05.07.2011

Avgerð um kæru um marknaðarføringarátak hjá Vodafone.

Samandráttur

Tann 12/11 – 2010 fær Brúkaraumboðið eina kæru um eitt marknaðarføringsátak hjá Vodafone av vøruni ”Vodafone Startpakki”. ”Vodafone Startpakki” inniheldur m.a. fartelefonina ”Vodafone 246”, og upplýsningarnir á pakkanum eru á føroyskum og eru fylgjandi:

• ”Vodafone 246 er rætta telefonin, um tú ynskir eina einfalda og vælvirkandi telefon til vanligt brúk. Telefonin hevur m.a. innbygt FM-radio, lummaroknara, litskíggja og lummalykt.
• Pakkin inniheldur eina Vodafone 246 fartelefon, løðara, headset, telefonnummar, talutíð og leiðbeining.”

Fartelefonin í pakkanum ”Vodafone 246” verður marknaðarførd sum ”Mín fyrsta telefon”. Tað vísur seg, at fartelefonin er framleidd í Englandi, og inniheldur tí ikki føroyskt ella danskt stavrað, men bert tað enska stavraðið.

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar fyri at kannað, um marknaðarføringsátakið er í tráð við marknaðarføringslógina.

Marknaðarføringarlógin § 3 er soljóðandi:

Villleiðandi umrøða v.m.

§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
Stk. 2 Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Ásetingin í marknaðarføringarlógini § 3, stk. 1 forbjóðar at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar.

Ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

Kæran viðvíkjandi Vodafone

Kærarin hevur m.a. gjørt vart við,

at ”Vodafone Startpakki”, sum inniheldur fartelefonina ”Vodafone 246”, verður marknaðarførdur á føroyskum, hóast at fartelefonin í pakkanum er framleidd í Englandi og tí bert inniheldur enskt stavrað

at ”Vodafone 246” verður marknaðarførd sum ”Mín fyrsta telefon”, og at marknaðarføringsátakið og fartelefonin tí má verða ætla børnum, sum ikki eru før fyri at skriva sms á enskum.

at ”Vodafone Startpakki” ikki upplýsir um, at talan er um eina enska fartelefon, sum bert inniheldur enskt stavrað.

Hoyringssvar frá Vodafone
Vodafone hevur m.a. í sínum hoyringssvari víst á:

at Vodafone áðrenn marknaðarføringsátakið var vitandi um, at fartelefonin bert hevði enskt stavrað.

at soljóðandi er ásett í grein 3 í ”Leiðreglur um marknaðarføring á teleøkinum” om ”Kunning um søla og utgerð”:

”Tú hevur rætt til greiða og nøktandi kunning, tá ið tú keypir útgerð ella tænastur; tað vil siga kunning um prísir, avtalutreytir, funktiónir v.m. Kunning um tøkniliga uppsetan og nýtslu av útgerð og tænastum kann vera á føroyskum, norðurlendskum ella enskum máli.”

at í vanligum ”sms máli” er d ístaðin fyri ð og ae ístaðin fyri æ.

at Vodafone kundi upplýst, at fartelefonin bert innihelt enskt stavrað, serliga tá fartelefonin varð marknaðarførd sum ”Mín fyrsta telefon”.

Niðurstøða

Sambært § 21, stk. 1. í marknaðarføringslógini umsitur Brúkaraumboðið marknaðarføringslógina, og hevur í tí sambandi eftirlit við, at lógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar. Í sambandi við hettar ítøkiliga mál, kan tí nevnast, at Brúkaraumboðið ikki hevur eftirlit við, um vørur av ymsum orsøkum ikki áttu at verið loyvdar á føroyska marknaðin. Eftirlitsøkið hjá Brúkaraumboðnum fevnir um marknaðarføring av vørum og tænastum, og tí eisini um marknaðarføring av eginleikum hjá vørum. Brúkaraumboðið hevur tí ikki heimild at taka støðu til, um hvørt Vodafone kann marknaðarføra eina fartelefon, sum bert hevur enskt stavrað, til føroyska brúkaran, men um marknaðarføringin av fartelefonini er í tráð við marknaðarføringslógina.

Sambært § 3, stk. 1 hava vinnurekandi ikki loyvi til at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órimiliga ófullfíggjaðar upplýsningar, sum kunnu ávirka eftrispurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðis- og tænastuveitingum.

Brúkaraumboðið hevur í samstarvi við Vodafone gjørt ”Leiðreglur um marknaðarføring á teleøkinum”. Grein 3 um ”kunning um søla og útgerð” er soljóðandi:

”Tú hevur rætt til greiða og nøktandi kunning, tá ið tú keypir útgerð ella tænastur; tað vil siga kunning um prísir, avtalutreytir, funktiónir v.m. Kunning um tøkniliga uppsetan og nýtslu av útgerð og tænastum kann vera á føroyskum, norðurlendskum ella enskum máli.”

