01.10.2009

Danski brúkaraumboðsmaðurin vitjar í Føroyum í komandi viku.

Tíðindaskriv:

Danski brúkaraumboðsmaðurin vitjar í Føroyum í komandi viku.

Føroyska brúkaraumboðið hevur boðið danska brúkaraumboðsmanninum til Føroyar á vitjan. Í sambandi við vitjanina komandi týsdag og mikudag, skal hann hava fund við Johan Dahl, landsstýrismann í Vinnumálum, somuleiðis verður skipað fyri skeiði í marknaðarføringarrætti.

Tað var í sambandi við norðurlendskan brúkaraumboðsmannafund í Helsinki fyri 3 vikum síðani, at føroyska brúkaraumboðið, Andrass H.  Arge,  gjørdi avtalu við danska brúkaraumboðsmannin, Henrik S. Øe, um at koma á vitjan í Føroyum.

Í sambandi við skeiðið sum er fullteknað, so verður tað Henrik Øe og Andreas Weidemann, sum koma at undirvísa advokatum, lýsingarfyritøkum og øðrum vinnurekandi á Hotel Føroyum.

Føroyska Brúkaraumboðið hevur sera gott samstarv við danska brúkaraumboðsmannin, sum hevur drúgvar royndir á marknaðarføringarøkinum, og ræður yvir 17 løgfrøðingum, sum hava servitan á ymiskum økjum.

Vinarliga

Andrass Holm Arge, Brúkaraumboðið

Vágur, 2. oktober 2009