18.11.2010

Gloyma upprunaprísir

Gloyma upprunaprísir
Skrivað hevur: Georg L. Petersen
Hósdagur 18. november 2010, kl. 13.12, 221/133 – pengar.fo

Tilboð: Tá nýggja marknaðarføringslógin kom, fylgdu fleiri krøv við til føroyskar handlar. Eitt var, at einki tilboð má lýsast, uttan so at upprunaprísurin er upplýstur – tað hava flestu handlar valt at halda, men ikki Samkeyp

– Vit hava felags marknaðarføring fyri 26 handlar, sum tó allir prísa ymiskt. Tí ber tað illa til at upplýsa fyrrprísirnar, tí teir eru ikki líka í øllum handlum.
Tað sigur Høgni Hansen, stjóri í PH Heilsølu, sum umsitur Samkeyp.
Lógarbrot
Í flestu tilboðsbløðunum verður í dag upplýst ein upprunaprísur – men Samkeyp er eitt undantak. Og í blaðlýsingum ger stóri handilin Inn jústtað sama sum Samkeyp, nevniliga at lýsa við tilboðsprísum, uttan at skriva hvat upprunaprísurin var.
Og tað er beinleiðis eitt brot á grein 9 í marknaðarføringslógini, sum sigur, at um prísurin á eini vøru er lækkaður, so skal upprunaprísurin upplýsast.
Tað hevur verið samskfti millum handlar og Brúkaraumboð um hetta, og so leingi hetta hevur verið, er Samkeyp sloppið undan at upplýsa upprunaprísirnar.
– Men vit fara nú at boða frá, at somu treytir galda fyri alla bransjuna. Upprunaprísurin skal upplýsast, sigur Andrass Holm Arge, brúkaraumboð.

Trupulleikar við pantinum
Tá nýggja marknaðarføringslóg kom, vóru fleiri nýggjar treytir settar handlunum. Nakrar vóru serføroyskar, millum annað at pantið skal roknast í inn í samlaða prísin av drykkivørum.
Hetta krav hava handlarnir havt sera trupult at liva upp til, og hava gjørt alt fyri at sloppið undan. Eftir at hava samskift við handlarnar í longri tíð, er Brúkaraumboðið komið til ta niðurstøðu, at øll skulu ganga undir lógarinnar bókstaviligu orðing.
Tað einasta sum kundi broytt nakað, var um politiski myndugleikin vildi broyta lógarásetingina – men tað vildi landsstýrismaðurin ikki.
Tí eru boðini til handlarnar greið, at pantið hereftir skal roknast í samlaða søluprísin.

Fyrr prísir
Eitt annað krav í lógini hevur verið ásetingin um, hvussu handlarnir skulu bera seg at í sambandi við tilboð.
Ein av ásetingum snýr seg um fyrrprísir.
Tað er brot á lógina, um ein handil kallar nakað fyri tilboð, uttan at upplýsa kundanum hvat vøran hevur kostað upprunaliga.
Allir handlar hava ikki verið glaðir um hesa áseting, tí fleiri koyra við ymiskum prísum í ymiskum deildum kring landið. Tí er upprunaprísurin ikki altíð tann sami.
Miklagarður, Bónus, FK og Samkeyp senda við stuttum millumbilum tilboðsbløð út til føroysku húskini- og har hava tey eftir øllum at døma funnið ein útveg.
Í dag er tað bert Samkeyp, sum ikki heldur seg til ásetingarnar.
Og grundgevingin er, at tað snýr seg um 26 ymiskar handlar, sum allir hava sjálvstøðuga prísáseting.
– Sjálvandi vilja vit halda lógina, men so mugu handlarnar avtala upprunaprísirnar sínámillum. Vit hava verið í einum dialogi við brúkaraumboðið, og skulu hava fund aftur í næstu viku. Tá taka vit málið uppaftur, sigur Høgni Hansen, stjóri í PH Heilsølu, sum umsitur Samkeyp.
Tískil hendir tað neyvan nakað við blaðnum í komandi viku heldur, hóast boðini frá brúkaraumboðnum tykjast rættiliga greið.

Hald í veruleikanum
Tað er ikki nógmikið bara at áseta ein upprinaprís upp á kvamsvís.
Tað kann kosta eina álvarsliga átalu í síðsta enda.
Talan skal nevniliga vera um ein veruligan upprunaprís.
Kundin kann, um hann ivast, krevja skjalprógv fyri, at upprunaprísurin er veruligur.
Og so er tað spurningurin nær talan er um eitt veruligt tilboð. Sambært donsku leiðreglunum skal vøran hava verið til sølu fyri upprunaprísin í minst fýra vikur, áðrenn tann prísurin kann brúkast.
Verða vørur bara fluttar bíligar inn, er ikki talan um nakað tilboð – bara eina bíliga vøru.

Leiðreglur
Andrass Holm Arge, brúkaraumboð, sigur, at næsta stigið verður at orða nakrar leiðreglur til handlarnar um tilboð.
Hann vísir á, at í stórum ketum kann tað vera ávísur munur í upprunaprísunum. Men tá ber til at seta nøkur mørk fyri, hvussu stórur munurin kann vera, áðrenn ein upprunaprísur kann setast á.
Leiðreglurnar kunnu eisini siga nakað um, hvussu leingi ein vøra skal hava verið til sølu fyri ein ávísan prísn, áðrenn hesin kann brúkast sum upprunaprísur í einum tilboðsblaði.

Dimmalætting ©