02.07.2010

Avgerð um lýsingaátak hjá Atlantic Airways.

Samandráttur

8. juni 2010 fær Brúkaraumboðið eitt kæruskriv, sum sigur, at lýsing hjá Atlantic Airways í Sosialinum 7. Juni ikki er eftirfarandi. Víst verður á, at kærarin ikki sleppur at bíleggja ferðaseðlar sambært lýsingini, hóast treytirnar í lýsingini eru loknar.

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar og fer at kanna um, Atlantic Airways lýkur teimum serligu krøvum til sølufremjandi tiltøk sambært grein 9 í lóg um marknaðarføring. Harumframt fer Brúkaraumboðið at kanna, um lýsingin er villleiðandi sambært grein 3.

Ásetingar sambært galdandi marknaðarføringslóg

§ 9. Eitt sølufremjandi tiltak skal marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru greiðar og lætt atkomuligar hjá brúkarum. Eisini skal týðiliga upplýsast um virðið á møguligum eykaveitingum á tann hátt, at prísirnir á einstøku veitingunum verða upplýstir saman við samlaða tilboðsprísinum.
   Stk 2. Tað skal vera møguligt at keypa einstøku vørurnar í tilboðnum hvør sær.
   Stk. 3. Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, má bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.
   Stk. 4. Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.
   Stk. 5. Um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðaføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.

§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
   Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
   Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
   Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Grein 9 fevnir um øll tiltøk sum hava til endamáls at økja um søluna. Sambært teimum almennu viðmerkingum til løgtingslóg um marknaðarføring, kunnu hesi tiltøk m.a. verða tilboð og útsøla. Ásetingin hevur til endamáls at skapa gjøgnumskygni í prísunum á tílíkum tiltøkum.

Høvuðsendamálið við greinini er at geva tí einstaka brúkaranum góðar møguleikar skjótt at

kunna meta um, hvussu gott eitt ávíst tilboð er fyri viðkomandi.

Grein 9 stk.1. 1. pkt. krevur tí, at tilboðstreytirnar skulu vera greiðar og lætt atkomuligar.

Fyri at tryggja trúvirðið á fráboðaðum príslækkingum, krevur grein 9, stk. 3, at príslækkingar skula verða veruligar. Harumframt skula príslækkingarnar kunna skjalprógvast, um hetta verður mett neyðugt.

Grein 9, stk. 4 kreur, at tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann

upprunaliga prísin á vørunum. Ætlanin við hesum er at fáa ein standard fyri fráboðan av

príslækkingum, sum millum annað ger tað lættari hjá brúkarum at meta um tilboð og at

samanbera tilboð. Hetta forðar ikki fyri, at vinnurekandi eisini kunnu upplýsa um príslækkingina

í prosentum ella krónum.

Ásetingin sigur ikki nágreiniliga, hvørjar upplýsingar skulu latast í sambandi við, at

tilboðstreytirnar skulu vera greiðar og lætt atkomuligar. Hetta er knýtt at tí einstaka

sølufremjandi tiltakinum og marknaðarføringini av hesum.

Grein 3 er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu

vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina

skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi,

niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri

brúkarar ella onnur vinnurekandi. Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar

ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti

verða tikin við, eru óhóskandi.

Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir,

sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig

viðurskifti, eru rættar.

Grein 9 um sølufremjandi tiltøk, grein 3 um villleiðandi umrøðu styðja hvørja aðrari. Hetta inniber, at sjálvt um krøvini eftir grein 9 eru lokin, kann eitt mál verða villleiðandi. Tað sama er galdandi hinvegin. Sjálvt um eitt mál ikki er villleiðandi kann málið verða fevnt av ásetingunum í grein 9.

 

Málið um Atlantic Airways

Í kæru og hoyringsskrivið sigur kærari m.a.:

  • At kærari tann 8. juni ringir til søludeildina hjá Atlantic Airways fyri at bíleggja ferðaseðlar sambært lýsing hjá Atlantic Airways í Sosialinum.  Kærari fær tó at vita, at prísirnir ikki eru galdandi, og at Atlantic Airways ongar ferðaseðlar hevur til hendan prísin.  

