17.05.2024

Bilasølan Sp/f Arctic 10.000 kr. í bót

Í februar 2021 meldaði Brúkaraumboðið bilasøluna Sp/f Arctic fyri at hava framt 18 brot á marknaðarføringslógina. Málið hevur nú verið fyri í Føroya Rætti, og dómur er sagdur. Brúkaraumboðið fekk viðhald í málinum. Bilasølan Sp/f Arctic fekk 10.000 kr. í bót.

Málið fevnir um, at á heimasíðuni, bilimport.fo vórðu el-bilar lýstir til sølu uttan mvg. Hetta var í stríð við § 13 í marknaðarføringslógini, sum ásetir, at prísir til brúkarar skulu upplýsast við mvg.

Hóast heitt varð á bilasøluna um at rætta prísupplýsingarnar beinanvegin, varð hetta ikki gjørt. Brúkaraumboðið valdi tí at melda málið til løgregluna.

Rannvá Sólheim, Brúkaraumboð sigur, at tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring til brúkarar, skal upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað meirvirðisgjald. Hetta fyri at brúkarin skjótt og ómakaleyst kann síggja hvør samlaði prísurin á vøruni er.

Skipanin við el-bilum ger, at tað er møguligt at fáa upp til 70.000 kr. av mvg-num endurrindað. Tí metir Brúkaraumboðið, at tað er í lagi, at bilasølur eisini upplýsa um prísin eftir mvg-afturberingina. Men vísast skal á, at samlaði prísurin við mvg skal verða týðiliga upplýstur.

Krøvini til prísupplýsingar skulu eisini gera tað møguligt hjá brúkarum at samanbera prísir á vørum innan sama vørubólk og hjá ymsum vinnurekandi. Hetta stuðlar undir eini vælvirkandi prískapping.

GG! Nú ber til at melda til tíðindabræv hjá Brúkaraumboðnum, sí heimasíðu okkara.