04.09.2009

Eik heldur marknaðarføringslógina og fær onga átalu.

Eik heldur marknaðarføringslógina og fær onga átalu.

Brúkaraumboðsmaðurin hevur kannað galdandi reglur í sambandi við marknaðarføring, tá talan er um bankar. Niðurstøðan í mun til marknaðarátakið hjá Eik Banka herfyri er, at bankin hevur hildið seg til marknaðarføringslógina.

Seinastu dagarnar hevur Dimmalætting skrivað um, at Eik Banki hevur haft framløgu fyri 8. flokki í Hoyvíkar Skúla. Brúkaraumboðsmaðurin hevur viðgjørt spurningin.

Við tað, at bankar ikki hava nakra áseting um brúkaravernd fyri børn og ung, verður marknaðarføringslógin løgd til grund. Grein 8, stk. 1 er soljóðandi:

§ 8. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.

Brúkaraumboðið og Eik eru samd um, at marknaðarføringslógin § 8 stk. 1 er galdandi  í sambandi við marknaðarátak mótvegis skúlanæmingum. Sambært danskari rættarsiðvenju á økinum krevst loyvið frá skúlastýrinum, fyri at fremja slík marknaðarátøk. Sambært Eik var samtykkið givið frá skúlans leiðslu.

Við tað, at Eik hevði fingið loyvið frá skúlastjóranum, verður ikki talan um átalu ella brot á grein 8 stk. 1.

Brúkaraumboðið hevur eisini havt málið fyri hjá danska brúkaraumboðsmanninum, við tað  at vit í Føroyum ikki hava royndir á slíkum øki. Niðurstøðan er greið, at talan ikki verður um nakra átalu ella brot á marknaðarføringslógina, við tað at Eik í hesum føri hevur fingið samtykkið frá skúlastjóranum.

Brúkaraumboðið sannar, at tað er sera óheppið, at sagt verður í blaðskriving í Dimmalætting, at talan verður um átalu, meðan viðgerðin fer fram hjá Brúkaraumboðsmanninum. Fyri rættartrygdina og sakliga viðgerð, er tað av størsta týdningi, at partarnir fáa stundir til hoyringar, áðrenn nøkur niðurstøða um átalu verður framborin.

Í sambandi við fund og samskiftið, hevur Eik sýnt gott samstarv og skjóta og greiða avgreiðslu.

Vegleiðing um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum, eisini á skúlum, er at finna hjá danska brúkaraumboðsmanninum, og er tað henda vegleiðing, sum Brúkaraumboðið hevur lagt til grund, við tað at danska og føroyska marknaðarføringslógin eru einsljóðandi.

Marknaðarføringslógin er nýggj, og bæði fyritøkur og stovnar skulu finna sítt stev í mun til lógina. Omanfyri nevnda vegleiðing um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum verður send til hoyringar í næstum til Mentamálaráðið, Vinnuhúsið, Felagið Føroyskir Peningastovnar, og aðrar myndugleikar og stovnar.

Málið er endað.

Vegleiðingin ung og børn er at finna á hesi leinkju:

http://www.forbrug.dk/forbrugerombudsmanden/sager-og-retningslinjer/retningslinjer/retningslinjer/brnogunge/

Umframt hesa leinkju er eisini ung og gjaldskort:

http://www.forbrug.dk/forbrugerombudsmanden/sager-og-retningslinjer/retningslinjer/bml-retningslinjer/unge-og-betalingskort/

Brúkaraumboðið,

Vágur tann 4. september 2009.