 

  • At kærari eftir hetta biður ein annan persón um at bíleggja sambært lýsingini, og at hesin eisini fær at vita prísirnir í lýsingini ikki eru galdandi.

 

  • Kærari leggur dent á, at søludeildin hjá Atlantic Airways ikki upplýsur um, at prísirnir í lýsingini eru galdandi áwww.atlantic.fo. Og at Atlantic Airways heldur ikki upplýsur, at prísirnir fáast hjá søludeildini hjá Atlantic Airways, men at eitt ómaksgjald á 240 kr. verður lagt aftrat.

 

 Í hoyringsskrivið sigur Atlantic Airways m.a.:

  • At prísurin í lýsingini er teirra online prísur sum fæst við at bíleggja á www.atlantic.fo. Og at hetta er viðmerkt í lýsingini.

 

  • At eitt ómakgsgjald á 240 kr. verður lagt aftrat um bílagt verður hjá søludeildini hjá Atlantic Airways, og at prísurin á henda hátt verður dýrari um bílagt verður hendan vegin.

 

  • At søludeildin hjá Atlantic Airways ikki hevði ferðaseðlar fyri prísin í lýsingin tað tíðarskeiðið viðkomandi vildi ferðast.

 

  • At Atlantic Airways ikki metur lýsingina verða í stríð við orðingina í grein 9, stk. 1, tí at prísirnir í lýsingini ikki er tilboðsprísir men lægstir listaprísir.

  • At lýsingin ikki stríður ímóti orðingini í grein 9, stk. 3 og stk. 4, tí at prísirnir í lýsingini ikki eru lækkaðir, men listaprísir sum hava verið til sølu áður í 2010.

 

  • At Atlantic Airways er samt í Brúkaraumboðnum í, at ávísingin til, at prísirnir bert eru galdandi á www.atlantic.fo er ov lítið sjónlig.

 

 Niðurstøða

Í avtalurættarligum høpi verður ein lýsing altíð skilt sum ein áheitan til onnur um at gera tilboð sambært lýsingini. Hetta inniber, at tá lýst verður um vørur og tænastur vera hesi altíð sæð sum tilboð.

At Atlantic Airways innanhýsis skipar sínar prísir við ymiskum príslistum er sostatt óviðkomandi fyri um málið er fevnt av grein 9.

Grein 9, stk. 1:

Grein 9, stk. 1. nevnir “tilboðsprísir”. Hetta skal so skiljast sum teir prísir, sum eru fráboðaðir í lýsingini, uttan mun til um lýsarin innanhýsis uppfatar hesar at vera uppá tilboð ella ikki. At Atlantic Airways ikki beinleiðis nevnir “tilboðsprísir” í lýsingini ber sostatt ikki við sær, at grein 9, stk. 1. ikki er galdandi.

Viðmerkingin niðast í vinstra hornið í lýsingini um, at tilboðsprísirnir bert eru galdandi á www.atlantic.fo, lýkur ikki kravið í grein 9, stk. 1. 1.p.k.t.  um, at tilboðstreytir skula verða greiðar og lætt atkomiligar hjá brúkarum. Hesar treytir eru ov lítið sjónligar, og tær tilskila ikki nóg greitt, at tilboðsprísirnir bert eru galdandi á www.atlantic.fo.

Brúkaraumboðið metir sostatt, at lýsingin er í stríð við grein 9, stk. 1.

Grein 9, stk.3:

Orðingin í grein 9, stk. 3. er: Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, má bert fráboðast, um so er at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.

Sum nevnt, tryggjar stk. 3 trúvirði á príslækkingum. Tvs. Ikki er loyvt at lýsa við, at ein prísur er lækkaður, um hann ikki veruliga er tað. Tað at Atlanic Airways ikki beinleiðis nevnir “príslækking” lýsingini førir ikki við sær, at grein 9, stk. 3. ikki er galdandi. Fráboðaði prísurin í lýsingini leggur upp til at verða skiltur sum lækkaður, og tað at Atlantic Airways hevur aðrar hægri listaprísir ber í sær sjálvum við sær at prísurin er lækkaður í mun til hesar.

