14.10.2013

Avgerð spam – § 6 í lóg um marknaðarføring

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál um óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar (spam).

Brúkaraumboðið fekk klagu um, at Kemilux hevði sent út ein teldupost við tilboði frá Kemilux. Móttakarin hevði ikki givið samtykki til at fáa lýsing sendandi og klagaði til Brúkaraumboðið. Brúkaraumboðið hevði eisini móttikið sama teldupost frá Kemilux.

Brúkaraumboðið tók málið upp til viðgerðar og bað Kemilux upplýsa, um Kemilux hevði samtykki til at senda lýsingar til ávísar móttakarar og vísti á, at samtykki krevst frá móttakara, um lýsingar skulu sendast út við elektroniskum samskifti til ávísar móttakarar. Um samtykki ikki er fingið til vega, er talan um brot á marknaðarføringslógina.

Í § 6 stk. 1 stendur: Tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.

Kemilux hevði ikki samtykki frá móttakarunum til at móttaka lýsingar við elektroniskum samskifti.

Eisini ein áheitan send við elektroniskum samskifti um at fáa samtykki at senda lýsingar við elektroniskum samskifti til ávísar móttakarar er eisini brot á regluna í § 6, stk. 1 (spam).

Møguleiki er hjá vinnurekandi at senda út lýsingar við elektroniskum samskifti, tá ein vinnurekandi í sambandi við sølu av vøru ella tænastu frá kundanum hevur fingið upplýst hansara teldupostbústað. Tá er loyvt vinnurekandi at marknaðarføra egnar vørur ella tænastur samsvarandi teimum, kundin hevur keypt, á upplýsta teldupostbúðstaðinum.

Hetta er tó treytað av, at kundin til eina og hvørja tíð hevur møguleika fyri, ómaksleyst og ókeypis, at biðja seg undan hesum, bæði í sambandi við, at hann letur tí vinnurekandi teldupostbústaðin, og tá hann seinni fær áheitanir frá tí vinnurekandi.

Kemilux hevur tikið niðurstøðuna hjá Brúkaraumboðnum til eftirtektar.