
Black Friday – svarti fríggjadagur skal ikki vera svartur fyri brúkaran
Tað er lætt at lata seg freista av góðum tilboðum, nú tað stundar til Black Week og stóra útsøludagin, Black Friday.
Í fleiri ár hevur Brúkaraumboðið sett sjóneykuna á árliga útsøludagin, har víst verður á reglurnar fyri prísmarknaðarføring í marknaðarføringslógini.
Aftur í ár vil Brúkaraumboðið minna á reglurnar, og geva góð ráð til bæði brúkarar og vinnurekandi.
Prísur fyrr og nú
Tá marknaðarført verður við “útsølu”, “tilboð” ella líknandi, er týdningarmikið, at prísurin veruliga er lækkaður, og at rættur undanprísur er upplýstur saman við tilboðnum. Upplýsast skal tann lægsti prísurin, ið vøran hevur kostað tær síðstu 6 vikurnar (4 vikur fyri gerandis – og árstíðarbundnar vørur).
Tað er av týdningi, at tann vinnurekandi upplýsir undanprísin umframt núverandi prísin, so at brúkarin alt fyri eitt sær, hvussu nógv hann kann spara.
Um talan er um nýggja vøru í handlinum, ber ikki til at vísa á nakran undanprís! Men um handilin hevur fingið ein góðan prís frá veitaranum, kann handilin marknaðarføra vøruna, sum til dømis “góður prísur”, “Black Friday prísur” ella “sera bíligt”. Handilin kann eisini marknaðarføra vøruna sum eitt byrjanartilboð, og upplýsa hvat vøran fer at kosta eftir at byrjanartilboðið er liðugt.
Avmarkað nøgd
Verða bert fá eintøk sett til sølu ella royndirnar vísa, at tilboðið er so mikið gott, at væntast kann at útselt verður skjótt, skal fyrivarni takast um avmarkaða nøgd.
Um nøgdin er sera avmarkað, skal upplýsast, hvussu nógv eintøk eru sett til sølu. Vanliga eru undir 10 eintøk mett sum sera avmarkað. Men um talan er um eitt serstakliga gott tilboð, so kunnu 100 eintøk eisini verða sera avmarkað nøgd. Um vit taka eitt hugsað dømi, har 100 eintøk av iPhone 16 verða sett til sølu fyri hálvan prís, so eigur handilin at upplýsa talið. Hetta kemst av, at tilboðið er so mikið gott, at eftirspurningurin og sølan tískil kann væntast at vera ovurstór.
Tann vinnurekandi má sjálvur gera eina meting av, hvussu gott hetta tilboðið er, og um hetta er ein vøra sum kann hugsast at verða rivin av hillunum alt fyri eitt.
Kanna um heimasíðan er verulig
Á sosialum miðlum eru nógvar lýsingar og nógv góð tilboð frá alskins heimasíðum. Tað er tó av týdningi at kanna, at heimasíðan keypt verður frá er verulig. Vit síggja alsamt meira av følskum heimasíðum í okkara grannalondum, har útlendskar heimasíður síggja út til at vera eitt nú danskar.
Góð ráð til keyp á netinum:
- Les á eitt nú Trustpilot, hvat onnur siga um heimasíðuna.
- Kanna hvat hetta er fyri ein heimasíða - sær hon eftirfarandi út, er tað lætt at fáa samband við fyritøkuna o.s.fr.
- Kanna myndirnar, sum verða brúktar á heimasíðuni – eru tær gjørdar við vitlíki?
- Tak skíggjamyndir (screenshots). Hetta er serliga fyri at goyma skjalprógv av lýsingini og keypstreytunum, um okkurt ikki gongur eftir ætlan.
Tú hevur rætt til
Í Føroyum er einki lógarásett um rættin hjá kundum at angra eitt keyp – hvørki í vanligum handli ella í nethandli. Flestu handlar bjóða tó hesa tænastu, men tað er altíð eitt gott hugskot at seta seg inn í keypstreytirnar hjá handlinum áðrenn keypt verður.
Er tað hinvegin okkurt galið við vøruni, sum borgarin hevur keypt, eru reglurnar um ábrek í keypilógini galdandi. Borgarin kann venda sær til handilin og klaga yvir ábrekið í upp til 2 ár eftir, at hann keypti vøruna. Handilin kann ikki vísa borgaranum aftur, men skal bjóða at umvæla vøruna ella at býta vøruna um við eina nýggja.
Góð ráð til brúkaran:
- Kanna um vøran veruliga er niðursett – hvussu nógv er at spara
- Kanna prísin í fleiri handlum, so tú fært besta prísin á vøruni
- Kanna um heimasíðan tú keypir frá er verulig
- Spyr um møguleiki er at fáa tilgóðarseðil ella peningin aftur, um tú angrar keypið
- Goym kvittanina, um okkurt ábrek skuldi verið við vøruni
Góð ráð til vinnurekandi:
- Minst til at upplýsa undanprísin á vøruni, um har er ein.
- Undanprísurin er lægsti prísurin, ið vøran hevur kostað tær síðstu 4/6 vikurnar.
- Væntast tað, at sølan av eini vøru verður stór, tí tilboðið er so mikið gott, minst so til at upplýsa um tað er avmarkað nøgd.
- Er talan um sera fá eintøk av eini vøru ella kø-tilboð, minst so til, at upplýsa um talið.
- Tað skal vera heilt greitt fyri brúkaran, um vøran verður seld fyri niðursettan prís ella um tað bert verður lýst fyri vøruni.