Bæði kærari, og viðkomandi sum royndi at bíleggja ferðaseðlar tann 8. Juni 2010, fáa at vita frá søludeildini hjá Atlantic Airways, at prísirnir í lýsingini ikki eru galdandi. Og teir vera ikki upplýstir um, at prísirnir í lýsingini kunnu fáast við at bíleggja á www.atlantic.fo, ella at prísirnir eru galdandi hjá søludeildini hjá Atlantic Airways, men at ómaksgjald á 240 kr. verður lagt aftrat.

Fráboðaðu tilboðsprísirnir hjá Atlantic Airways kunnu sostatt ikki metast at hava verið veruligir ella tøkir fyri kæraran. Lýsingin er tí í stríð við grein 9, stk. 3.

Grein 9, stk. 4:

At orðingin í grein 9, stk. 4 nevnir søluprísir sum eru lækkaðir førir ikki til, at grein 9, stk. 4 ikki er galdandi. Sí omanfyri.

Grein 9, stk. 4 krevur, at upprunaligi prísurin á vøruni er upplýstur. At Atlantic Airways ikki hevur eina fasta príslegu frítekur heldur ikki Atlantic Airways fyri upplýsa uppruna prísir. Atlantic Airways má í hesum sambandi finna ein standard fyri fráboðanum av príslækkingum sum brúkarin lættliga kann meta um.

Grein 9, stk. 5:

Av tí at prísirnir hjá Atlantic Airways ikki hava verið veruligir, er ikki neyðugt at meta um grein 9, stk. 5.

Grein 3:

Brúkaraumboðið metir harumframt, at lýsingin er í stríð við grein 3 um villleiðandi umrøðu tí ávísingin til www.atlantic.fo er órímiliga ófullfíggja.

Samanumtikið hevur lýsingin ikki verið nøktandi eftir grein 9 og grein 3 í marknaðarføringslógini. Tilboðstreytirnar hava ikki verið nóg greiðar og atkomiligar. Og prísirnir kunna í hesum málið ikki metast fyri at hava verið veruligir ella tøkir fyri kæraran.

Fundur hevur verið millum Atlantic Airways og Brúkaraumboðið tann 1. Juli 2010.

Her tók Atlantic Airways undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum, og sigur seg vilja tryggja, at marknaðarføringslógin framyvir verður hildin.

Á fundinum tók Brúkaraumboðið saman um samstarvið við Atlantic Airways, síðan Brúkaraumboðið var sett á stovn:

Í fjør fekk Brúkaraumboðið fleiri kærir um súlukort skipanina hjá Atlantic Airways. Brúkaraumboðið kann staðfesta, at umsitingin av hesi skipan er nógv betra, tí at eingin kæra um súluskipanina er komin í ár. Hetta er grundað á, at Atlantic hevur koyrt fleiri súluferðir í umfar.

Brúkaraumboðið kann í hesum sambandi upplýsa um, at Atlantic Airways er i fer við at menna eina tøkniliga sjálvvirkandi súluskipan, soleiðis at brúkarin sleppur undan at goyma – og fáa stempul í súlukort.

Fyrr í ár hevur Brúkaraumboðið viðgjørt eina lýsing hjá Atlantic Airways, har lýst var við “úr prísum” til ferðamál í Evropa. Hesir “úr prísir” vóru truplir fáa hjá fleiri brúkarum, við tað at fleiri fyrivarni eru í sambandi við netbóking av slíkum slag.

Tá Atlantic Airwyas í framtíðini fer undir tílík lýsingaátøk, verður hetta gjørt í samráð við Brúkaraumboðið, soleiðis at lýsingátøk eru nøktandi fyri brúkaran.

Samanumtikið hevur Atlantic Airways beinanvegin tikið neyðug stig, at rætta skeivleikar í lýsingarátøkum felagsins, tá ið Brúkaraumboðið hevur víst á ásetingar í marknaðarføringarlógini, sum ikki nøktandi hava verið yvirhildin.

Tí verður ikki gjørt meir við tey mál, sum eru nevnd í hesi fráboðan frá Brúkaraumboðnum.