14.06.2023

Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í máli um rættin at rinda við reiðum peningi

Er tað møguligt at rinda við gjaldskorti, skal tað eisini vera møguligt at rinda við reiðum peningi

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina klagu um rættin hjá einum borgara, at rinda árliga gjaldið fyri bátapláss við reiðum peningi.

Ein kommuna kravdi at borgarar, sum høvdu bátapláss, skuldu stovna eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu fyri árliga gjaldið. Ein borgari kærdi, tí hann ynskti at sleppa at rinda árliga gjaldið  fyri bátaplássið við reiðum peningi.

Niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum er, at tá tað er møguligt at rinda við gjaldskorti á kommunuskrivstovuni, so hevur borgarin rætt til at rinda bátaplássið við reiðum peningi.

Brúkaraumboðið vísti á, “kontantregluna” í § 81, stk. 1 í gjaldslógini, sum ásetir, at gjaldsmóttakarar hava skyldu at taka ímóti reiðum peningi í tíðini frá kl. 06.00 til kl. 22.00, um teir taka ímóti t.d. gjaldskorti.

Tað vil í hesum føri siga, at um ein kommunuskrivstova hevur gjaldsterminal, har til ber at rinda við gjaldskorti, so hevur kommunuskrivstovan eisini skyldu til at taka ímóti kontantum peningi í avgreiðslutíðini.

Kommunan hevur gjaldsterminal á kommunuskrivstovuni, sum blívur brúktur til at fylla á el-kort, ið bátaeigarar nýta í bátahyljunum.

Kommunan hevur víst á, at tað má vera eitt veruligt samband millum “søluna” umvegis gjaldskort og kravið um at sleppa at gjalda kontant. Kommunan “selur” ikki bátapláss umvegis gjaldskort og tískil kann tað ikki vera nakað krav um at móttaka kontant gjald fyri bátapláss.

Brúkaraumboðið hevur víst á, at kontantreglan í § 81, stk. 1 skilir ikki í millum ymsar vørur og tænastur. Ásetingin er generel, og er sum útgangsstøði galdandi fyri allar vørur og tænastur. T.v.s. um ein kommuna (sum gjaldsmóttakari) tekur ímóti gjaldskorti fyri ávísar vørur ella tænastur, viðførir tað, at kommunan eisini má taka ímóti reiðum peningi fyri aðrar vørur og tænastur.

Í “kontantregluni” eru nøkur undantøk, har rætturin til at rinda við reiðum peningi ikki er galdandi. Brúkaraumboðið hevur kannað, um kommunan lýkur treytirnar fyri undantøkunum, men niðurstøðan er, at tað ger kommunan ikki í hesum føri. Tískil skal borgarin hava møguleika til at rinda við reiðum peningi fyri bátaplássið.