30.03.2012

Avgerð um sølu av fløskum við panti umborð á Smyril

Brúkaraumboðið hevur móttikið eina áheitan viðvíkjandi sølu av fløskum við panti umborð á Smyril. Avvarðandi drykkjuvørur verða seldar við panti men uttan møguleika hjá brúkaranum at fáa útgoldið pantið, tá ið fløskan verður latin inn aftur.

Strandferðslan hevur i sínum høringssvarið víst á, at skipini hjá strandferðsluni ikki hava møguleika at virka sum fløsku-móttøka, og at tað hevur fyrr skapt ruðuleika, at børn hava jakstra fløskur skipið runt og skulu avreiða tær har tær eru keyptar, í røð av kundum sum bíða at skulu keypa vøru og ferðaseðlar. Strandferðslan hevur tí praktiserað tað loysn, at brúkarin keypir avvarðandi drykkjuvørur við panti og hiðani kunnu taka hesar við í land um tey ynskja tað og síðani  avgreiða hjá bryggjarínum ella handlum, sum taka ímóti teimum. Hetta hevur virka sera væl í nógv ár, uttan at nakar hevur klaga og Strandferðslan sær tí onga grund til at broyta hetta. Men um kravið er, at Strandferðslan skal hava fløskumóttøku á sama túri har fløska við panti verður seld, er bert ein gongd leið og tað er at Strandferðslan fer yvir til eingangsíløt og selur tey uttan pant.

Brúkaraumboðið hevur millum annað eftirlit við góðum marknaðarføringssiði smb. § 1 í marknaðarføringslógini. Í sambandi við ásetingina av mørkunum fyri góðan marknaðarføringssið  hava aðrar brúkaraverndarlógir eisini týdning.

Í sambandi við málsviðgerðini hevur Brúkaraumboðið havt samband við Umhvørvisstovuna, ið hevur eftirlit við LØGTINGSLÓG NR. 73 FRÁ 10. MAI 1994 UM ÍLØT TIL ØL, MINERALVATN OG LIDNAR LESKIDRYKKIR, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 47 FRÁ 15. MAI 2007. Í § 4, stk. 1 og 3 i lógini stendur fylgjandi:

“Stk. 1: Øll, sum framleiða, innflyta ella selja tær í § 1 nevndu drykkjuvørur og íløt, skulu taka ímóti tómum íløtum av tí slagi, ið tey selja.

Stk. 3: Við sølu av teimum í § 1 nevndu íløtum skulu bæði framleiðari, innflytari og sølustað krevja pant. Á sama hátt skulu framleiðari, innflytari og sølustað lata pant, tá nevndu íløt verða móttikin.”

Umhvørvisstovan hevur yvirfyri Brúkaraumboðnum játtað, at tann nýtti framferðarhátturin hjá strandferðsluni er brót á § 4, stk. 1 og 3 í LØGTINGSLÓG NR. 73 FRÁ 10. MAI 1994 UM ÍLØT TIL ØL, MINERALVATN OG LIDNAR LESKIDRYKKIR, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 47 FRÁ 15. MAI 2007.

Brúkaraumboðið er av tí fatan, at tann nýtti framferðarháttur eisini er ein trupulleiki í mun til prísskygni. Atliti at prísskygni er gjøgnumgangandi í marknaðarføringslógini. Sum nú er, verða avvarðandi drykkjuvørur seldar við panti, uttan at brúkarin hevur møguleika fyri at fáa pantið aftur i samsvar við lógina um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir – nevniliga við at lata inn tóm íløt á sølustaðið. Ítøkiligt er talan um eina fjalda príshækking við at nýta heiti “pant”. Søla av drykkjuvørum við panti hevur sambært lóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir við sær tað fortreyt, at pantið skal vera goldið aftur til brúkaran við innlating á sølustaðið.

Brúkaraumboðið er tí av tí fatan, at søla av fløskum við panti uttan møguleika hjá brúkaranum at fáa pantið aftur við innlating av fløskum á sølustaðnum er brot á § 1 í marknaðarføringslógini um góðan marknaðarføringssið.

Strandferðslan er kunnað um omanfyrinevndu fatan hjá Brúkaraumboðnum og hevur játtað, at SSL nú roynir at finna eina praktiska loysn, soleiðis at ásetingarnar í omanfyrinevndu lógargrundarlagið verða hildnar.