25.01.2011

Avgerð viðvíkjandi lýsing av HD-móttakarum hjá Televarpinum.

Samandráttur

Tann 28. desember 2010, móttekur Brúkaraumboðið eina kæru um eina lýsing hjá Televarpinum.

Í lýsingini verður fráboða: “Tekna ælabogahald og fá HD-móttakara fyri kr. 595. Vanligur kostnaður kr. 1.495”

Í kæruni verður víst á, at Televarpið hevur fráboða kærara, at tað ikki er møguligt at síggja rásur hjá Televarpinum í HD-góðsku, hóast at Televarpið lýsir við einum tilboð samansettum av einum haldi av ávísum rásum hjá Televarpinum og einum HD-móttakara fyri tilboðsprís.

Brúkaraumboðið tekur tí málið upp til viðgerðar fyri at kanna, um lýsingin er villleiðandi eftir § 3, stk. 1. í marknaðarføringslógini.

Grein 3 í marknaðarføringslógini

Villleiðandi umrøða v.m.

§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Viðmerkingar til greinina

Ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi. Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi. Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning. Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig

viðurskifti, eru rættar.

Málið um Televarpið

Kærari vísur m.a. Brúkaraumboðnum á:

  • At Televarpið lýsir við, at um ælabogahald verður teknað, fæst ein HD móttakari fyri 595,00 kr. Og at um brúkarin teknar ælabogahald og fær ein HD-móttakara sambært lýsingini, mátti brúkarin kunna rokna við at síggja rásir hjá Televarpinum í HD-góðsku.

  • At kærari ringdi til Televarpið fyri at spyrja um hettar. Kærari fær at vita, at Televarpið ikki sendir í HD góðsku, og at Televarpið ikki hevur ætlanir um at senda í HD góðsku í nærmastu framtíð. Tað var tó upplýst, at um ælabogahald var tekna og HD móttakari keyptur, var ein klárur til at móttaka í HD góðsku tá Televarpið fór at senda í HD góðsku.

Televarpið sigur í hoyringsskrivið m.a.:

  • At Televarpið virkar í einum umhvørvi, sum støðugt er í tøkniligari menning. Ein partur av hesi menning er møguleikin at senda sjónvarpstilfar í sonevndari HD-góðsku. Sum er, kann Televarpið ikki veita hyggjarum sínum hesa tænastu, men í næstum verða umleggingar framdar, sum hava til endamáls at gera myndagóðskuna hjá Televarpinum enn betri.
  • At fyri at senda í HD-góðsku er neyðugt hjá Televarpinum at gera tøkniligar umleggingar, soleiðis at sent verður í MPEG-4 formati ístaðin fyri MGEG-2, sum verður nýtt løtuni. Telvarpið hevur gjørt íløgur í neyðugu tøknina, og ætlandi skifitr Televarpið til MPEG-4 í øðrum ársfjórðingini í 2011, og frá triðja ársfjórðingini verða nakrar av rásunum sendar í HD.
  • At fyri at síggja rásirnar í broytta formatinum, er neyðugt hjá kundunum hjá Televarpinum at skifta televarpsmóttakarar sínar. Televarpið hevur tí gjørt av, at nøkur serliga góð tilboð verða sett saman komandi tíðina, soleiðis at sum mest av kundum hjá Televarpinum eru til reiðar til tøkniligu broytingina. Lýsingin, sum kært verður um, er fyrsta tilboð av hesum slag frá Televarpinum. Í hesum føri sum eitt søluátak mótvegis nýggjum kundum.
  • At Televarpið er samt við Brúkaraumboðið í, at lýsingin kann geva ta fatan, at tað her og nú er gjørligt hjá hyggjarum at síggja rásir í HD, og at talan sostatt kann verða um villleiðandi marknaðarføring. Talan er um eitt mistak, sum Televarpið harmast um, og nevnda lýsingin verður ikki nýtt aftur.
  • At Televarpið harmast um, at kunningin til kæraran ikki hevur verið nóg góð. Kærari sigur seg hava fingið at vita, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um at senda HD í nærmastu framtíð, og hetta er ikki rætt. Televarpið arbeiðir støðugt við at menna sendinetið, og so skjótt sum tað tekniskt er gjørligt hjá Televarpinum, verður farið undir at senda part av rásaúrvalinum hjá Televarpinum í HD-góðsku.

Niðurstøða

Lýsingin hjá Televarpinum inniber eitt tilboð, sum er samansett av einum haldið av nøkrum ávísum rásum hjá Televarpinum og einum sonevndum HD-móttakara fyri tilboðsprís. Um brúkarin teknar haldið, fæst HD-móttakarin til keyps fyri tilboðsprís. Serligt við móttakaranum er, at hann er brynjaður til at móttaka eitt serligt format, sum ger at sjónvarpstilfar kann síggjast í HD-góðsku.

Í § 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini er m.a. ásett, at vinnurekandi í síni marknaðarføring ikki mugu nýta skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum og tænastuveitingum.

Av tí at lýsingin hjá Televarpinum inniber eitt tilboð, er eingin ivi um, at lýsingin kann ávirka útboðið og eftirspurningin eftir vørum og tænastuveitingum hjá Televarpinum. Lýsingin er tí fevnd av § 3 um villleiðandi umrøðu, og skal lúka teimum treytum, sum eru ásettar í hesi grein.

Í hoyringssumfarinum sigur Televarpið, at tær tøkniligu umleggingarnar sum skula til fyri at senda í HD-góðsku enn ikki eru framdar. Men at Televarpið hevur gjørt íløgur í neyðugu tøknina, og at frá triðja ársfjórðingini av 2011 vera nakrar av rásunum sendar í HD. Televarpið sendir sostatt sum nú er ikki nakrar rásir í HD-góðsku.

Brúkaraumboðið metir, at tilboðssamansetingin í lýsingini av einum haldið við ávísum rásum og einum HD-móttakara er óheppin, tá Televarpið sum nú er ikki sendir nakrar av sínum rásum í HD góðsku. Av tí at tað júst er ein HD-móttakari, sum fæst fyri tilboðsprís um eitt ávíst hald verður teknað, fráboðar lýsingin ein boðskap, sum kann geva brúkaranum ta fatan, at tað er møguligt at síggja rásirnar í haldinum í HD-góðsku. Á hesum grundarlagið, metir Brúkaraumboðið, at lýsingin er villleiðandi eftir §3, stk. 1 í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið hevur verið í samskifti við Televarpið, sum sigur seg taka undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum. Televarpið sigur harumframt, at talan er um eitt mistak, sum Televarpið harmast um, og at lýsingin ikki verður nýtt aftur.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við hettar mál.