Brúkaraumboðið viðgjørt mál um internetsambandið umborð á Norrønu
Ein borgari gjørdi vart við, at internetsambandið umborð á Norrønu var als ikki so gott sum lýst varð við.
Borgarin vísti á, at tað í lýsingini stóð, at til bar at stroyma, men at sannleikin var ein heilt annar. Borgarin vísti á, at tað bar slettis ikki til, at hyggja eftir einum fótbóltsdysti umvegis internetið umborð á Norrønu, og at lýsingingin tí ikki samsvaraði við veruleikan.
Borgarin hevði eisini hoyrt, at um manningin stroymdi t.d. ein fótbóltsdyst, so "stjólu" tey alt netið frá ferðafólkunum.
Brúkaraumboðið tók málið upp, og bað Smyril Line um eina frágreiðing. Smyril Line hevur greitt frá, at manningin hevur sítt egna net, og at tað tískil ikki er rætt, tá sagt verður, at manningin “stjelur” netið frá ferðafólkunum.
Smyril Line hevur víst á, at tað er tekniskt avbjóðandi og sera kostnaðarmikið, at bjóða internet á sjónum. Felagið vísir á, at í lýsingini verður fyrivarni eisini tikið fyri, at internetsamband á opnum havi hevur sínar avmarkingar.
Skipið fær á leið 25 mbps umvegis tvær VSAT-antennur, og í summarsiglingini verður kapasiteturin øktur nakað. Við hesum kapasiteti kunnu umleið 35 brúkarar stroyma í senn, í summarsiglingini nakað meira.
Viðvíkjandi góðskuni greiðir Smyril Line frá, at tað kunnu verða avbjóðingar við at stroyma í 4K ella HD góðsku, tí hetta krevur so nógvan kapasitet. Hinvegin ber til at stroyma við góðskuni 360p, sum gevur eina fína mynd á fartelefon ella teldli.
Út frá hagtølunum um hvussu nógv hald eru virkin í senn og hvussu nógv av teimum stroyma, metir Smyril Line, at felagið klárar at veita tænastu til uml. 150-200 hald í senn.
Brúkaraumboðið metir, at Smyril Line í stóran mun hevur gjørt hvat tey kunnu fyri at upplýsa um, at tað eru avbjóðingar við internetsambandi á opnum havi. Út frá upplýsingum um kapasitet og hvussu nógv hald kunnu verða virkin í senn, metir Brúkaraumboðið, at Smyril Line sum útgangsstøði, hevur ein nøktandi kapasitet umborð.
Heitt verður tó á Smyril Line, um áhaldandi at eftirmeta, um felagið hevur nóg mikið av kapasiteti í mun til søluna av internethaldum umborð, tí tað er týdningarmikið, at ferðafólk ikki verða villleidd til at keypa eina vøru, sum tey ikki fáa.
Brúkaraumboðið hevur mælt Smyril Line til at upplýsa, at tøki kapasiteturin verður deildur javnt millum tær eindir, sum til eina og hvørja tíð eru virknar, og at tað tískil kunnu verða avbjóðingar um stroymt verður í 4K ella HD góðsku, sum krevur sera nógvan kapasitet.
Smyril Line hevur boðað frá, at felagið tekur niðurstøðuna til eftirtektar, og at arbeitt verður framhaldandi við at betra um góðskuna og kapasitetin umborð.
Brúkaraumboðið ger tískil ikki meira við málið.