18.06.2010

Brúkaraumboðið avdúkar Ársins Brúkaraprís 2010

Innbjóðing til fjølmiðlarnar

Boðið verður til tíðindafund, har Brúkaraumboðið fer at avdúka, hvør føroysk fyritøka fær ársins Brúkaraprís 2010.

Endamálið við brúkaraprísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, prísgjøgnumskygni og sum heild góðum marknaðarføringarsiði.

Hetta er fyrsti prísurin hjá Brúkaraumboðnum, ið hevur virkað síðani 1. apríl í fjør. Ætlanin er at lata brúkaraprísin á hvørjum ári, fyri at eggja fyritøkum framhaldandi at virka fyri góðum marknaðarføringarsiði, til frama fyri føroyska brúkaran.

Príshandanin fer fram í nýggju Perluni í Tórsgøtu mánadagin 21. juni 2010 frá kl. 13.00 til 14.00.

Øll eru vælkomin.

Vinarliga

Andrass Holm Arge
Brúkaraumboðið