09.12.2011

Facebook marknaðarføring – Vinnurekandi eru fevndir av lógini um góðan marknaðarføringarskið eisini á Facebook.

Facebook hevur vunnið nógv frama her á landi, so at rættiliga nógvir brúkarar hava ein persón profil á Facebook. Talan er um eitt netverk av brúkarum, sum hava samskifti sínámillum. Fyri vinnufyritøkur er Facebook ein góður møguleiki at fremja beinleiðis marknaðarføring, tó hava vit eina marknaðarføringarlóg, sum setur mark fyri, hvussu beinleiðis marknaðarføring kann verða framd á netinum, vísandi til § 6 í lógini um góðan marknaðarføringarsið er ásett:

§ 6. Tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi, tá ein vinnurekandi í sambandi við sølu av vøru ella tænastu frá kundanum hevur fingið upplýst hansara teldupostbústað. Tá er loyvt vinnurekandi at marknaðarføra egnar vørur ella tænastur samsvarandi teimum, kundin hevur keypt, á upplýsta teldupostbúðstaðinum. Hetta er tó treytað av, at kundin til eina og hvørja tíð hevur møguleika fyri, ómaksleyst og ókeypis, at biðja seg undan hesum, bæði í sambandi við at hann letur tí vinnurekandi teldupostbústaðin, og tá hann seinni fær áheitanir frá tí vinnurekandi.

Brúkaraumboðið hevur fingið kærur, har ið vinnufyritøkur hava marknaðarføringarátøk, har ið tú kann senda til vinir tínar á Facebook, og so hevur tú møgueika t.d. at fáa ein vinning. Brúkaraumboðið fer í næstum at viðgera hesar kærur nærri.

Niðanfyri verður víst til leinkjur, sum viðgera evnið:

DR P4 Østjylland:

Mál hjá danska brúkaraumboðsmanninum, tað fyrsta av slíkum slag:

http://www.forbrugerombudsmanden.dk/Nyheder-fra-FO/Pressemeddelelser/Spar-Nord-indstiller-ulovligt-tip-en-venkoncept

Vegleiðing:

http://www.forbrugerombudsmanden.dk/Nettjek/Raad-om-deltagelse-i-konkurrencer-mv