28.05.2018

Greiðari boð um levering av vørum

Tá ein handil lýsir við, at vørur verða leveraðar innan 24 tímar, so er tað góður marknaðarføringssiður at upplýsa, um summar vørur eru undantiknar.

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina klagu um marknaðarføringina hjá Elding, har lýst var á forsíðuni á heimasíðuni, at vørur vórðu leveraðar innan 24 tímar, men longri inni á heimasíðuni – við sjálva vøruna – stóð, at tað í summum førum kunnu ganga millum 5 og 13 dagar til levering, um vøran ikki var á goymslu.

Í marknaðarføringslógini verður sagt, at ikki er loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burtur týðandi upplýsingar, um tær kunnu villleiða brúkaran. Brúkaraumboðið heldur ikki, at talan er um brot á marknaðarføringslógina, tí allar upplýsingar eru tøkar, um enn tær skuldu verið sjónligari á forsíðuni.

- Kundin skal verða fult upplýstur beinanvegin, sigur Brúkaraumboðið í síni niðurstøðu.

Eisini var kært um, at Elding, sum hevði lýst við køtilboðum upp á sjónvørp, ikki hevði nóg nógv sjónvørp til sølu til teir fyrstu kundarnar.

Brúkaraumboðið ger einki við ta klaguna, tí Elding hevði upplýst, at talan var um avmarkaða nøgd og umframt, at teir fyrstu kundarnir fingu sítt sjónvarp, so bílegði handilin fleiri sjónvørp, sum næstu kundarnir fingu fyri sama tilboðsprís