02.11.2012

Forhandarmetingar

Tíðindaskriv um forhandarmetingar:

Í kunngerð um virksemi Brúkaraumboðsins stendur, at Brúkaraumboðið skal kunna almenningin um mál, sum eru viðgjørd av Brúkaraumboðnum, ákæruvaldinum og dómstólinum, og sum hava almennan áhuga ella týdning eftir marknaðarføringslógini.

Forhandarmetingar:
Smbrt § 24 í lóg um marknaðarføring ger Brúkaraumboðið eftir áheitan eina meting av, um ætlað marknaðarføringstiltøk kunnu metast at vera lóglig ella ikki.

Brúkaraumboðið hevur dagført vegleiðingina um forhandarmeting á heimasíðuni http://bruk.fo/forhandarmeting/

Forhandarmeting um ferðaseðlar
Brúkaraumboðið hevur frá ferðaskrivstovu fingið áheitan um meting av lýsingarátaki har ferðaseðlar verða lýstir til sølu fyri lægri kostnað enn vanligt. Spurningurin var serliga um nóg mikið var at lýsa við avmarkaðari nøgd ella um upplýsast skuldi um, hvussu nógvir ferðaseðlar vóru til sølu til niðursettan prís.
Í § 9, stk. 5 í lóg um marknaðarføring stendur um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðarføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.
Sostatt skal tann vinnurekandi gera eina meting av, um tann vinnurekandi megnar at nøkta tí eftirspurningi, ið væntandi verður eftir vøruni/tænastuni. Henda meting skal byggja á tænastuna, ið verður bjóðað, góðsku og prís og hvussu nógv tilboðið verður marknaðarført.
Um tilboðið verður útselt skal steðgast við marknaðarføringini av tilboðnum.
Føroyskar leiðreglur eru ikki gjørdar á økinum enn. Í vegl. frá danska brúkaraumboðnum, ið vit í Føroyum kunnu brúka sum íblástur, stendur serligt um ferðaseðlar og um ítøkiliga spurningin, at upplýsast skal um, hvussu nógvir ferðaseðlar talan er um, at tann vinnurekandi skal upplýsa um tal av ferðaseðlum, um talan er um minni enn 20 ferðaseðlar um dagin ella fyri smærri flogfør (73 setur og minni) um tilboðsferðaseðlarnir eru minni enn 10 % av samlaðu plássunum um dagin.
Sum uppskotið til lýsingina sá út, var ikki neyðugt at gera aðrar viðmerkingar til lýsingina.
Forhandarmeting um marknaðarføring av prísbroyting:
Brúkaraumboðið hevur frá televeitara fingið áheitan um forhandarmeting av kunning um prísbroyting, tá talan var um smsboð við útlendskum móttakara. Tvey undantøk vóru til tann hægri prísin á sms-boðum til útlond, annað var hald við íroknaðari nýtslu og hevur eitt Evropaískoyti og um kundin hevur eina sms-tænastu, SMSa Altíð. Hesi bæði geva at brúka íroknaðu nýtsluna til hhv. Evropa og til alla verðina.
Orsøkin til, at ynski var um at kunna við smsboðum var tí at umleið helmingurin av fartelefonviðskiftafólkunum eru Teletíðarkundar, ið ikki fullfíggjað bústaðarskráseting er á. P/F Føroya Tele umhugsaði, hvussu kundi kunnast á besta hátt um prísbroytingina og komu fram til, at kunning í einum sms-boðum var skilabestu loysnina. Mett var, at á tann hátt kundu øll viðskiftafólk røkkast og mett var, at sannlíkindini fyri at kundin las kunningina eisini var størri við smsboðum enn við vanligum brævi.
Brúkaraumboðið móttók hetta uppskot til smsboð til viðskiftafólkini:
“Vit vilja gera vart við, at 1. desember 2012 verður kostnaðurin at senda vanlig sms-boð til útlendskan móttakara kr. 1,25/stk. Hetta er tó ikki galdandi fyri sms-boð við Evropaískoyti og SMSa Altíð. Føroya Tele”
Brúkaraumboðið hevði hesar viðmerkingar til ætlanina.
Víst varð á, at smbrt. § 6 í lóg um marknaðarføring er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar ella á annan hátt at marknaðarføra við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.
Orðingin lýsingar ella á annan hátt marknaðarføra skal skiljast í breiðum høpi.
Í hesum føri er ætlanin at senda sms út við kunning um broyting í avtaluni. Tænastufráboðan um broytingar í avtaluni í leypandi avtalum vilja sum meginregla ikki vera fevndar av forboðnum í § 6 í marknaðarføringslógini, tvs. at senda ein sms út til viðskiftafólk um broytingar í leypandi avtalum vil sum meginregla ikki vera ein lýsing ella á annan hátt marknaðarføring.
Fortreytin fyri hesum er, at smsboðini bert verða send teimum viðskiftafólkum, ið hesi boðini eru viðkomandi fyri, tvs. at um prísurin ikki hækkar fyri ávís hald er ikki viðkomandi at senda hesum viðskiftafólkum eini smsboð og vil í teimum førum ikki vera talan um tænastufráboðanir, men um lýsing ella marknaðarføring á annan hátt, ið er fevnt av § 6 og tí ikki er loyvd.
Tey viðskiftifólkini, har tænastufráboðanin er viðkomandi, vilja ikki hava hald, har prísurin ikki hækkar. Fyri tey viðskiftafólkini er tí ikki neyðugt at upplýsa um undantøkini, um so verður gjørt, vil talan vera um marknaðarføring og harvið brot á § 6.
Samanumtikið varð tí mælt til, at smsboðini bert vórða send teimum viðskiftafólkum, ið boðini vóru viðkomandi fyri, tvs. hjá teimum har prísurin hækkar og at orðingin “Hetta er tó ikki galdandi fyri sms-boð við Evropaískoyti og SMSa Altíð”, verður tikin burtur í teimum haldum, ið hon ikki var viðkomandi fyri.