16.09.2009

Brúkaraumboðið sendir vegleiðingar og leiðreglur til hoyringar á Tele økinum til frama fyri brúkaran.

Til Televeitarar og Fjarskiftiseftirlitið.

Brúkaraumboðið hevur heimild sambært niðanfyri standandi áseting, at seta leiðreglur í gildi, sum hava stóran týdning fyri brúkaran. Tele økið er eitt sera týðandi øki fyri brúkaran, og hvørt húskið í Føroyum hevur samband við ymiskar veitarar á Tele økinum.

§ 23. Brúkaraumboðið skal royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran.
   Stk. 2. Brúkaraumboðið kann, uttan mun til stk. 1, ikki gera leiðreglur, sum bert venda sær til fyritøkur, ið eru umfataðar av “Lov om finansiel virksomhed”.

Endamálið við at senda hesar leiðreglur og vegleiðingar til hoyringar er at fremja góðan marknaðarføringssið, og harnæst eru ongar reglur um, hvussu skal verða farið fram á Tele økinum, so at lógin um góðan marknaðarføringssið mótvegis brúkaranum verður hildin.

Niðanfyri nevnda vegleiðing verður send til hoyringar við freist at svara  til tann 20. oktober 2009.

Hóast fleiri tilvísingar í hesi vegleiðing  til lógir v.m. ikki eru galdandi í FO, so er tað ein fyrimunur at brúka hesa vegleiðing, sum eina góða fyrimynd. Eftir at hoyringin er av, so verður vegleiðingin tillaga føroysk viðurskifti, og eisini verður hon týdd til føroyskt.

Vegleiðingin er at finna á hesi leynkju: http://www.forbrug.dk/forbrugerombudsmanden/sager-og-retningslinjer/retningslinjer/retningslinjer/teleomraadet-retningslinier-om-god-markedsfoeringsskik/

Vegleiðing verður eisini send við posti.

Brúkaraumboðið/Consumer Ombudsman

Vágsvegur 22 – P.O. Box 80.

FO-910 Vágur, Faroe Islands

Tel. +298 358000  Mobiltel. +298 558000

aha@bruk.fo  www.bruk.fo