22.10.2010

Avgerð um villeiðandi Rex lýsing.

Samandráttur.

Tann 5. juli 2010 fær Brúkaraumboðið eina kæru um eina lýsing hjá Rex í Sosialinum 2. juli 2010. Í lýsingini er mynd av høvuðspersónunum í bólkinum Frændur, og fráboða verður, at Frændur spæla í Rex um vikuskiftið. Í kæruni verður víst á, at bert ein av teimum trimum á myndini var á pallinum í Rex hetta vikuskifti.

Brúkaraumboðið hevur tikið málið upp til viðgerðar, fyri at kanna um lýsingin er villeiðandi eftir grein 3 í marknaðarføringarlógini, og um Rex við lýsingini hevur hildið heildartreytina í grein 1 í marknaðarføringarlógini, um at sýna góða marknaðarføringarsið við atliti til brúkaran.

Reglur á økinum

Grein 1 um góðan marknaðarføringssið er soljóðandi

Góður marknaðarføringssiður

§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

Viðmerkingar til grein 1.

Ætlanin er, at hendan heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði umframt heimafrið.

Grein 3 í marknaðarføringslógini er soljóðandi

§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Viðmerkingar til grein 3.

Grein 3 er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu
vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi. Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi. Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning. Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.

Málið um Rex.

Umboð fyri Rex hevur í telefonsamrøðu m.a. hesar viðmerkingar til málið:

  • At umboð fyri Frændur vendir sær til Rex umvegis teldupost og spyr um Frændur kunna sleppa at spæla í Rex hetta vikuskifti. Í hesum sambandi verður upplýst, at ein av teimum trimum høvuðspersónunum í Frændur ikki verður partur manningini vegna farloyvi. Og at hinir 7 sum hava mynda bólkin Frændur síðan síðstu útgávu konsert vera við í manningini.
  • At Rex ringir til Sosialin og biðjur um eina lýsing um at Frændur skula spæla í Rex um vikuskifti.

Umboð fyri Frændur sigur m.a. í hoyringsskrivið:

  • At á einum fundi um virksemi hjá Frændur í vár varð avgjørt, at ein av høvuðspersónunum eftir egnum ynski fór at taka eina pausu frá Frændum í eina tíð. Men at hinir báðir fóru at spæla víðari sum Frændur við eini manning, í sambandi við at Frændur nýliga hava givið eina fløgu út. Ætlanin varð at spæla á Jóansøku og nøkur dansikvøld í Rex.
  • At sagt varð við fyrireikarnar av dansikvøldinum í Rex, at Frændur við manning kemur at spæla, men at ikki allir tríggir sum vanliga mynda Frændur fóru at verða við. Og at henda fráboðanin er grunda á innanhýsis avtaluna hjá Frændum um, at tveir av høvuðspersónunum við manning fóru at umboða Frændur í summar í sambandi við útgávuni av nýggju fløguni.
  • At ein av teimum tveimum høvuðspersónunum sum eftir ætlan skuldi verða við í dansikvøldinum í Rex valdi at geva avboð til framførslurnar í síðstu løtu.
  • At hann einki hevði við marknaðarføringina at gera. Men roknar við at talan má vera um eina misskjiling, at ein mynd úr nýggjasta fløguhúsanum, sum lýsur konseptið Frændur, varð nýtt í marknaðarføringini av dansikvøldinum.

Umboð fyri Sosialin hevur í telefonsamrøðu m.a. hesar viðmerkingar

  • At Rex bíleggur eina lýsing frá Sosialinum, um at Frændur skula spæla í Rex. At lýsingin verður gjørd, send til umboð fyri Rex til góðkenningar, og síðan sett í bløðini.

Niðurstøða

Brúkaraumboðið leggur í hesum málið dent á, at Rex hevur ábyrgdina av síni egnu marknaðarføring, og at Rex skal kunna liva upp til tær fráboðaninar og upplýsningar Rex marknaðarførir seg við. Hetta er galdandi í heila tikið, og serliga við tað at Rex hevur góðkent lýsingina áðrenn hon var sett í Sosialinum, og samstundis hevur verið vitandi um at bert tveir av teimum trimum á myndini fóru at verða við framførslunum í Rex. At ein av høvuðspersónunum í Frændur í síðstu løtu gevur avboð er eitt mál ímillum Rex og Frændur, sum Brúkaraumboðið ikki tekur støðu til.

Endamálið við grein 3 um villleiðandi umrøðu er m.a. at tryggja at vinnurekandi ikki nýta skeivar og villleiðandi upplýsingar í síni marknaðarføring, soleiðis at brúkarin ikki fær eina skeiva fatan av teimum marknaðarførdu vørunum og tænastunum. Greinin er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

Heilsíðulýsingin hjá Rex í Sosialinum hin 2. juli 2010 inniheldur eina mynd av teimum trimum sum í almennum høpi kunnu sigast at vera høvuðsnøvnini í bólkinum Frændur. Samstundis verður fráboða í lýsingini, at Frændur spælir í Rex alt vikuskifti.

Lýsingin kann sostatt hava givið brúkaranum ta fatan, at allir tríggir á myndini fóru at vera við í Frændur manningini sum spældi á Rex hetta vikuskifti.  Tí kann hetta eisini hava ávirka eftirspurningin eftir atgongumerkum til Rex hetta vikuskifti.

Brúkaraumboðið metir sostatt, at heilsíðulýsingin hjá Rex í Sosialinum er villleiðandi eftir grein 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini.

Vinnurekandi skula sambært grein 1 í marknaðarføringslógini sýna góðan marknaðarføringssið við m.a. atliti til brúkaran. Greinin kann m.a. nýtast ímóti øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingartiltøkum, og veitur trygd fyri, at brúkarin fær tað virðið fyri pengarnar, sum brúkarin kann vænta at fáa.

Við tað at bert ein av persónunum á myndini í lýsingini var á pallinum í Rex, metir Brúkaraumboðið, at brúkarin ikki hevur fingið tað virðið fyri pengarnar, sum brúkarin kundi væntað at fáa sambært lýsingini hjá Rex.

Rex hevur sostatt ikki hildið heildartreytina í grein 1 um at sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran. Niðurstøðan í málinum er sostatt tann, at lýsingin hjá Rex í Sosialinum hin 2. juli 2010 er villleiðandi eftir grein 3, stk. 1 í marknaðarføringarlógini, umframt at Rex ikki hevur sýnt góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, við tað at brúkarin ikki hevur fingið tað virðið fyri pengarnar, sum hann kundi væntað at fáa sambært lýsingini hjá Rex. Umboð fyri REX hava tikið undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum. Brúkaraumboðið ger ikki meir í hesum máli.