.portal.fo tann 17.01.2011 fráboðaði: ”3 mðr. ókeypis í samband við stovnan av haldum”. Hetta kann geva eina fatan, at hetta er galdandi fyri øll hald hjá Vodafone. Lýsingin er á einum ”flashbannara”, har tað er avmarkað, hvussu nógv pláss er fyri upplýsningum. Tað er tí ílagi, um summar treytir ikki eru upplýstar, um brúkarin lættliga fær atgongd til treytirnar umvegis t.d. heimasíðuna hjá Vodafone.

Sambært hoyringsumfarinum er greitt, at 8 av 9 haldum hjá Vodafone eru ókeypis í 3 mánaðir. Tað er sostatt væl møguligt hjá brúkarum at fáa fatur í tilboðnum sambært lýsingini.

Upplýsningar í eini lýsing skulu kunna ávirka útboðið og eftirspurningin á vørum tænastum fyri at verða fevndir av § 3, stk. 1 um villleiðandi umrøðu. Brúkaraumboðið metir ikki, at tað, at fráboðanin í lýsingini ikki er galdandi fyri 1 hald av 9, ávirkar eftirspurningin, og at fráboðanin í lýsingini tí ikki er villleiðandi sambært § 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini.

Ad. 5 – ”35% príslækking av Vodafone Heima”.

§ 13, stk.1 og stk. 2. eru viðkomandi. Sí omanfyri. Harumframt er grein 4 í Leiðreglum á teleøkinum viðkomandi og soljóðandi:

”Prískunning okkara skal gera tað møguligt hjá tær at samanbera ymiskar vørur innan sama vørubólk frá ymiskum veitarum og harvið virka fyri einari effektivari kapping.  Tú hevur rætt til prísir, sum týðiliga upplýsa allar fastar og broytiligar kostnaðir og prískor, sum eru av týdningi fyri tilboðsmetingina. T.d. upplýsingar um minstu útreiðslu hjá tær í einum tíðarskeiði, har tú ert bundin av avtaluni.”

Kærarin hevur í hesum sambandi m.a. gjørt vart við:

at      lýsingin ikki upplýsir um, at tað er ein treyt fyri at tekna haldið ”Vodafone Heima”, at brúkarin frammanundan hevur teknað eitt vanligt fastnethald hjá Vodafone, har ið útreiðslan er 115 kr. um mánaðin.

at      tað í leiðreglum um marknaðarføring á teleøkinum í grein 4 er ásett:

Prískunning okkara skal gera tað møguligt hjá tær at samanbera ymiskar vørur innan sama vørubólk frá ymiskum veitarum og harvið virka fyri einari effektivari kapping.  Tú hevur rætt til prísir, sum týðiliga upplýsa allar fastar og broytiligar kostnaðir og prískor, sum eru av týdningi fyri tilboðsmetingina. T.d. upplýsingar um minstu útreiðslu hjá tær í einum tíðarskeiði, har tú ert bundin av avtaluni.

Vodafone hevur í sínum hoyringssvari m.a. víst á:

at      talan er um kunning um eina príslækking á einari verandi tænastu, og at talan tí ikki er um eitt tilboð.

Sambært § 13, stk. 1 í marknaðarføringslógini skulu vinnurekandi upplýsa um samlaða prísin á vørum og tænastum. Ásetingin fevnir um allar útreiðslur, ið skulu til, fyri at brúkarin kann ogna sær marknaðarførdu vøruna ella tænastuna.

Vodafone vísir á, at talan er um eina kunning um eina príslækking á einari verðandi tænastu, og tí ikki eitt tilboð. Í sambandi við um eitt marknaðarføringsátak er fevnt av § 13, hevur tað ikki týdning, hvussu marknaðarføringin av eini vøru ella tænastu kann kallast, men um talan er um marknaðarføring av eini vøru ella tænastu ella ikki.

Tað er greitt sambært hoyringsumfarinum, at tilbóðið ”Vodafone Heima” bert er atkomuligt hjá brúkarum, sum frammanundan hava eitt fastnethald hjá Vodafone við eini útreiðslu á 115 kr. um mánaðin. Tá ”Vodafone Heima” haldið í sær sjálvum kostar 49 kr. um mánaðin, og er treytað av, at brúkarin frammanundan hevur bundið seg til eitt hald á 115 kr. um mánaðin, er veruligi kostnaðurin fyri ”Vodafone Heima” í minsta lagið 164 kr. um mánaðin.