Kæran í hesum málið snýr seg ikki um upplýsningar um tekniska uppsetan ella eina vøru vegleiðing, men um hvørt tað er villleiðandi at upplýsa um innihaldi á eini vøru á føroyskum, tá vøran er ensk, og tí bert hevur enskt stavrað. Sambært leiðreglunum omanfyri hevur føroyski brúkarin ”…rætt til greiða og nøktandi kunning, tá ið tú keypir útgerð ella tænastur; tað vil siga kunning um prísir, avtalutreytir, funktiónir v.m. Kunning um tøkniliga uppsetan og nýtslu av útgerð og tænastum kann vera á føroyskum, norðurlendskum ella enskum máli.” Tað at ”Vodafone Startpakki” ikki fráboðar, at Vodafone 246 bert hevur enskt stavrað, er tí í stríð við grein 3 í leiðreglunum.

Tað at ”Vodafone Startpakki” við Vodafone 246 verður marknaðarførdur á føroyskum, er í sær sjálvum ikki villleiðandi marknaðarførsla, hóast at fartelefonin bert hevur enskt stavrað. Tað sum er avgerðandi fyri, um talan er um villleiðandi marknaðarførslu, er um fráboðaðu upplýsingarnir eru skeivir, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðir.

Vodafone marknaðarførir sínar vørur og tænastur til føroyska brúkaran á føroyska marknaðinum. Vodafone kan tí sjálvsagt ikki lastast fyri at nýta móðurmálið hjá brúkaranum í síni marknaðarføring. Hetta er bara ein fyrimunur fyri føroyska brúkaran, og í tráð við § 7a, stk. 1. í marknaðarføringslógini, har tað er ásett at lýsingar og lýsingatilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum.

Ásetingin í § 3, stk. 1 er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

Á ”Vodafone startpakki” sum málið snýr seg um, stendur:

• Vodafone 246 er rætta telefonin, um tú ynskir eina einfalda og vælvirkandi telefon til vanligt brúk. Telefonin hevur m.a. innbygt FM-radio, lummaroknara, litskíggja og lummalykt.
• Pakkin inniheldur eina Vodafone 246 fartelefon, løðara, headset, telefonnummar, talutíð og leiðbeining.”

Tað er sostatt ikki fráboða á pakkanum, at Vodafone 246 bert hevur enskt stavrað. Brúkaraumboðið metir, at upplýsningar um hetta kunnu verða avgerðandi fyri, um hvørt føroyski brúkarin keypir startpakkan ella ikki. Upplýsningar um, at talan er um ”eina einfalda og vælvirkandi telefon til vanligt brúk” og ”Mín fyrsta telefon”, geva haraftrat brúkaranum eina fatan, at talan er um eina fartelefon sum inniheldur allar neyðugar funktiónir til vanligt brúk hjá bæði børnum og vaksnum, og fartelefonin tí eisini hevur føroyskt/danskt stavrað.

Grundað á, at upplýsningar á startpakkanum geva brúkaranum ta fatan, at talan er um eina fartelefon, sum er egna til vanligt brúk, og væntandi upplýsningar um, at Vodafone 246 bert hevur føroyskt stavrað, metir Brúkaraumboðið at talan er um villleiðandi marknaðarføring sambært § 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini. Tað kann nevnast, at tað, at Vodafone ikki upplýsir um, at Vodafone 246 er avmarkað til enskt stavrað, í sær sjálvum er villleiðandi marknaðarføring sambært § 3, stk. 1, tí at upplýsningarnir eru órímiliga ófullfíggjaðir.

Treytin í § 3, stk. 1, um at upplýsningar fyri at kunnu metast fyri at verða villleiðandi skulu kunna ávirka útboð og eftirspurning eftir vørum, er uppfylt, tí eftirspurningurin eftir eini fartelefon, sum er avmarkað til enskt stavrað, má metast fyri at vera minni enn eftirspurningurin eftir eini tílíkari fartelefon, sum hevur føroyskt ella danskt stavrað.

Eftir at Vodafone hevur fingið kunnleika um kæruna um ”Vodafone Startpakki”, hevur Vodafone gjørt fylgjandi:

• sett frámerki á, at telefonin hevur enskt alfabet
• hava ikki tikið nýggjar telefonir heim
• sett seg í samband við framleiðara at fáa telefonina broytta
• veitt fult endurgjald til kundar, sum ynskti at lata telefon innaftur.

Brúkaraumboðið ger ikki meir við hetta mál.