25.01.2011

Avgerð um lýsing hjá Balslev Timburhandli um ókrútsevnið.

Samandráttur

12 maj 2010 fær Brúkaraumboðið eina kæru um eina lýsing av ókrútsevninum Keeper í lýsingablaðnum Bygma hjá Balslev Timburhandli.

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar, og fer at kanna, um lýsingin er í tráð við góðan marknaðarføringssið sambært § 1 og § 3 um villleiðandi umrøðu í marknaðarføringslógini.

Lógir á økinum

§ 1 í Marknaðarføringslógini. Góður marknaðarføringssiður

§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

Viðmerkingarnar til § 1 í marknaðarføringslógini

Til § 1

Ætlanin er, at hendan heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti

øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av

avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði

umframt heimafrið.

§ 3 í Marknaðarføringslógini. Villleiðand umrøða v.m.

§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Viðmerkingarnar til § 3 í marknaðarføringslógini

Ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi. Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi. Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning. Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.

Málið um Balslev Timburhandil.

Í kæruni verður m.a. víst á:

  • At lýsingin: “Evni móti øllum ókrúti. Verður úpptikið av plantunum, soleiðis at eitrið ikki ávirkar moldina. Virkar best sum sprænievni. 1 litur røkkur til 500 m2, ikki er rættur. Hetta tí at Keeper inniheldur pesticidina glyfosat, sum sambært ymiskum kanningum, kann hava ein neiliga ávirkan á umvhørvi.
  • At lýsingin kann føra til, at brúkarin ikki gerst tilvitaður um tey árin nýtsla av Keeper hevur fyri brúkaran og hansara umhvørvi.
  • At lýsingin kann føra til, at brúkarin keypir ókrútsevni í tí trúgv, at tað kann nýtast og goymast á sama hátt sum onnur vanlig havaútgerð.

Balslev sigur í hoyringsskrivið m.a.:

  • At Balslev Timburhandil hevur verið í samskifti við teirra veitara av Keeper um lýsingina, og at hesin hevur fylgjandi viðmerkingar:

Hermed vores kommentarer til Jeres avis-annonce:
Keeper er godkendt af Miløstyrelsen i Danmark med Reg nr 18-364.
I den godkendte tekst står der, at Keeper nedbrydes hurtigt i jorden og at der allerede efter få dage kan sås planter og grøntsager.
Denne tekst har sit udspring i den nuværende risikovurdering af stoffet foretaget af Miljøstyrelsen
Det vil altså sige, at med normal anvendelse af stoffet, vil der efter de gældende foreskrifter ikke være nogen unødig risko hvis stoffet rammer jorden, da det nedbrydes hurtigt.
Vi mener derfor intentionen bag den skrevne tekst har været korrekt.

  • Balslev Timburhandil vísir eisini til hvat veitarin Bayer Garden sigur í lýsingabløðum sínum viðv. moldini:

Hvad bliver der af det Keeper mod ukrudt, som rammer ved siden – ned på jorden? Man kan jo ikke ramme helt præcist?
Aktivstoffet i Keeper mod ukrudt – glyphosat – er 100% nedbrydeligt. Så snart glyphosat rammer jorden, binder det sig til jordpartiklerne og nedbrydes af jordens naturlige mikroorganismer til fosfat, kuldioxid, nitrat og vand – stoffer som findes i jorden allerede.

  • At í flestu lýsingum í Danmark stendur eisini at keeper ikki ávirkar moldina, og at Balslev tí skrivar líknandi í síni marknaðarføring.
  • At vøran er góðkend, og at Balslev út frá tí metir, at teksturin í lýsingini tí ikki er villleiðandi.

Umhvørvisstovan sigur m.a. í hoyringsskrivið:

  • At Lýsingin “verður upptikið í plantunum soleiðis at eiturið ikki ávirkar moldina” samsvarar ikki við vørumerkingina á Keeper, sum er skrivað av framleiðaranum Bayer Garden. At hetta kann staðfestast, tí at hóast glyfosat er skjótt niðurbrotið má tað ikki brúkast undir frukttrøð seinni enn ein mánað áðrenn jørðin skal sáðast. Og at vørumerkingin ásetur eina trygdartíð uppá 2 vikur frá tí at jørðin verður viðgjørd  og til man kann sáa/planta á staðnum har sprænt hevur verið við Keeper.
  • At glyfosat er eitrandi fyri vatnlivandi organismir, og tískil kann evnið hava neiligt árin á verum í vatni. Serliga um alt ikki verður tikið upp á staðnum.
  • At tað er vandi fyri at glyfosat spjaðir seg, um tað regnar beint eftir viðgerð, og at hesa støðuna hava vit ofta í Føroyum.
  • At umhvørvisstovan vil mæla vinnurekandi til at vera umhugsin í sambandi við sølu og marknaðarføring av evnum sum kunna verða umhvørvisskaðilig, og at taka vandan fyri umhvørvisárin í álvara.

