05.03.2019

Brúkaraumboðið kannað upprunaprísir á búnýtisvørum og møblum

Brúkaraumboðið hevur fyri kortum gjørt stakroyndir av tilboðsbløðum hjá nøkrum vinnurekandi, ið selja búnýti og møblar á føroyska marknaðinum.

Endamálið við stakroyndunum var at kanna, um upplýsti upprunaprísurin var rættur.

Tá vinnurekandi lýsa við, at ein vøra verður seld fyri niðursetta prís, so skal tað í fyrsta lagi vera satt og í øðrum lagi skal upprunaligi prísurin upplýsast. Hetta merkir, at handilin í minst seks vikur (fýra vikur fyri gerandisvørur) skal hava havt vøruna til sølu til upplýsta upprunaprísin.

Um upplýsti upprunaprísurin ikki er rættur, er talan um villleiðandi marknaðarføring, sambært § 3 í marknaðarføringslógini. Sambært § 9, stk. 2 marknaðarføringslógini, má útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.

Sambært § 9, stk. 3 í marknaðarføringslógini, skal prísmerkingin, tá søluprísir eru lækkaðir, týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.

Stakroyndirnar hjá Brúkaraumboðnum vístu, at upplýstu upprunaprísirnir í stóran mun vóru í tráð við marknaðarføringslógina. Í einstøkum føri varð vegleitt um, hvussu próvbyrðan í sambandi við 6 vikurs freistina verður lyft og heitt varð á tann vinnurekandi, um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Leiðreglur hjá Brúkaraumboðnum um marknaðarføring av prísi kunnu finnast her https://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/leidreglur-um-marknadarforing-av-prisi/