06.07.2010

Avgerð um lýsingarherferð hjá Vodafone – Gáva til tín.

Brúkaraumboðið hevur fingið fyrispurning um lýsingarherferð hjá Vodafone í sambandi við gávubræv borið út til húskið í Eysturoy og Norðoyggjum.

Brúkarabumboðið metir, at talan er um ein óhepna miskiljing av tilboðnum og at gávubrævið er avmarkað til eitt fyri hvørt viðskiftafólk.

Brúkaraumboðið hevur fingið at vita frá City og Vodafone, at feløgini vilja tó víðka møguleikarnar við gávubrævinum, soleiðis at viðskiftafólk eisini kunnu brúka gávubrævið til keyp av teldum.  Tó framvegis avmarkað til eitt gávubræv per viðskiftafólk.

Brúkarumboðið ger ikki meira við málið.