13.07.2010

Avgerð um lýsingabløð hjá Bónus og Miklagarði.

Samandráttur

Tann 8. Apríl fær Brúkaraumboðið eina kæru um Bónus og Miklagarð.

Víst verður á, at Bónus lýsir við at ½ kg. av roastbeef fæst fyri 39,90 kr., og at vanligur prísur er 115 kr. fyri 1 kg. Um Miklagarð verður víst á, at Miklagarður lýsir við at ½ kg. av kulottusteik fæst fyri 39.95 kr. og at vanligur prísur er 110 kr. kg.

Brúkaraumboðið hevur tikið málið upp til viðgerðar fyri at kanna, um lýsingarnar hjá Bónus og Miklagarði lúka treytunum í grein 9 um sølufremjandi tiltøk og grein 3 um villleiðandi umrøðu í marknaðarføringslógini.

Grein 3 og grein 9 í marknaðarføringslógini eru soljóðandi

Villleiðandi umrøða v.m.

§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
   Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
   Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
   Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

 

Viðmerkingar til § 3

Ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu

vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina

skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi,

niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri

brúkarar ella onnur vinnurekandi. Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar

ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti

verða tikin við, eru óhóskandi.

Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir,

sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig

viðurskifti, eru rættar.

Sølufremjandi tiltøk

   § 9. Eitt sølufremjandi tiltak skal marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru greiðar og lætt atkomuligar hjá brúkarum. Eisini skal týðiliga upplýsast um virðið á møguligum eykaveitingum á tann hátt, at prísirnir á einstøku veitingunum verða upplýstir saman við samlaða tilboðsprísinum.
   
Stk 2. Tað skal vera møguligt at keypa einstøku vørurnar í tilboðnum hvør sær.
   Stk. 3. Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, má bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.
   Stk. 4. Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.
   Stk. 5. Um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðaføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.

Viðmerkingar til § 9

Hendan ásetingin fevnir um sølufremjandi tiltøk so sum tilboð og útsølu, og skal hon millum

annað skapa størri prísgjøgnumskygni í hesum sambandi.

Við at seta serlig krøv til upplýsing í sambandi við sølufremjandi tiltøk supplerar ásetingin tað

generella kravið í lógini um góðan marknaðarføringssið og forboðið ímóti villleiðing og forboðið

ímóti at lata órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar.

Høvuðsendamálið við greinini er at geva tí einstaka brúkaranum góðar møguleikar skjótt at

kunna meta um, hvussu gott eitt ávíst tilboð er fyri viðkomandi. Tí verða krøv sett um, at

tilboðstreytirnar skulu vera greiðar og lætt atkomuligar, og at virðið av møguligum

eykaveitingum skal upplýsast. Hetta seinasta er eitt nú galdandi fyri tilboð, har vanligar

handilsvørur verða settar saman og seldar sum ein eind fyri ein samlaðan prís.

Í slíkum førum verður harafturat kravt, at vørurnar kunnu keypast hvør sær. Hetta kravið hevur

samband við kravið í stk. 1 um, at upplýsast skal um virðið á møguligum eykaveitingum á tann

hátt, at tá vørurnar kunnu keypast hvør sær, verður handilsvirðið á einstøku vørunum greitt

staðfest. Hartil forðar hetta kravið fyri, at brúkarar verða noyddir at keypa eina vøru, sum teir

lítið leggja í, fyri at fáa eina vøru, sum teir vilja hava.

Í stk. 3 er sett inn, at ein príslækking, sum verður fráboðað, skal, um neyðugt, skjálprógvast.

Hetta krav er ein natúrlig avleiðing av kravinum um, at príslækkingin skal vera verulig, og

verður mett at hækka trúvirðið á eini fráboðaðari príslækking. Harafturat fer kravið at lætta um

eftirlitið við, at lógin verður hildin.

Sum stk. 4 er sett inn, at tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann

upprunaliga prísin á vørunum. Ætlanin við hesum er at fáa ein standard fyri fráboðan av

príslækkingum, sum millum annað ger tað lættari hjá brúkarum at meta um tilboð og at

samanbera tilboð. Hetta forðar ikki fyri, at vinnurekandi eisini kunnu upplýsa um príslækkingina

í prosentum ella krónum.