Niðurstøða.

Vinnurekandi skula sambært § 1 í marknaðarføringslógini sýna góðan marknaðarføringssið. Greinin er ein heildartreyt, og kann m.a. nýtast ímóti øllum sløgum av órimiligum sølu – og lýsingatiltøkum.

Sambært § 3, stk. 1 mugu vinnurekandi í síni marknaðarføring m.a. ikki nýta villleiðandi upplýsningar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum og tænastum. Vinnurekandi eru samstundis eisini áløgd at kunna skjalprógva upplýsningar um verulig viðurskifti sum verða fráboða í marknaðarføringshøpi sambært § 3, stk. 4.

Ein lýsing er sostatt fevnd av § 3, stk. 1 um lýsingin fráboðar upplýsningar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið eftir marknaðarførdu vørunum.

Av tí at talan er um eina lýsing í einum lýsingablaðið, og at henda fráboðar, at Keeper ikki ávirkar moldina, metir Brúkaraumboðið, at lýsingin kann hava ávirkan á eftirspurningin eftir Keeper. Lýsingin er sostatt fevnd av § 3, stk. 1. og upplýsningar um verulig viðuskifti skula tí kunna skjalprógvast sambært § 3, stk. 4.

Sum skjalprógv fyri upplýsningunum í lýsingini, vísir Balslev m.a. til donsku umhvørvisgóðkenningina av Keeper, sum Miljøstyrelsen hevur latið til danska veitarin av Keeper hjá Balslev Timburhandil. Og at tað m.a. í hesum teksti stendur skriva, at Keeper skjótt verður niðurbrotið í jørðini.

Brúkaraumboðið hevur biðið Umhvørvistovuna gjørt viðmerkingar til, um hvørt skjølini sum Balslev Timburhandil vísir til skjalprógva fyri upplýsningunum í lýsingini.

Umhvørvisstovan staðfestir í hesum sambandi m.a, at teksturin í lýsingini “verður upptikið í plantunum soleiðis at eiturið ikki ávirkar moldina”, ikki samsvarar við vørumerkingina á Keeper.

Brúkaraumboðið tekur í hesum máli ikki støðu til tey árin Keeper kann hava á umhvørvi. Men um Balslev Timburhandil á nøktandi hátt kann skjalprógva fyri tekstinum í lýsingini.

Sambært skjølum sum Balselv Timburhandil hevur latið Brúkaraumboðnum, er umhvørvisgóðkenningin av Keeper treyta av, at Keeper er merkt við eini vørumerking, sum er góðkend av Miljøstyrelsen. Skjølini vísa, at vørumerkingin á Keeper er góðkend av Miljøstyrelsen.

Brúkaraumboðið hevur ein greiða støðu til, at tað sum heild ikki er í tráð við góðan marknaðarføringssið, um vinnurekandi í síni marknaðarføring nýta upplýsningar sum ikki samsvara við fyrivarnum í vørumerkingini á teimum vørum sum verða marknaðarførdar.

Í hesum málið um Balslev Timburhandil hevur serkønur stovnur staðfest, at teksturin í lýsingini ikki samsvarar við vørumerkingina á marknaðarførdu vøruni. Brúkaraumboðið metir tí, at lýsingin ikki er í tráð við heildartreytina í § 1 um góðan marknaðarføringssið.

Brúkaraumboðið metir harumframt, at ósamsvarið ímillum vørumerkingina og tekstin í lýsingini í hesum ítøkliga føri kann villleiða brúkaran um hvussu ókrútsevni kann nýtast, og hvørji árin tað kann hava á brúkarans umhvørvi.

Niðurstøðan í málinum er sostatt tann, at lýsingin um ókrútsevni Keeper hjá Balslev Timburhandli ikki er í tráð við §1 um góðan marknaðarføringssið og § 3 um villleiðandi umrøðu í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við hettar mál.