Brúkarin hevur sambært Leiðreglum um marknaðarføring á teleøkinum krav uppá at fáa týðiliga upplýsning um allar fastar og broytiligar prísir.  Endamálið við ásetingunum í leiðreglunum er, at brúkarin lætt og skjótt skal kunna samanlíkna prísir frá ymiskum vinnurekandi, á vørum og tænastum, sum eru í sama vøru- og tænastu bólki. Hetta er fyri at brúkarin skal kunna fáa yvirlit yvir prísir á vørum og tænastum sum líkjast, og so at kappingin ímillum vinnurekandi gerst munadygg.

Brúkaraumboðið metir sostatt, at væntandi upplýsningar um treytirnar fyri tilboðum, um at brúkarin frammanundan skal hava bundið seg til eitt fastnethald á 115 kr. um mánaðin, er í stríð við § 13, stk. 1. sí stk. 2 í marknaðarføringslógini, og grein 4 í leiðreglunum um marknaðarføring á teleøkinum viðvíkjandi prískunning.

Ad. 6 – ”Ring inn og verð við í lutakastinum um 2.000 kr. um mð. í samskifti í 6 mðr.”

§ 11, stk. 1 í marknaðarføringslógini er soljóðandi:

Søla av vørum ella tænastum til brúkarar má ikki stimbrast við møguleika fyri vinningi frá luttøku í lutakasti, virðislønarkappingum ella øðrum tiltaki, hvørs úrslit byggir á tilvildina, um luttøkan er treytað av, at luttakararnir keypa vøru ella tænastu.”

Kærarin hevur m.a. gjørt vart við:

at      tað ikki er upplýst um, at tú skalt taka eitt heildarprát við Vodafone, fyri at vera við í lutakastinum,

at      § 11, stk.1 í marknaðarføringslógini um lutakast og virðislønarkappingar ásettur:

Søla av vørum ella tænastum til brúkarar ikki má stimbrast við møguleika fyri vinningi.

Vodafone hevur í hoyringsumfarinum víst á:

at      øll, sum ringja inn, eru við í lutakastinum um 2.000,00 kr. um mð í samskifti frá Vodafone,

at      tey, sum ringja inn, eru fríttstillaði til at takka nei til eitt heildarprát,

at      kappingin ikki er treyta av keypi.

Ásetingin í § 11, stk. 1 forbjóðar, at vinnurekandi skipa fyri kappingum, har ið úrslitið byggir á tilvild t.d. lutakast, har brúkarar kunna luttaka treyta av, at teir keypa eina vøru ella tænastu. Ásetingin fevnir hinvegin ikki um kappingar, har úrslitið byggir á tilvild, um luttøka ikki er treytað av einum keypi.

Sambært hoyringsumfarinum er greitt, at tað stendur øllum frítt at ringja inn til Vodafone og lutttaka í kappingini, at luttøka ikki er treyta av keypi, og at lutttøka ei heldur er treyta av einum ”heildarpráti” við Vodafone.

Talan er sostatt um ein kapping sum byggir á tilvild, men sum ikki er treyta av keypi, og tí er kappingin hjá Vodafone ikki í stríð við § 11, stk. 1 um lutakast og virðislønarkappingar.

Samanumtikið hevur Vodafone tikið undir við teimum niðurstøðum, sum Brúkaraumboðið hevur gjørt í sambandi við innkærdu lýsingina. Vodafone hevur haraftrat rættað lýsingina til so skjótt, sum Vodafone hevur fingið kunnleika um, at partar av lýsingini ikki er í tráð við ásetingar í marknaðarføringslógini. Skaðin av lýsingini hevur tí verið avmarkaður, og tí ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið.

Brúkaraumboðið vil tó viðmerkja, at niðurstøðan ikki slóðar fyri eini meginreglu um, at marknaðarføringstiltøk í stríð við marknaðarføringslógina, sum verða rætta skjótt, og tí hava avmarkaðan skaða, ikki kunna føra til revsiátøk sambært revsirættarligum ásetingum í marknaðarføringslógini. Hetta er bert galdandi í hesum ítøkliga máli grunda á eina ítøkiliga meting.