24.06.2010

Brúkaraumboðið avdúkaði Prísin 2010.

Johan Dahl, Vinnumálaráðharri handaði sjálvan PRÍSIN til Niels Mortensen, stjóra í P/F SMS. Mynd: Alan Brockie, Dimma

Andrass Holm Arge og Niels Mortensen

P/F SMS fekk brúkaraprísin fyri 2010. Hetta hendi á samkomu í nýggju Perluni á Tórsgøtu – mánadagin 21. juni 2010. Sum áður sagt frá, so er at ætlanin á hvørjum ári, at handa ársins brúkaraprís innan ymiskar vinnugreinar, fyri at eggja fyritøkum framhaldandi at virka fyri góðum marknaðarføringarsiði, til frama fyri føroyska brúkaran.

Grundgevingar fyri at P/F SMS fekk ársins brúkaraprís 2010 eru fylgjandi:

  • Fyritøkan hevur gingið undan at tillaga sítt virksemið bæði áðrenn og eftir at marknaðarføringarlógin kom í gildi. Fyritøkan hevur fyri 5-6 árum síðani skipað fyri felags umbýtingarrætti fyri allar handlar í SMS.
  • Fyrsta fyritøkan, sum byrjaði miðvíst, at nýta føroyskt lýsingarmál.
  • Fyritøkan hevur umleið 45.000 til 50.000 gestir um vikuna, harav 80 % keypa í onkrum av handlunum. Brúkaraumboðið hevur sera fá mál í mun til ta mongd av viðskifta avgreiðslum, sum hava samband við fyritøkuna.
  • Fyritøkan hevur sýnt góðan samstarvsvilja til at rætta mál, sum kærd eru um.
  • Í samskiftinum hevur fyritøkan fleiri ferðir biðið um ráðgeving og forhandarmeting til ætlað tiltøk.

Endamálið við brúkaraprísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, prísgjøgnumskygni og sum heild góðum marknaðarføringarsiði.