Gjald fyri at standa á bíðilista hjá Bústøðum
Brúkaraumboðið fekk eina fráboðan um, at árliga umsitingargjaldið til Bústaðir bert kann gjaldast við girokorti, sum verður sent við vanligum posti. Borgarin gjørdi vart við, at um girokortið ikki verður goldið rættstundis, verður man strikaður av bíðilistanum uttan ávaring. Borgarin meinti, at hetta var sera vánalig viðferð av limunum.
Borgarin vísti á, at nógv av teimum, sum standa á bíðilistanum hjá Bústøðum, eru fólk, sum búgva til leigu, og at hesi javnan flyta bústað. Tá er vansin, at girokortið verður sent til gamla bústaðin, og so verður girokortið ikki goldið. Endin av hesum er, at fólkini verða koyrd av listanum, og mugu byrja av nýggjum.
Brúkaraumboðið valdi at kanna málið í mun til avtalutreytir og góðan marknaðarføringssið, sbrt. § 1 í marknaðarføringslógini.
Bústaðir hevur greitt frá, at tað er ikki rætt, at man verður strikaður av listanum uttan ávaring, tí limirnir fáa ein rykkjara sendandi um girokortið ikki er goldið rættstundis. Eisini heldur felagið, at tey gera eitt stórt arbeiði fyri at kunna fólk á bíðilistanum um, at tað er soleiðis mannagongdin er. Rokning og rykkjari fara til tær adressurnar, sum fólk hava upplýst felagnum, og koma hesi brøv aftur til Bústaðir frá Posta, við boðum um, at adressan er skeiv, so verður roynt á annan hátt at finna viðkomandi, t.d. umvegis telefon ella teldupost. Eisini gongur rúm tíð, áðrenn limurin verður strikaður av bíðilistanum.
Víst verður eisini á, at tað er ikki neyðugt at rinda árliga umsitingargjaldið við girokorti, tí til ber eisini at melda seg til sjálvvirkandi gjaldsskipan.
Felagið upplýsir eisini, at arbeitt verður við, at Bústaðir skulu hava eina sjálvgreiðslu umvegis Vangan, men hetta er ikki klárt enn.
Brúkaraumboðið metir, sum útgangsstøði, at treytirnar fyri at rinda umsitingargjaldið eru nøktandi, sbrt. § 1 í marknaðarføringslógini. Tó skal vísast á, at Bústaðir hevur upplýst, at tað er møguligt at flyta árliga umsitingargjaldið við sjálvvirkandi gjaldsskipan. Brúkaraumboðið metir ikki, at hetta framgongur nóg greitt av treytunum, og mælir til, at upplýsa betri um henda møguleika.
Bústaðir hevur tikið niðurstøðuna til eftirtektar og fer at upplýsa betri um møguleikan fyri at flyta árliga umsitingargjaldið við sjálvvirkandi gjaldsskipan.