Brúkaraumboðið hevur givið Atlantic Airways átalu og ávaring
Brúkaraumboðið hevur givið Atlantic Airways átalu og ávaring í sambandi við marknaðarføringina av søluátakinum “Sveimandi tilboð”
Um ársskiftið 2022/2023 hevði Atlantic Airways eitt søluátak, nevnt “Sveimandi tilboð”. Í søluátakinum vóru einvegis ferðaseðlar settir til sølu úr 695 kr. á úrvaldum fráferðum á farleiðunum, Keypmannahavn, Aalborg, Billund, Oslo, Keflavík og Edinburgh, og á farleiðini til París úr 795 kr. Viðmerkt var við smáum bókstavum, at prísurin broyttist í mun til flogvallarskattir og avgjøld á valda ferðamálinum.
Brúkaraumboðið metir, at søluátakið er brot á lógina um marknaðarføring. Talan er um villleiðandi søluátak, tí brúkarin far ikki greitt upplýst, hvussu ”Sveimandi tilboð” er sett saman.
Atlantic Airways upplýsir, at prísurin broytist í mun til flogvallarskattir og avgjøld á valda ferðamálinum.
Brúkaraumboðið heldur, at hetta er trupult hjá brúkaranum at skilja, tí sambært marknaðarføringslógini eigur brúkarin greitt at síggja á einum søluátaki, hvat samlaði prísurin er fyri vøruna ella tænastuna.
Í hesum føri hevur Atlantic Airways upplýst, at flogvallarskatturin í Føroyum er hægri enn á øllum flogvøllum, ið vóru við í søluátakinum, uttan úr París og Edinburgh, so kundin kundi ikki keypa ferðaseðil fyri átaksprísin 695 kr., tá ferðast varð úr Føroyum til aðrar býir enn París og Edinburgh. Heldur ikki heim úr París og Edinburgh, fekk kundin átaksprísin.
Tað vil siga, at í hesum søluátakinum var bert møguligt at keypa fyri lægsta søluprís, antin úr Føroyum ella á veg til Føroyar. Í ongum føri, var lægsti søluprísur galdandi bæði úr Føroyum og heim til Føroyar aftur. Fyri tað mesta, var lægsti søluprísur bert galdandi fyri ferðaseðlar til Føroyar, og ikki úr Føroyum.
Í marknaðarføringini av søluátakinum var m.a. lýst soleiðis:
“Ferðast til/úr Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Keflavík, Edinburgh ella París einvegis úr einans 695kr./795kr.”
Her verður lýst við, at lægsti átaksprísur er galdandi báðar vegir, hóast hetta ikki er rætt.
Og í aðrari lýsing: “Sveimandi tilboð til Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Keflavík, Edinburgh ella París einvegis úr einans 695kr./795kr.”
Her verður lýst við, at lægsti átaksprísur er galdandi úr Føroyum til øll ferðamálini. Hetta er ikki rætt, tí at lægsti átaksprísur úr Føroyum var bert galdandi fyri ferðamálini Edinburgh og París.
Brúkaraumboðið metir, at lýsingarátakið greitt vísir og gevur brúkarunum ta fatan, at tilboðið er galdandi bæði úr Føroyum og heim aftur til Føroya.
Brúkaraumboðið fekk eina fráboðan um, at hóast leitað var eftir ferðaseðlum alt fyri eitt, tá tilboðið kom út, so var eingin ferðaseðil til ávíst ferðamál funnin fyri 695 kr. Viðkomandi ivaðist tískil í, um Atlantic Airways í heila tikið bjóðaði ferðaseðlar fyri lægsta prísin til øll ferðamálini.
Brúkaraumboðið valdi at taka málið upp fyri at kanna um brot var framt á marknaðarføringslógina.
Brúkaraumboðið metir, at brot er framt á § 1 um góðan marknaðarføringssið, og at brot er framt á § 3 og § 9, stk. 1 í sambandi við villleiðandi og ógreiða marknaðarføring.
Eisini skal Brúkaraumboðið vísa á, at sølufremjandi tiltøk skulu marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru týðiligar og greiðar fyri brúkaran og soleiðis, at brúkarin lættliga kann kunna seg um treytirnar. Brúkaraumboðið metir ikki, at marknaðarføringin hjá Atlantic Airways av hesum átaki, hevur víst týðiligt og greitt, at lægsti søluprísur bert var galdandi annan vegin, antin úr Føroyum ella til Føroyar.
Brúkaraumboðið vísir á, at sambært marknaðarføringslógini, skal samlaði prísurin týðiliga upplýsast, íroknað avgjøld. Tað er sostatt líkamikið, hvussu høgur flogvallarskatturin er á teim ymsu flogvøllunum, tí tað er tann samlaði kostnaðurin fyri ferðaseðilin, sum skal upplýsast.
Brúkaraumboðið hevur givið Atlantic Airways átalu og ávaring fyri brot á marknaðarføringslógina í sambandi við søluátakið “Sveimandi tilboð”.
Brot á marknaðarføringslógina kann revsast við bót, men av tí at talan er um fyrsta mál av slíkum slagi hjá Atlantic Airways, hevur Brúkaraumboðið valt at geva felagnum eina átalu og eina ávaring.
Brúkaraumboðið hevur heitt á Atlantic Airways um at tryggja, at marknaðarføringslógin verður hildin í framtíðini. Atlantic Airways hevur boðað frá, at felagið longu hevur broytt leistin fyri lýsingarátøk, soleiðis at sleppast kann undan misskiljingum.