27.12.2010

Avgerð um lýsingarátak hjá Krabbameinsfelagnum.

Samandráttur

Tann 14. juli 2010 móttekur Brúkaraumboðsstovnurin eina kæru í sambandi við átak um ávaring ímóti at taka sól. Átakið verður sýnt í Kringvarpi Føroya, eftir áheitan frá Krabbameinsfelaganum í samstarvi við Fólkaheilsuráðið.

Marknaðarføringarlógin § 2 er soljóðandi:

Lógarøkið

Stk. 1   Lógin er galdandi fyri privat vinnuvirksemi og alment virksemi, umframt fyri vinnuvirksemi hjá áhugafeløgum og felagsskapum, í tann mun vørur og tænastur verða bjóðaðar út á marknaðinum.

Lógin skal fyrst og fremst umfata privat vinnuvirksemi og alment virksemi í tann mun, vørur og tænastur verða bjóðaðar út á marknaðinum, men er eisini galdandi, tá onnur enn vanlig vinnurekandi, til dømis feløg og felagsskapir, sum hava onnur høvuðsendamál enn vinnuvirksemi, fáast við sølu av vørum og tænastum fyri at fáa til vega inntøkur.

Tiltøk, framd í humaniterum, politiskum ella átrúnaðarligum høpi, eru bert umfatað av lógini, um tey kunnu sigast at vera partur av vinnuvirksemi. Hetta inniber til dømis, at áheitanir um at gerast limur í almannagagnligum ella politiskum feløgum ikki eru umfataðar av lógini, meðan tað meira vinnuliga virksemið, sum tílík feløg hava, kemur inn undir nýtsluøkið hjá lógini. Dømi um hetta kann vera útgávuvirksemi, fyriskipan av ferðum, handlar og básar.

Kæran viðvíkur átak móti at taka sól

Kærarin ger m.a. vart við:

at         átakið gevur ta fatan, at tú doyrt av at taka sól (solarium).

at         átakið er óetiskt, villeiðandi og niðurgerandi.

at         átakið inniheldur  ”skeivar, villleiðandi, niðrandi og órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar”

at         faktum fyri hesum átakið ikki er visundarliga prógvað?

Hoyringssvar frá Krabbameinsfelagið

Krabbameinsfelagið hevur í sínum hoyringssvarið viðmerkt,

at         endamál felagsis jvb. viðtøkurnar § 2 m.a. er at ”gera upplýsingararbeiði til fyribyrging av krabbameini”

at         átakið er ikki sett í verk við vinningi fyri eyga.

at         átakið er einans ætlað at upplýsa um sambandi millum at taka sól, og vandan fyri at fáa krabbmein.

at         átakið er framt í samstarvi við Fólkaheilsuráðið.

Niðurstøða

Sambært viðmerkingarnar til marknaðarføringarlógina § 2 verður sagt, at lógarinnar øki fyrst og fremst fevnir um privat og alment vinnuvirksemi, tá ið marknaðarútboð verður framt við vørum og tænastum. Lógin er tó eisini galdandi fyri annað enn vanligt vinnuvirksemið, sum t.d. frítíðarfeløg, tá ið hesi t.d. selja vørur og tænastur, við tí fyri eyga at fáa inntøkur til felagið.

Í hesum ítøkiliga førinum hevur Krabbameinsfelagið í samsvar við endamáls orðing felagsins  – ”at gera upplýsingararbeiði til fyribyrging av krabbameini” – sett í verk átak framt við tí endamálið at upplýsa um sambandi og vandan fyri at fáa krabbamein, við at taka sól. Tað er tí ikki talan um, at felagið selur vørur og tænastur, og heldur ikki er átakið framt við tí endamálið at fáa tilvega inntøkur til felagið.

Tað kann sostatt jvb. marknaðarføringarlógina § 2, stk. 1 verða staðfest, at Krabbameinsfelagið í sambandi við at fremja hetta átak ikki er fevnt av ásetingunum í marknaðarføringarlógini, og tí ger Brúkaraumboðið ikki meir við hetta mál.