15.07.2010

Avgerð um prísupplýsing hjá Smyril Line

Samandráttur

Tann 29. juni 2010 fær Brúkaraumboðið eina kæru um, at Smyril Line í trimum sølulýsingum ikki upplýsir samlaða prísin á ferðaseðlum, við tað at aðrastaðni í lýsingunum verður fráboða, at avgreiðslugjald verður lagt aftrat prísinum.

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar, og fer at kanna, um Smyril Line hevur hildið grein 13 í marknaðarføringslógini um prísupplýsingar.

Marknaðarføringslógin sigur soleiðis um prísupplýsingar:

Prísupplýsingar

§ 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.
Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.
Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar.
Stk. 4. Tá ein tænasta er gjørd eftir rokning, skal brúkarin, um hann biður um tað, fáa eina útgreinaða rokning, sum gevur honum møguleika at kanna prísin á teimum vørum og tænastum, sum tænastuveitingin fevnir um.
Stk. 5. Eitt ómaksgjald er ein upphædd, sum verður goldin fyri eina serliga tænastu, funksjón ella veiting, sum er knýtt at keypinum av eini vøru ella tænastu, og sum ikki verður rindað fyri eina sjálvstøðuga veiting.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um

1)serreglur og undantøk frá stk. 1 – 4, herundir reglur um upplýsingar í sambandi við kreditt,
2)framferðarháttin í sambandi við fráboðan av prísupplýsingum og um avmarking í mongdini av upplýsingum, ið verða latnar,
3)at á sama hátt, sum eftir stk 1, skal upplýsast um prísin fyri vøruna fyri hvørja mátieind og um nýtslu av mátieind fyri einstakar vørubólkar, og
4)at liðugtpakkaðar smásøluvørur skulu hava upplýsingar um nettomongd.

Til stk. 1.

Endamálið við ásetingini er, at brúkarar, áðrenn teir keypa vøru á einum fysiskum handilsstaði ella í einum alnetshandli, skjótt og ómaksleyst kunna síggja, hvør samlaði prísurin á vøruni er.

Brúkarin skal sostatt kunna vita frammanundan, hvør endaliga upphæddin verður, tá hann stendur við kassan og skal gjalda, ella tá hann fær eina rokning fyri keyp frá einum vinnurekandi.

Ásetingin er teknologineutral, tí brúkarar hava sama tørv á upplýsingum, antin teir keypa áalnetinum ella í fysiskum handlum.

Krøvini til prísupplýsingar skulu gera tað møguligt hjá brúkarum at samanbera prísir á vørum innan sama vørubólk og hjá ymsum vinnurekandi. Hetta stuðlar undir eini vælvirkandi prískapping.

Avgjøld ella útreiðslur, sum verða kravdar frá brúkaranum í sambandi við, at hesin keypir eina vøru, men sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu at krevja beinleiðis frá brúkaranum, skulu ikki roknast upp í tann samlaða prísin, men upplýsast fyri seg. Við hesum verður tryggjað, at brúkarin fær eitt samlað yvirlit yvir tær fíggjarligu avleiðingarnar av keypinum, samstundis sum brúkarin fær at vita, hvussu nógv hann skal gjalda tí vinnurekandi. Sum dømi um avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu at krevja beinleiðis frá brúkaranum, kann nevnast gjald fyri tinglýsing av veð í fastari ogn ella rættargjøld.

Til stk. 3.

Staðfest verður, at prísupplýsingar ikki eru eitt krav, tá vørur og tænastur verða marknaðarførdar. Men um prísur verður nevndur í marknaðarføring eru krøvini tey somu, sum tá vørur og tænastur verða bjóðaðar út til brúkararnar á einum føstum handilsstaði ella elektroniskt við møguleika fyri at bíleggja.

Stk. 3 hevur til endamáls at stuðla brúkarunum, tá teir skulu meta um og samanbera prísir í lýsingum. Harafturat tryggjar ásetingin, at prísurin, sum ein lýsing hevur latið brúkaranum, er hin sami, sum tann, ið brúkarin skal rinda, um hann fer á handilsstaðið ella heimasíðuna hjá lýsaranum at keypa ella bíleggja vøruna ella tænastuna.

Málið um Smyril Line

Kærari vísir Brúkraumboðnum á:

  • At Smyril Line i trimum sølulýsingum ikki upplýsir samlaða prísin á ferðaseðlum, við tað at aðrastaðni í lýsingunum verður fráboða, at avgreiðslugjald verður lagt aftrat prísinum.
  • At í tveimum lýsingum verður undir samlaða prísinum fráboða, at avgreiðslugjald á 100 kr. verður lagt aftrat fyri hvønn persón.
  • At í eini lýsing er ein stjørna merkt við samlaða prísin, sum vísir til eina fráboðan um at eitt avgreiðslugjald á 150 kr. verður lagt aftrat.

Smyril Line sigur í hoyringsskrivið:

  • At orsøkin til at ómaksgjøld ikki eru írokna í samlaða prísin er tann, at Smyril Line fyrr í ár fekk góðkenning frá Brúkaraumboðnum at lýsa við “samlaðum prísi + ómaksgjald” í sambandi við ein faldara, sum varð sendur í øll húsarhald í Føroyum.
  • At um brúkaraumboðið í sambandi við blaðlýsingar metir, at avgreiðslugjøld og onnur avgjøld skula verða írokna í fráboðaða prísinum, tekur Smyril Line hetta til eftirtektar og fer at broyta allar kunningar um ferðaseðlar í sølulýsingum og aðrari marknaðarføring, soleiðis at henda treyt er hildin.

Niðurstøða

Brúkaraumboðið góðkendi fyrr í ár ein faldara hjá Smyril Line, har prísurin á ferðaseðlum var fráboðaður á tann hátt, at ómaksgjald var upplýst fyri seg beint niðan fyri samlaða prísin. Brúkaraumboðið metti ikki, at faldarin var eitt lýsingaátak sum legði upp til prískapping, og loyvdi tískil at ómaksgjaldi var upplýst fyri seg beint niðan fyri samlaða prísin.

Smyril Line hevur sostatt ikki haft nakra orsøk til at halda, at Brúkaraumboðið hevði nakra aðra fatan um prísupplýsningar enn at tað er nóg mikið at upplýsa ómaksgjald beint niðanfyri samlaða prísin.

Brúkaraumboðið vil tó við hesi avgerð gera greitt, at tá veitarar í sølulýsingum kunna um søluprísir á vørum og tænastum, týðiliga skula upplýsa um samlaða prísin fyri vøruna, írokna ómaksgjøld, útreiðslur, merivirðisgjald, umframt øll onnur avgjøld. Hetta skal verða gjørt fyri at tryggja prísgjøgnumskygni, soleiðis at brúkarin lættliga kann samanbera tilboð um vørur og tænastur hjá ymiskum veitarum.

Smyril Line hevur í trimum blaðlýsingum í juni mánaði ikki íroknað avgreiðslugjald uppí samlaða prísin. Lýsingarnar lúka tí ikki krøvini í grein 13, stk. 3. Sí stk. 1 um prísupplýsing í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið hevur verið í samskifti við Smyril Line, sum hevur tikið undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum, og fer at broyta allar kunningar um ferðaseðlar í sølulýsingum og aðrari marknaðarføring, soleiðis at grein 13 um prísupplýsing í marknaðarføringslógini verður hildin.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við hettar mál.