Ásetingin sigur ikki nágreiniliga, hvørjar upplýsingar skulu latast í sambandi við, at

tilboðstreytirnar skulu vera greiðar og lætt atkomuligar. Hetta er knýtt at tí einstaka

sølufremjandi tiltakinum og marknaðarføringini av hesum.

 

Málið um Bónus og Miklagarð

Í kæruni 8 apríl verður m.a. sagt:

  • At Bónus í lýsingablaðið skrivar, at nýsælendskur “roastbeef” fæst fyri 39.90 kr. fyri ½ kg, og at vanligur prísur er 115 kr/kg. Og at kært verður um, at tilboðsprísruin ikki verður borin saman við tað, sum sama nøgd, ½ kg, kostaði áður.
  • At Miklagarður í lýsingablaðið skrivar, at kulottusteik fæst fyri 39.95 fyri ½ kg., og at vanligur prísur er 110 kr./kg. Og at kært verður somuleiðis um, at tilboðsprísurin ikki verður borin saman við tað sum sama nøgd kostaði áður.

15 apríl sigur umboð fyri Bónus og Miklagarð í hoyringsskrivið m.a.:

  • At Bónus og Miklagarður eftir besta førimuni royna at lúka treytunum í marknaðarføringslógini. At marknaðarføringslógin í hesum sambandi er heldur ógreið við tað at kravt verður, at samlaði prísurin fyri vøruna verður upplýstur. Og at marknaðarføringslógin ongastaðni greitt tilskilar, at tilboðsprísur og vanligur prísur skula upplýsast í somu eindum.
  • At um Brúkaraumboðið metir, at tilboðsprísur og vanligur prísur skula upplýsast í somu eindum, fara Bónus og Miklagarður at rætta lýsingaátøkini skjótast til ber.

Niðurstøða

Grein 9 í marknaðarføringslógini fevnir sum nevnt um m.a. tilboð og útsølu. Lýsingabløð eru sølufremjandi og skula tí lúka treytunum í grein 9.

Sølufremjandi tiltøk skula m.a. marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru greiðar og lætt atkomuligar hjá brúkarum. Og tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.

Endamálið við hesum krøvum er at skapa prísgjøgnumskygni í søluátøkum, soleiðis at brúkarin skjótt kann meta um eitt tilboð.

Marknaðarføringslógin nevnir ikki beinleiðis, at tá tilboðsprísir verða samanbornir við vanligar prísir, skula hesir vera upplýstir í somu eindum. Men Brúkaraumboðið metir, at hetta skal verða gjørt, fyri at lúka kravinum um, at tilboðstreytir skula verða greiðar og lætt atkomiligar fyri brúkaran. Og eisini fyri at lúka kravinum um, at upprunaligi prísurin á vørum týðiliga skal verða vístur, tá søluprísir eru lækkaðir.

Niðurstøðan í málinum er sostatt tann, at lýsingabløðini hjá Bónus og Miklagarði eru í stríð við grein 9 stk. 1. 1. pkt., og grein 9 stk. 4.

Endamálið við grein 3 um villeiðandi umrøðu er at forða fyri, at brúkarar fáa eina skeiva fatan av vørum og tænastum. Greinin fevnir um tað sum vinnurekandi siga um sínar egnar vørur og tænastur.

Brúkaraumboðið metir, at brúkarar kunna fáa eina skeiva fatan av einum tilboðið, um tilboðsprísir verða samanbornir  við vanligar prísir í ymiskum eindum.

Brúkaraumboðið metir sostatt eisini, at lýsingabløðini hjá Bónus og Miklagarði eru í stríð við grein 3, stk.1 í marknaðarføringslógini um villleiðandi umrøðu.

Umboð fyri Bónus og Miklagarð hevur tikið undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum, og boða frá, at Bónus og Miklagarður fara rætta síni lýsingabløð, soleiðis at tey lúka treytunum í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið vil við hesum boða frá, at prísmerkingin á lækkaðum søluprísum týðiliga skal vísa upprunaliga prísin, og at hetta skal verða gjørt við somu eindum.